-Sáttmálin eg hevði við Neistan er endaður. Havi einki hoyrt frá nøkrum, og sum støðan er í løtuni, spæli eg ikki næsta kappingarár, sigur Heini. Annars er Heini komin langt við venjaraútbúgving, sum hann er í holt við undir venjaraskipan í Dansk Håndbold Forbund.Tú spyrt, hví vit ikki náddu FM-finalunum. Vit mistu spælarar, og liðið var í ikki nóg góðari kropsligari venjing. Serliga fílist eg á, at ungu neistamenninir hava ikki nóg góðan hugburð, tá ið talan eru um kropsliga venjing, sigur Heini.
Heini Hanusarsson kom fyrstu ferð í Neistan kappingarárið 1999/2000, sum endaði við, at Neistin vann FM-heitið. Páll Poulsen vandi liðið, og Áki Olsen, sum kom úr VÍF, og Heini vóru høvuðskjúttar henda veturin. Heini fór so av landinum, har hann á Odense Universitet tók hjáfak í ítrótti og síðani lærdi til løgreglumann í Keypmannahavn, og í Danmark spældi hann í liguni við TMS Ringsted, Elite 3000 Helsingør og Ajax København, umframt at spæla fimm ár í næstbestu deildini. Heini kláraði seg væl í Danmark.
Í 2009 kemur Heini so aftur til Føroya, har hann gerst ein av høvuðsstuðlunum á neistaliðnum, og serliga væl riggaðu Heini og David Edvardsen í høgru síðu. Neistamenn vunnu bæði steypafinalur og FM-heitið og høvdu eitt ótrúliga gott lið. Serliga minnist eg, hvussu væl Heini spældi seinasta og avgerandi dystin í Havn ímóti KÍF. Allar besti dysturin hjá Heina á vetrinum.
Í vetur hevur nógv mótibrekka verið hjá neistamonnum, teir vunnu steypafinaluna, men rukku ikki FM-finalurnar. Eg spyrja Heina, hví so var, og hví hann nú gevst í Neistanum og kanska gevst at spæla hondbólt?
-Tvær eru høvuðsorsøkirnar, hví tað gekk, sum tað gekk. Neistaliðið misti fleiri spælarar, men tá ið kappingarárið varð byrjað, mistu vit fyrst Sjúrð, sum breyt armin og seinni Tummas Paula, sum breyt fingur. Við teimum báðum høvdu vit komið í finaluna. Tá ið tað er sagt, so haldi eg, at neistaliðið ikki var í nóg góðari venjing kropsliga. Vit funnu heldur ikki rætta spælstýraran, har einir seks ymiskir spælarar royndu seg í vetur.
Áðrenn hetta kappingarárið slóðaði eg fyri kropsvenjingini, men lívið hjá mær broyttist við familju og børnum, og eg fekk tískil ikki tikið mær av tí afturat í ár.
Eg haldi sum sagt, at hugburðurin hjá ungu neistamonnum ikki er nóg góður. Sjálvt um teir høvdu kort til venjingarmiðstøð, so brúktu teir ikki hesar møguleikar. Hetta sást eisini í seinastu dystunum, tí menn vóru ikki nóg væl fyri. Nógvir talentfullir spælarar, men teir tíma ikki at gera tað, sum skal til tess at blíva vinnarar.
-Sum støðan er í løtuni, spæli eg ikki hondbólt næsta kappingarár. Sáttmálin er útgingin við Neistan, og onki er í kortinum í løtuni fyri næsta ár. Konan hevur góðar møguleikar fyri eyka inntøku, og tað krevur so, at eg eri tað meira við hús hjá børnunum. Um rætta tilboðið kemur úr honbóltsheiminum, so kann familjan tó skjótt umskipa seg eftir tí. Vit eiga hús í Sandavági og íbúð í Keypmannahavn,
so tað krevur, at vit hugsa materielt, um enn tað annars ikki liggur okkum frems í huga. Eg havi stóran áhuga í venjarastarvi og havi tikið elituútbúgvingina hjá DHF í fjør og geri diplom útbúgvingina lidna nú í summar. Hetta gevur atgongd at venja lið í bestu deildini í øllum Europa. Tað seinasta og einasta í útbúgvingini, sum nú vantar er so Master Coach, sum er eitt ár afturat.
-Eg eri av tí fatan, at broyta ungu neistamenninir ikki hugburð í sambandi við venjing, so verða teir trumlaðir niður av hoyvíkingum, vestmenningum og kollfirðingum, ja, eftirbátur í mun til aðrar ungar spælarar kring landið. Teir eru væl fyri tekniskt, men ikki tá tað kemur til kropsliga venjing, sum skal til, sigur Heini at enda.
Sjálvur haldi eg, at tað er spell, at Heini ikki heldur fram í Neistanum, tí sterkir og hartskjótandi vinstrahentir spælarar hanga ikki á trønum. (Vagnur)

