Ove Joensen úr Nólsoy tendraði mín áhuga fyri havróðri

Longu í 1980-árunum fekk eg áhuga fyri havróðri takkað verið Ova Joensen, sigur Jógvan. (Mynd Vagnur)
Longu í 1980-árunum fekk eg áhuga fyri havróðri takkað verið Ova Joensen, sigur Jógvan. (Mynd Vagnur)

Jógvan Clementsen var ein av manningini umborð á Avalon, sum róði úr Skotlandi til Føroya. Livar Nysted hevur birt lív í havróður í Føroyum, og hann var eisini ein av manningini. 44 ára gamli Jógvan er kendur rógvari í Havnar róðrarfelag, og hevur hann vunnið fleiri FM-heiti við Havnarbátinum og Ørvi. Hann var eisini ein av manningini umborð á 6-mannafarinum Hvessingi, sum vann á vestanstevnu. Men eitt er Havnarbáturin, Ørvur og aðrir kappróðrarbátar, annað er at rógva millum lond. Mikudagin hitti eg Jógvan niðri í Vágsbotni, og hetta gjørdist áhugavert prát. – Men hví havróður, Jógvan? spurdi eg hann. – Longu sum unglingi sá eg niðri á Saltsølini bátasmiðin Hanus Jensen smíða “Daniu Victoriu” hjá Ova Joensen, og tá birtist áhugin fyri havróðri og harvið ævintýrinum, sigur Jógvan og heldur fram.

– Tá eg sá lýsingina frá Livari Nysted um at rógva úr Skotlandi til Føroya, meldaði eg meg til beinanvegin. Hetta skuldi roynast, tí havróður sigur mær veruliga nakað. Vit skulu heilt aftur í 1980-árini, tá eg sum unglingi kom á Saltsøluna, har eg sá Hanus Jensen bátasmið smíða Daniu Victoriu hjá Ove Joensen. Tá eg sá, at dekk varð smíðað á bátin, spurdi eg Ova ein dagin, hvat hesin serligi bátur skuldi brúkast til. – Eg ætli mær at rógva til Danmarkar í bátinum, var svarið. Eg dugdi slett ikki tá at ímynda mær, at einsamallur maður kundi rógva langa teinin til Danmarkar.

Stórur áhugi er fyri Avalon, sum liggur í Vágsbotni. (Mynd Vagnur)

Stórur áhugi er fyri Avalon, sum liggur í Vágsbotni. (Mynd Vagnur)

– Tá avgerðin varð tikin at fara umborð á Avalon, keypti eg mær rógvimaskinu, og síðani byrjaði fyrireikingin tll ferðina, sum tók níggju mánaðir. Tú kanst ikki fara undir slíkt, uttan familjan tekur undir og stuðlar ætlanini. Og tað gjørdi familjan, sjálvt um tey sjálvandi stúrdu um ferðina. Umborð á Avalon situr tú næstan sum í rógvimaskinu, men tí betur rørt tú við teimum árum, tí hetta er nógv betri fyri javnvágina í kroppinum. Báturin føldis góður at rógva.

– Fimm mans í tveimum vaktum vóru á hvørjari vakt, fýra róðu og ein stýrdi. Tá vit høvdu róð í tveir tímar var vaktarskifti, og so settust fýra aðrir seg við árarnar. Soleiðis helt fram alt samdøgnið. Í tveir tímar skalt tú eta og sova. Fóðrið var serligt turrfóður, og so høvdu vit eisini turran fisk til at taka, sum egnaði seg heilt væl. Hetta turrfóðri innhildur alt, sum kroppurin krevur. Turrfóðrið var kókað á blussi og síðani etið. Týdningamikið at eta væl og rætt, so kroppurin heldur orkuna allan teinin. Vit svóvu frammi í bátinum, og tú kanst siga, at vit svóvu næsta uppí á hvørjum øðrum, tí har var trongt. Har var eisini mangan vátt og ráligt, tí klæðini vóru vát.

jhjhjh

Fýra mans rógva við hvør sínum tveimum árum. (Mynd Vagnur)

– Teknisku tólini vóru har afturi í bátinum, har fimti maðurin eisini svav. Báturin hevði sjálvstýrara, sum var rikin við vindi- og sólorku. Men fór ferðin niður um eina míl, slerdi sjálvstýrarin frá, og vit máttu stýra ella rættari sagt navigera við hond. Tú spyrt um avgerðina, tá vit vendu aftur eftir at hava róð hálva leiðina til Føroya? – Vit fingu so mikið nógvan mótvind, at eingin annar møguleiki var júst tá, sigur Jógvan

Tíverri hendi tað, at tá Avalon var komin hálva leið, skifti ættin, og Jógvan teir fingu harðan mótróður, og báturin kom ikki úr stað. Teir høvdu samband við MRCC støðina í Føroyum, og har var sagt, at sama ætt fór at vera har á leiðini næstu dagarnar.  Hálvtannað døgn lógu teir fyri við drívakkeri, og tá var gjørt av at venda við og bíða eftir betri líkindum. Nú skuldi rógvast mótsattan veg, og menn vóru nú ikki eins hugagóðir. Teir vóru í Orknoyggjum í tvey samdøgur, har teir turkaðu klæði og annars fyrireikaðu seg at halda fram. Og Jógvan sigur víðuri.

Hetta ílatið pissaðu allir menninir í. Spannina, teir skitu í, sæst aftan fyri Jógvan. (Mynd Vagnur)

Hetta ílatið pissaðu allir menninir í. Spannina, teir skitu í, sæst aftan fyri Jógvan. (Mynd Vagnur)

– Vit vóru á landi í tvey samdøgur. Veðrið batnaði, og so hildu vit avstað í góðum treysti. Avalon hevði góðan byr til Føroya, sum tók trý samdøgur, men tá vit nærkaðust Føroyum øtlaði hann veðrið. Vit ætlaðu at koma á Havnina, men har var eingin møguleiki, tí vit høvdu ikki tamarhald á bátinum í ringa veðrinum. Vit róku vestureftir inn í Skopunarfjørð, og tá Livar ikki var kendur við Skopunar havn, har vit møguliga kundu leggja at landið, var avgerðin tikin um ikki at leggja ov nógv fyri og heldur biðja um sleip, so vit komu á Gomlurætt.

– Tú spyrt, um nakað kom óvart á meg á ferðini? – Sjálvandi veit eg, at veður og vindur er stórur viðspælari í havróðri, og tað skal mann hava stóra virðing fyri. Eg haldi ikki, at nakað kom óvart á okkum. Vit høvdu Livar Nysted umborð, sum er royndur havrógvari, og hetta hevði ómetaliga nógv at siga fyri okkum allar. Hann hevur royndirnar. Allir menninir umborð tóku síni tøk og passaðu sínar vaktir. Eingin sveik og allir kláraðu seg til ug. Tað ræður um at vera tolin og hjálpa hvør øðrum. Eg var so ikki bangin á ferðini, og tað sama kann eg siga um hinar, men sjálvandi reikaðu tankarnir, tá vit nærkaðust Føroyum, og veðrið gjørdis buldrasligt, sigur Jógvan.

Tekniska útgerðin er har aftur í Avalon. Vatnskiljarin sæst eisini. (Mynd Vagnur)

Tekniska útgerðin er har aftur í Avalon. Vatnskiljarin sæst eisini. (Mynd Vagnur)

Umborð á Avalon vísti Jógvan mær spannuna, sum teir skitu í, og ílatið teir pissaðu í. Hetta var gjørt fram ímóti fremra rúmini, meðan hinir menninir róðu og vendu ryggin til. Spannin var síðani skolað í sjónum, og so var at seta seg við árarnar aftur. Stórur áhugi er fyri Avalon í Føroyum, og so var eisini í Oknoyggjum, har millum annað BBC kom umborð. At enda spyrji eg Jógvan, um hann kundi hugsað sær at farið umborð eina aðruferð?

– Eg kann nevna fyrst, hvussu skjótt menniskja umstillar seg til nýggj viðurskifti. Alt, sum er normalt í gerandisdegnum, gerst knappliga ónormalt, tá tú kemur umborð á slíkan bát. Tað var hungurin til hetta ævintýrið, sum fekk meg at melda meg til, og eg kundi gott funnið uppá aftur at gjørt slíka ferð. Fyri ferðina úr Skotlandi hevði eg stóra respekt fyri Livari Nysted og hansara havróðri, og respektin er vorðin enn størri fyri manninum eftir ferðina til Føroya. Havróður er nakað heilt serligt og kann slett ikki sammetast við vanliga kappróður, sigur Jógvan at enda, og sum er fegin um at hava roynt havróður.

Fýra mans svovu frammi í Avalon, og har var trongd. Vóru klæðini vát, gjørdist ráligt har frammi. (Mynd Vagnur)

Fýra mans svovu frammi í Avalon, og har var trongd. Vóru klæðini vát, gjørdist ráligt har frammi. (Mynd Vagnur)

Jógvan, sum er timburmaður, var sum ungur nakrar ferðir við partrolara og eina ferð við Vesturvón í Bararentshavinum. Meðan Jógvan og eg sótu umborð á Avalon og prátaðu og tóku myndirnar, komu fleiri fólk framvið. Jógvan segði mær, at Avalon er sterkur og sjógóður bátur bygdur úr “kolfibrum”. Árarnar, sum eru lættar og sterkar, eru eisini gjørdar úr serligum evni. Jógvan vísti mær eisini, hvar teir goymdu matin og vatnið umborð, og so hevði báturin eisini vatnskiljara, sum ger sjógv til drekkivatn, men ikki var brúk fyri honum, tí tær høvdu nóg mikið av vatndunkum við úr landi. (Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *