
Neistakvinnur og vágskvinnur avmyndaðar í Vági í 1935. Neistakvinnurnar eru st.f.v: Ása Michelsen, Dagny Nolsøe, VB, Petra Rein, Neistin, Sanna Mortensen, VB og Marna Nolsø, VB. Sitanandi fr.v: Edith Dahl, VB, Ása Vágsheyg, Neistin, Ella Arge, VB, Sára Hansen, Neistin, Helga Magnussen, VB, Mia Rein, Neistin og Elsa Müller Poulsen, VB.
Í fleiri ár havi eg leitað eftir gomlum neistamyndum. Nógvar myndir eru funnar, men ikki eri eg nøgdir við, at eingin mynd enn finst av neistamonnum, sum vunnu FM-heitið í 1949, 1953 og 1955. Pápi mín Helge Michelsen var ein av teimum, sum stovnaðu Neistin 21. mars í 1931 í húsum í Magnus Heinarsonargøtu. Mamma spældi hondbólt á ungum árum, men heima hjá okkum fanst bara ein mynd av mammu, tá tey fóru í báti til Klaksvíkar at spæla hondbólt. Men nú ein dagin segði Símun Arge mær, at hann átti mynd av mammu sínu Ellu Arge, sum spældi hondbólt við VB. Mín sann var mamma á eini av myndini. Myndin sæst omanfyri
Mamma mín fylti 97 ár 16. juni, og tá hon sigur, at myndin omanfyri er frá 1935, so er myndin tikin í Vági fyri 80 árum síðani. Hetta er fyrstu ferð, at eg síggi mammu mína í hondbóltsklæðum. Eg havi spurt mammu, hvat hon minnist til hondbóltsferðina í Vági. Hon var tá seytjan ára gomul.

Neistaungfólk á veg til Klaksvíkar í 1936. Mamma er har afturi á myndini við alpuhúgvuni mest á skák, og pápi mín fremst til høgru í keppi. Aftast frá vinstru: Meinhard Andreasen, Rigmor Christiansen, Ása Michelsen, Sólrun Winther og Gunnvør Dal Christiansen. Fremri frá vinstu: Arni Olsen, Mia Rein, Ása Vágsheyg og Helge Michelsen.
– Hondbóltsferðina í Vági í 1935 minnist eg væl. Drongur mín og seinni maður mín Helge Michlsen var við at stovnað Neistan, og tá vit byrjaðu at ganga saman, skuldi hann altíð við mær á bygd at spæla hondbólt. Soleiðis var eisni, tá vit fóru til Vágs. Vit silgdu úr Havn beinleiðiis á Vág, har vágsgentur tóku ímóti okkum. Ella Arge, sum giftist við Oscar Arge, var úr Vági, og hon spældi eisini hondbólt. Edel Djurhuus, sum eisini var við at stovnað Neistan var av Tvøroyri og systirin Rigmor Christiansen spældi hondbólt í Neistanum. Ella Arge var systir Tom Wilhelm, sum var gift Minu Wilhelm, sum seymaði og seldi hattar og húgvur í Havn. Mina var eisini úr Vági. So vit vóru fleiri, sum kendust.
– Eg kann minnast, at nógv var gjørt burturúr, og vit spældu í hvítu troyggju og myrkum bugsum, meðan vágsgentur spældu kjóla. Longu tá hildu serliga menninir úr Vági, at vágskvinnur skuldu fáa sær eins búna og neistagentur. Eisini minnist eg, at tá vit komu til Vágs, vóru neistakvinnur bjóðarar heim til vágskvinnur, har vit fingu døgurða. Helge og eg fóru heim við Ellu, og har var stórur blíðskapur. Helge prátaði við øll fólk, og hann kom skjótt í gott prát við foreldrini hjá Ellu.
– Tá tú spyrt um neistaspælararnar, so minnist eg, at Hanna Mortensen Hanna M, sum vit kallaðu hana, var úrmælingur á vøllinum. Hon var skjót og skeyt hart. Vóru vit í knýpu, so var bara at geva henni bóltin. Eg minnist, at vit vunnu henda dystin við fleiri málum. Sama árið vóru vit eisini hondbóltsferð í Klaksvík og á Tvøroyri, men manningin var ikki altíð hin sama, tí summur kvinnur kundi ikki altíð koma við. Til dystin í Vági komu nógvir áskoðarar at hyggja at hondbólti, sigur mamma.
Jenny Rein var í nevndini í Neistanum, og manna sigur, at tey fundaðust mangan heima hjá Jenny og teimum. Hon var ein undangongukvinna, sum hevði skil á øllum. Sára var úrmælingur á hondbóltsvøllim, havi eg mangan hoyrt. Sára spældi hondbólti undir krígnum í Keypmannahavn. Komin aftur til Føroya, legði hon til brots í Neistanum, har hon slepti, áðenn hon fór til Danmarkar beint fyri kríggið. Hon var ein av teimum heilt íðnu leiðarunum í felagnum. Sára var gift við Hartvig Hansen snikkarameistara. (Vagnur)