Rógvarar í Argja róðrarfelag fáa serligt minni frá felagnum

hjhjhjh

Hesin tollur hevur tænt fyri seg og er nú minni um minnilga tíð í kappróðarbáti. (Mynd Vagnur)

Allur føroyskur ítróttur stendur og fellir við eldsálum, har nógv fólk leggja alt sítt frítíðarlív í ítróttafelag í styttri og longri tíð. Mangan er soleiðis, at foreldur at børnum, sum íðka ítrótt, eisini gerast drívmegin í felagsskapinum. Summi gerast nevndarlimir, onnur koyra børnini til dystir og kappingar annars kring landið, og onnur skipa fyri ymsum tiltøkum. Mangan haldi eg, at vit dugu ikki nóg væl takka eldsálunum. Í Argja róðrarfelag fáa tildømis rógvarar og serligar eldsálir serligar gávur.

Ìtróttafólk eru so ymisk, tí summi møta bara upp til venjingar og kappingar, meðan onnur eisini taka hond í í  felagnum. Nøkur hava bara áhuga í sær sjálvum, men mangan ikki í nóg stóran mun í felagsskapinum, so hann fær góða byr. Tá eg hósdagin vitjaði Jannie og Høgna, sum í nógv ár hava lagt heilt nógvar tímar í kappróðurin, sá eg slitnan toll settan á stein, har silvurpláta er fest. Sjáldsamur prýðislutur og serliga, at tollurin var slitin. Høgni segði mær, at tá rógvarar hava róð í Argja róðrarfelag í fimm ár, fáa teir slíkan toll sum takk og minni fyri tey fimm árini í felagnum.

Frálíkt átak, at Argja róðrarfelag heiðrar eldsálirnar í felagnum.

Frálíkt átak, at Argja róðrarfelag heiðrar eldsálirnar í felagnum. (Mynd Christopher)

Summir rógvarar vilja hava “sín” toll í bátinum, og tí verður tollurin tikin úr bátinum og nýggjur tollur settur í. Eftir ólavsøkuróðrarnar er serlig løtu í neystinum hjá Argja róðrarfelag, og tá verða gávur handaðar. Umframt prýðislutin fyri tey fimm árini, fáa rógvarar, sum hava róð fleiri enn fimm ár og eru eldsálir, aðra gávu. Felagið vil á henda hátt takka rógvarum fyri trúgva tænastu. Tey byrjaðu í 2005 við hesi skipan, og niðanfyri kanst tú síggja, hvørjir rógvarar hava róð í Argja róðrarfelag í minst fimm ár.

Rógvarar á Argjum fingu áður skreytblað, og onkur fekk róðrarbát í glasi, men nú fáa allir rógvarar, sum hava róð í fimm ár toll á steini við silvurplátu. Gleðiligt at hoyra um slíkt átak, tí mangan gloyma vit at siga takk.

Argjabáturin í 2006. (Mynd Hans Pauli við Misá)

Argjabáturin í 2006. (Mynd Hans Pauli við Misá)

Sjálvur kom eg av tilvild at stima við Havnarbátinum í 1996. Havnarbáturin mátti vinna á ólavsøku hetta árið, skuldi FM-heitið enda í Álakeri. Tveir dagar fyri ólavsøku lá ein pakki á borðinum hjá okkum. Ì pakkanum var myrkamorreyð troyggja og eitt takkarkort. Eg gjørdist ikki sørt rørdur, tí øll míni nógvu ár í Neistanum, kendi eg slett ikki til slíkt. Øll árini, eg stimaði við Havnarbátunum, gloymdi rógvarar ongantíð at siga takk á serligan hátt fyri stuðlunum. Ja, so gjørdist er serliga glaður, at gávan varð givin fyri avgerandi ólavsøkuróðurin, sum vit vunnu og harvið FM-heitið.

Sigi hetta, tí vit undirmeta og gloyma mangan hjálparfólkini og serligu eldsálirnar. Tí vóni eg, at tit á Argjum halda fram við frálíka átakinum til tess at heiðra og takka rógvarum og serligu eldsálunum. Kanska kunnu onnur feløg læra av Argja róðrarfelag. (Vagnur)

Nøvnini niðanfyri á teimum, sum hava fingið prýðislutin frá Argja róðrarfelag.

2005 Ken Zachariassen og Jóhannes Olsen

2006 (eingin)

2007 Bogi Augustnussen, Àki Olsen, Folmer Bisp, Elsa Magnussen, Óli Edvard Olsen

2008 Høgni Jacobsen og Eyvind A Hansen, Tummas Poulsen

2009 Kristoffur Dam Joensen

2010 Uni Johannsen, Eirin W. Holm, Magnus D. Madsen

2011 Meinhard Akraberg Hansen og Heðin Olsen

2012 Hallur Djurhuus, Grímur Petersen, Tróndur Petersen, Uni Gullfoss, og Uni Johnnesen

2013: Óla Henrik av Fløtum, Janni Berg, Kári Skála, Brandur Mohr Simonsen , Kristjan Johansen og Sanna Katrin Saxov

2014: Petra Trygvadóttir,

2015: Sverri Steintún, Carina Olsen, Árni Jóhannesson

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *