Róðrarsambandið má fáa skil á kvinnuróðrunum

Nú vóni eg, at manningin umborð á Erlu kongsdóttir næsta ár manna 6-mannafarið Rádna.

Nú vóni eg, at manningin umborð á Erlu kongsdóttir næsta ár mannar 6-mannafarið Rádna.

Klokkan er júst farin av átta hósmorgunin, og rógvarar liggja uttan iva eftir lokið róðrarár í songini eftir strevið róðrarár og vónandi góða ólavsøku. Róðrarárið gekk bara heilt væl við fáum undantøkum, har ikki gekk nóg væl at avgreiða róðrarnar. Tá eg hugsi um róðrarárið 2015, er serliga eitt mál, sum eg haldi er órættvíst og óvirðiligt, og sum feløgini og harvið Róðrarsambandið mugu fáa skil á og broyta longu frá næsta róðrarári. Allar fyrst eru tað kvinnuróðrarnir, sum mugu broytast, og hetta skal gerast í samstarvi við feløgini í tveimum royndarárum. Og hetta skal gerast soleiðis:

Umborð á 5-mannafarinum Rituni hjá Norðdepils-Hvannasunds róðrarfelag sótu í summar nakrar kvinnur, sum upprunaliga skuldu rógva við 6-mannafarinum Sundabátunum. Men kvinnurnar vóru tvungnar í 5-mannafar, tí eingi 6-mannafar var at rógva ímóti. Nú eitur nakað masterróðrar, sum er fyri eldri rógvarar. Keðiligt navn, sum hevur sníkt seg inn í føroyska kappróður, men lat tað fara. Endamálið var gera FM-kapping fyri eldri rógvarar seinastu tríggjar stevnurnar. Hetta er sjálvandi í fínasta lagi.

Tær høvdu mannað 6-mannafarið Sundabátin, men máttu rógva við 5-mannafarinum Rituni.

Tær høvdu mannað 6-mannafarið Sundabátin, men máttu rógva við 5-mannafarinum Rituni.

Men, hvat hendur. Meðan kvinnurnar umborð á Rituni sita í 5-mannafari yvirtaka Jarnbardur og Gongurólvur, sum eru mannaðar við eldri kvinnum, bátastøddina 6-mannafar kvinnur seinastu tríggjar róðrarnar, meðan eingin bátur rør “masters” kappingina á eystanstevnu, vestanstevnu og ólavsøku. Hetta er langt úti og púra skeivt. Jarnbardur og Gonguólvur róðu ikki á norðoyastevnu, fjarðastevnu, sundalagsstevnu og jóansøku.

6-mannaførini við kvinnum rógva um ferðasteyp, og tær eldru kvinnurnar skulu sjálvandi ikki hava loyvi at yvirtaka kappingina um steypini. Tey skulu rógva í sínum bólki 6-mannafør kvinnur (masters), sum tær upprunaliga ætlaðu. Hetta er órættvíst serliga ímóti kvinnunum umborð á Rituna.

Tíðin er komin, at feløgini og harvið Róðrarsambandið fær broytt kvinnuróðrarnar, so kvinnuróðrarnir ikki enda sum eitt sjálvtøkuborð, har einki skil er á. Róðrarárið byrjaði við fimm 5-mannaførum við kvinnum: Erla kongsdóttir, Teistin, Ritan, Ørnin og Drekin. Eg hoyrdi fyrr í vár, at tær umborð á Erlu kongsdóttir ætlaðu at manna 6-mannafarið Rádna, men tá tær kannaðu kring landið og funnu útav, at møguliga vóru eingi 6-mannafør, hálsaðu tær um og mannaðu 5-mannafarið.

Jarnbardur og Gongurólvur (masters) skulu ikki fáa loyvi at yvirtaka FM-kappingina 6-mannafør kvinnur. Tær skulu rógva í sínum egna bólki.

Jarnbardur og Gongurólvur (masters) skulu ikki fáa loyvi at yvirtaka FM-kappingina 6-mannafør kvinnur. Tær skulu rógva í sínum egna bólki.

Hyggja vit eftir teimum fimm 5-mannaførunum í summar, so eiga fýra av feløgunum 6-mannafar, meðan tey í Sandavági einki 6-mannafar eiga. Talan er um 5-mannafarið Ørnina. Eg haldi, at feløgini og harvið Róðrarsambandið mugu taka stig og fáa broytt alt hetta. Best var, at vit strikaðu 5-mannaførini við kvinnum og fingu 6-mannaførini við kvinnum at rigga. Vit gjørdu royndarár, at allar bátastøddir bara at rógva 1000 metrar, nú skulu vit strika 5-mannafør kvinnur fyrst í tvey ár sum royndarár.

Kvinnurnar umborð á Erlu kongsdóttir fara umborð á Rádni, Teistin gerst til Lóm, Ritan til Sundabátin, Drekin til Gongurólv, og tær umborð á Ørnini lána sær 6-mannafar, sum nógv eru av kring landið. Síðani lata vit tær “eldru” kvinnurnar umborð á Gongurólvi og Jarnbardi rógva har, sum tær hoyra heima seinastu tríggjar stevnurnar. Tað, sum nú fer fram er órættvíst og óvirðiligt fyri føroyskan kvinnuróður.

Tú kanst altíð spæla tær við tíðum á ymsu stevnunum. Tíðirnar siga, at bæði 5-mannaførini Erla kongsdóttir og Ritan høvdu betri tíðir enn 6-mannafarið Jarnbardur bæði í Sandavági og á ólavsøku. Hetta sigur mær heilt nógv. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *