Eg var ein av teimum, sum ikki var fegin um, at Róðrarsambandið í eini royndartíð sleptu 1500 og 2000 metrar teinarnar. Nú skuldu allar FM-manningar rógva 1000 metrar. Orsøkin til stóru broytingarnar vóru, at tað tók ov langa tíð at avgreiða róðrarnar, tí startir skuldu flytast, og Kringvarpið vísti á, at ikki bar til at útvarpa kappróður eftir klokkan kl. 18, tá tíðindasendingin var á skránni. Ì staðin fyri at leggja á annan bógv at fyrireika FM-róðrarnar, valdi feløgini við teprum meiriluta bara at rógva 1000 metrar. Nøkur feløg kastaðu handklæðið í ringin og lupu upp um garðin, har hann er lægstur. Spell, haldi eg.
Síðani barnaárini havi eg fylgt føroyskum kappróðri. Havi skrivað um kappróður síðani miðskeiðis í 1980-árunum, og tað vóru vit, sum á sinni vístu á, at føroyskur kappróður skuldu fara at brúka somuu skipan sum í svimjikappingum, har besti svimjarar liggja í miðjuni. Áður var soleiðis, at lutakast var á hvørji stevnu, hvar bátarnir lógu. Óteljandi ferðir havi eg skrivað um fyrireikingar kring landið, har á summum plássum FM-róðrarnir vóru avgreiddir fyrimyndarliga, meðan tað haltaði aðrastaðni.
Róðrarfólk vóru farin at droyma um hanaót, teymar, skjóttgangandi bátar sum órógvaðu, málboyur, sum komu inn á róðrarøkið, hjálparbátar við ov lítlari maskinmegin og óteljandi aðrar orsøkir, sum órógvaðu róðrarnar. Manningar lógu kaldar upp í hálvan tíma við fasta startin, áðrenn skotið varð. Róðrarnir tóku onkuntíð heilt upp í fýra tímar at avgreiða. Vit, sum skrivaðu um kappróður, vístu á ymiskt, sum kundi gerast betri. Vit tosaðu við serkøn fólk, men mangan tosaðu vit fyri deyvum oyrum.
Vit vístu millum annað á at fáa somu menn at leggja út fasta startin og annars standa fyri startinum kring landið. Menn, sum kendu startin út og inn. Veðurlagið er partur av føroyska kappróðrinum, tað vita vit, men sjálvt í durdarveðri haltaði mangan. Eg kann siga, at 1500 og 2000 metrateinarnir fingu mønustingin eftir út av lagi vánaligu fyrireikingarnar á tiltiknu vestanstevnuni Sørvági.

Sjálvt um róð verða 1000 metrar, so er mangan stórur munur á bátum. Her á eystanstevnu í 2012. (Mynd Hvannrók)
Ein aðalfundur samtykti nú, at allar bátastøddir rógva 1000 metrar. Eg haldi, at føroyskur kappróður við hesi avgerð misti stóran part av stoltleikanum, tí vit skulu minnast til, at heilt aftur í 1800-talið, tá føroyskur kappróður sá dagsins ljós, gekk væl at rógva 2000 metrar. Ùtlendskir bátar rógva eisini 2000 metrar, og í inniróðri rógva fólk eisini 2000 metrar. Ùssaligt bara at kasta handklæðið í ringin og leypa upp um har, garðurin er lægstur.
Síggi á kappróðrarkjaki á Facebook, har fólk siga, at ongantíð áður hevur føroyskur verið so spennandi. Ja, spenningur er í summum róðrum, men spenningur var sanniliga eisini í róðrum, tá bátar róður 1500 og 2000 metrar. So sigur onkur, at bátatalið er vaksið, nú róð verður 1000 metrar. Hetta er heldur ikki rætt, tí hagtølini siga nakað heilt annað. Tað er bara at fara inn á heimasíðuna www.drekin.fo, so síggja tit onnur tøl, um vit fara bara fimm, tíggju og fimtan ár aftur í tíðina. Røddir eru eisini frammi um, at tildømis eru teinarnir í Vági, Miðvági, og Havn 1000 metrar. Ja, so er, men latum okkum varðveita longu teinarnar, har tað ber til.
Mín vón er, at feløgini og harvið Róðrarsambandið broytir aftur avgerðina. Í hvørfall mugu 8-mannførini og 10-mannaførini rógva 1500 metrar. Ivamálið er 6-mannaførini við monnum, tí ungir rógvarar hava víst á, at dekan ov langt lop er at fara frá dreingjabáti til 6-mannafar við monnum, har menn mangan eru uppi í 20-árunum og hava róð í nógv ár. (Vagnur)


