Nógv skemtilig parkering fer fram í grannalagnum hjá okkum og serliga á Tinghúsvegnum. Ein sjálvtøka er í húsunum, har EIK áður helt til. Tá fólk taka út pening, parkera tey flestu bilarnar í básarnar, men tað tíma summi fólk ikki, tí tey orka ella tíma ikki at spáka stutta teinin frá bilinum til sjálvtøkuna. Ja, nøkur koyra bilin upp á gonguteigin og koyra bilin so nær sjálvtøkuna, at tey úr bilinum røkka til sjálvtøkuna uttan at fara úr bilinum.
Nógv ferðsla er á økinum um dagin, men um kvøldið, tá SMS er stongt, standa fáir bilar í básunum. Á middegi í dag sá eg sjáldsama parkering, sum myndin omanfyri vísir. Nógv fólk gjørdust bilsin at síggja bilin parkeraðan soleiðis. Hann stóð tvørtur um básarnar. Tú hevur loyvi at parkera í básunum í tveir tímar. Komu bilar í básar aftan og framman fyri henda bilin, so slapp viðkomandi ikki avstað aftur við bilinum. Eg stóð eina løtu og eygleiddi hendingini, tí slíka parkering høvdu vit ikki sæð áður. Ein kona og eg smíltist at hesum, og har sýntist eingin at koma til bilin.
Tveir tímar seinni kom eg av tilvild aftur á staðið, og tá hevði kranabilur hjá Bilrøkt júst hálað bilin upp í lastina. Eg spurdi bilførarin, hví bilurin stóð soleiðis skemtiliga parkeraður. Hann segði mær, at bremsurnar vóru knappliga blivnar fastar, og tí slapp bilførarin hvørki aftur ella fram. Vit, sum vóru á staðnum, hildu, at bilførarin átti at farið upp til nýggja koyruroynd, ella at viðkomandi var í ørviti. Men so var ikki. Slíka parkering høvdu vit so ikki sæð áður.
Annars átti sjálvtøkan ikki at verið á einum horni, tí nógvu bilarnir steðga ferðsluni á leiðini, og tá bilførarar parkera á skeivari síðu í sambandi við úttøku av peningi og ikki sløkkja ljósini, so blenda tey bilførarnir, sum koma oman eftir Tinghúsvegnum. (Vagnur)
