Ódnartakið tók ein tíma og ein minutt at avgreiða

5-mannafar Falkur við kvinnum. Stýriborð fremst: Katrin Dánjalsdóttir, síðani Anna Kristina Hansen, Anita Álaberg og róðursmaðurin Árni Silvurstein. Fremst bakborð: Dagny Hellisdal, síðani Jóna Venned og Maria Joensen. (Mynd Vagnur)

5-mannafar Falkur við kvinnumn 2015. Stýriborð fremst: Katrin Dánjalsdóttir, síðani Anna Kristina Hansen, Anita Álaberg og róðursmaðurin Árni Silvurstein. Fremst bakborð: Dagny Hellisdal, síðani Jóna Venned og Maria Joensen. (Mynd Vagnur)

Sein kúgv fær skitið gras, er eitt orðatak. Fyrireikararnir søgdu á kappróðrarkjaki, at tað tók umleið tveir tímar at avgreiða fyrsta ódnartakið í 2015. Men nú eru menn so vandir at fyrireika slík tiltøk, at tá eg kom oman á Vestaru bryggju um tvey tíðina, var júst skotið fyri seinasta róðri, sum var 10-mannaførini. Eina mynd fekk eg einans. Fór tí út í Álaker, har nakrir bátar komu í dráttin millum annað manningin á 5-mannafarinum Falki úr Hósvík. Í morgun ringdi eg til Katrina Dánjalsdóttir, sum mannar bátin, og tað skuldi gerast áhugavert prát í regninum leygardagin.

Áhugavert prát, tí torført er at manna bátarnar, og manningin umborð á Falki 5-mannafar kvinnur er einki undantak. Hósvíkar róðrarfelag eigur Falk. Eg spyji fyrst Katrina, hvørjar kvinnurnar eru, sum manna Falk, og hvør hevur tikið stigið at manna bátin.

Drekin reyði fer um mállinjuna sum fyrsti bátur í óndartakinum. (Mynd Vagnur)

Drekin reyði fer um mállinjuna sum fyrsti bátur í óndartakinum. (Mynd Vagnur)

–  Vit byrjaðu longu at venja í januar mánað, men stór útskifting hevur verið á leiðini, tí fleiri kvinnur fór av aftur bátinum. Summar hildu, at venjingin var ov nógv, og onkur hevði ov langan tein at koyra til venjing. Sjálv tók eg stigið at manna bátin, og keðiligt, at vit fingu slíka byrjan, men nú vóni eg, at henda manningin heldur fram. Enn vanta vit róðursmann/kvinnu, og leygardagin stýrdi Árni Silvurstein. Mær dámar væl at rógva og brenni fyri at fáa bátin mannaðan.

– Rógvararnir koma nógva staðni frá. Dagny Hellisdal kemur av Argjum, Jóna Venned úr Hoyvík, Maria Joensen úr Klaksvík, Anita Álaberg úr Hvalvík, Anna Kristina Hansen úr Hósvík  og eg sjálv úr Hósvík. Falkur stendur í neystinum í Hósvík, og umstøðurnar eru góðar at venja innandura. Har eru rógvimaskur, og tú kanst eisini venja styrkivenjingar við vektum. Tú spyrt meg, um vit eru einasta manningin í neystinum. Teir royna at manna 6-mannafarið Hósvíking við monnum, og sum skilji, fer hetta at eydnast, sigur Katrina at enda.

Eg kann leggja aftrat, at hetta var fyrstu ferð, at eg havi sæð kappróður í kavaælingi. Vátakavingsæl var leygardagin, og rógvarar vóru skjótir at fáa bátarnar í neystini ella í bilarnar, sum koyrdu bátarnar til Havnar. Væl frá gingið ódnartak enn einaferð. Tá eg nevni ein tíma og ein minutt í yvirskiftini, so var hetta júst klokkan, sum var rópt í málbilinum, tá Drekin reyði fór um mállinjuna. (Vagnur)

Spennandi at fylgja Falki í summar. (Mynd Vagnur)

Spennandi at fylgja Falki í summar. (Mynd Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *