Grundspælið er av í bestu mansdeild, og úrslitið gjørdist júst tað, sum vit roknaðu við frá byrjan. VÍF, H71 ella Kyndil komu at spæla FM-finalurnar, skrivaði eg longu tíðliga í kappingini. Niðast er støðan tann frá 21. desember 2014, og her síggja vit, at mest sum einki er broytt í toppinum síðani tá. Tað var dysturin millum Kyndil og H71 á Hálsi herfyri, sum H71 vann, og sum gjørdi av, um Kyndil ella H71 spældu ímóti VÍF í FM-finalunum.
VÍF var oddalið frá byrjan, men tað hevur VÍF roynt áður og síðani tapt FM-heitið. Spurningurin er so, um tað sama hendir í 2015. VÍF misti nakað av flognum herfyri, har ov fá mál vórðu skotin. Dysturin í dag ímóti Team Klaksvík telji eg ikki við, tí Team Klaksvík vann ongan dyst eftir nýggjár. H71 skjýtur eisini heldur fá mál, men H71 hevur havt góðan byr seinnu í hálvu.
Finnur VÍF spælið og verjuna fram frá fyrst í hesum árinum, so vinnur VÍF FM-heitið, men stríðsviljin, og tað at H71 káraði skerini við at vinna seinastu dystirnar, skal ikki undirmetast. VÌF hevur tó tann fyrimun, at mugu tríggir finaludystir spælast, so skal dysturin spælast í Vestmanna. Haldi ikki, at tú kanst peika VÍF ella H71 sum favoritt. (Vagnur)
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 24 | 689 | 558 | 131 | 37 |
| 2 | H71 | 24 | 616 | 524 | 92 | 35 |
| 3 | Kyndil | 24 | 558 | 491 | 67 | 34 |
| 4 | KÍF | 24 | 621 | 619 | 2 | 23 |
| 5 | Neistin | 24 | 604 | 651 | -47 | 22 |
| 6 | StÍF | 24 | 593 | 639 | -46 | 11 |
| 7 | Team Klaksvík | 24 | 518 | 717 | -199 | 6 |
H71 – StÍF 25 – 21 (14-8) Dómarar: Eyðun Samuelsen og Thomas Juul Thomsen
Málskjúttar H71: Bogi G. Davidsen 6, Rúni V. Højgaard 5, Mark C. Marcher 4, Pætur Thomsen 2, Hallur Biskopstø 2, Hans Kári Hansen 2, Helgi Hoydal 2, Jesper Petersen 1 og Hilmar Leon Jakobsen 1
Málskjúttar StÍF: Allan Norðberg 5, Jógvan G. Joensen 4, Steina A. Prestá 3, Marius Joensen 3 og Fríði R. Djurhuus 2
Kyndil – KÍF 21 – 16 (9-6) Dómarar: Dánjal Samuelsen og Heri Petersen
Málskjúttar Kyndils: David Edvardsen 5, Finnur Hansson 4, Hjalti Bachmann 3, Høgni Klein Olsen 3, Julian Johansen 2, Ludvík Súnason 2 Andrias Sólsker 1 og Frank Askildsen 1
Málskjúttar KÍF: Janus Jakobsen 4, Hans Eli Sigurbjønsson 4, Fríði Weihe 4 Tony Weihe 2, Pætur Johannesen 1 og Ási Dam 1
VÍF – Team Klaksvík 44 – 21 (23-11) Dómarar: Gunnar Djurhuus og Jákup Símun Simonsen
Málskjúttar Team Klaksvík: Jens Pauli Mohr 7, Bogdan Florea 4, Leivur Petersen 3, Dánjal Kærbo 3, Otto Jacobsnen 2 og Beinur Heðinsson 2
Málsjúttar VÌF: Áki Egilsnes 13, Andrias Eriksen 8, Hanus Christophersen 6, Mand Eriksen 4, Filip Jojic 4, Sjúrður Nielsen 4, Sjúrður Olsen 2, Sámal Joensen 1, Teis Rasmussen 1 og Agnar Joensen 1
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 14 | 396 | 335 | 61 | 22 |
| 2 | Kyndil | 14 | 322 | 284 | 38 | 19 |
| 3 | H71 | 13 | 332 | 285 | 47 | 17 |
| 4 | KÍF | 13 | 347 | 347 | 0 | 13 |
| 5 | Neistin | 14 | 340 | 369 | -29 | 12 |
| 6 | StÍF | 14 | 341 | 379 | -38 | 7 |
| 7 | Team Klaksvík | 14 | 309 | 388 | -79 | 6 |
