Teir eru ómetaliga væl nøgdir við nýggja bjargingarbátin

Teir eru fegnir um nýggja bátadráttin. Í bátinum stendur sløkkiliðsmaðurin Delmar. (Mynd Vagnur)

Teir eru fegnir um nýggja bátadráttin. Í bátinum stendur sløkkiliðsmaðurin Delmar Jacobsen. (Mynd Vagnur)

Hevur tú myndatólið hjá tær, tá tú spákar í býnum ella niðri við sjóvarmálan, er altíð okkurt áhugavert avmynda og skriva um. Hósmorgunin kom eg fram á bjargingarbát hjá Tórshavnar sløkkiliði, sum tveir menn skuldu flota. Bleiv forvitin og vildi vita meira um skjóttgangandi bátin. Heini Østerø er átaksleiðari hjá sløkkiliðnum.

Heini Østerø átaksleiðari. (Mynd Tórshavnar sløkkilið)

Heini Østerø átaksleiðari. (Mynd Tórshavnar sløkkilið)

– Vit keyptu bátin úr Noregi fyri tveimum árum síðani, og hetta var júst báturin, sum vit ynsktu okkum í sambandi við bjarging, og tá vit skulu kava. Eitt er vanlukkur og bjarging, men vit mugu eisini hava góðan bát í sambandi við oljudálking og annað.

– Báturin er sum sagt keyptur úr Noregi og kostaði um 600.000 krónur. Hann hevur tveir 150 HK stórar motorar, gongur tí skjótt og er sjógóður. Inni í Vágsbotni liggur bjargingarbáturin LÌV altíð klárur, men LÌV kann ikki fara so nær landi, sum okkara bátur kann. Um summarið liggur báturin við síðuna av LÍV í Vágsbotni, men um veturin stendur hann inni í Álakeri, har Bátatænastan heldur til.

– Vit hava í nógv ár trýst á myndugleikarnar at fáa drátt til bátin, og nú er drátturin veruleiki. Skjótt er at hála bátin úr “neystinum” og á sjógv, um okkurt er áfatt. Slíkur bátur skal haldast væl og altíð verða klárur at brúka. Tí havi vit løðitól í “neystinum”, so vit ikki knappliga standa har og ikki fáa stóru motorarnar í gongd, sigur Heini.

At enda spurdi eg Heina, hvussu er at arbeiða hjá Tórshavnar sløkkiliði, tí tað koma fyri arbeiðsuppgávur, sum krevja nakað serligt sálarliga. Til tað svarar Heini stutt: – Mær dámar ómetaliga væl arbeiðið, tí arbeiðsuppgávurnar eru so ymiskar. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *