Málið um steypadystin VB – Kyndil fór av sporinum

Málið um steypadystin VB - Kyndil skuldi ongantið verið komið so langt.

Málið um steypadystin VB – Kyndil skuldi ongantið verið komið so langt.

Nú verður steypadysturin millum kvinnuliðini hjá Kyndli og VB spældur í Vági hóskvøldið klokkan 20.00, men eina lítla eftirmetin loyvi eg mær at gera, tí eg haldi, at vit serliga ikki kunnu bjóða hvørki vb-spælarum ella kyndils-spælarum slíkar umstøður. Spælarar skulu fyrireika seg sálarliga til slíkan toppdyst, og tá er ógvuliga óheppið, at teir ikki týsdag vita, nær dysturin skal spælast. Tað vóru orðini og harvið grundgevingarnar í fjølmiðlunum frá eina kyndilsvenjaranum, sum fekk øði í grindina, og viðmerkingar streymaðu inn á “hondbóltskjak”

Tað vóru serliga orðini “barnagentur” og at fólk mistu arbeiðstímar og skuldu liggja nátt, og at næmingar mistu nakrar skúlatímar, sum fingu fólk kring landið upp úr stólinum. Skulu vit brúka slíkar grundgevingar sum barnagentur og nakrar arbeiðstímar og skúlatímar í føroyskum ítrótti, so kemur rumbul í allar kappingar. Tá kunnu vit heldur ikki spæla landsdystir og altjóða hondbóltsdystir. Hans Holm fyrrverandi kappingarstjóri í HSF plagdi at siga, at bara andlát og jarðarferðir, ódnarveður, námsferðir og umfarssjúka, so lið ikki kundu mannast, kundu útseta og flyta dystir.

Í málinum um steypadystin millum VB og Kyndil fær kyndilsvenjarin Andreas F. Hansen frá mær bara viðhald í eini grundgevingini, og hon er, at sjálvandi skulu kyndilskvinnur og kyndilsmenn ikki spæla týdingarmiklar steypadystir samstundis. Kvinnuliðið í Vági og mansliðið í Vestmanna. Tí kyndilsfólk skulu sjálvandi hava møguleikan at síggja báðar dystirnar. Kjakið á “hondbóltskjak” var ógvuliga áhugavert, men slíkt kjak fer altíð av sporinum, tí summi fólk draga alt annað óviðkomandi inn í kjakið, og summi eru beinleiðis grov. Hetta er keðiligt fyri kjakið, tí gott kjak kann tæna hondbóltsspælinum.

Sjálvandi skuldi málið um steypadystin verið loyst nógv fyrr, tí so sluppu vit undan øllum hurlivasanum. Mær er sagt, at alt málið botnar í, at annar kyndilsvenjarin Andreas F. Hansen er í Qatar, og at annar kyndilsvenjari, sum sjálvur spælir steypadyst í Vestmanna, skal hjálpa Sophus í Vági. Hetta havi eg nú fingið váttað. Venjarin, sum skal spæla steypadyst í Vestmanna, skal sjálvandi hava møguleikan náa báðar dystirnar. Tí átti báðir steypadystirnir frá byrjan ikki at verið lagdir mikudag ella sama dag. Alt um barnagentur og mistar arbeiðstímar og skúlatímar eru óviðkomandi í hesum máli. Grundgevingar, sum slett ikki kunnu brúkast og hoyra heima í hondbólti. Góðan steypadyst í Vági øll somul. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *