Stigatalvan broyttist lítið og einki í bestu hondbóltsdeildum

Anna Brimnes, Kyndil skeyt níggju mál í Vestmanna. (Mynd Álvur)

Anna Brimnes, Kyndil skeyt níggju mál í Vestmanna. (Mynd Álvur)

Seinnapartin sat eg og fylgdi við á hondbóltskjaki, hvussu gekst í dystunum í Vestmanna, Havn og Hoyvík. Stóru orkuna hesuferð hevði eg at finna dómaraseðilin í dystinum millum Neistan og VB kvinnur. Høllin á Hálsi boðaði frá, at onkur var farin við dómaraseðlinum. At enda fekk eg málskjúttararnar frá einum venjara. í samanteljingin vanta bæði Neistin og VB eitt mál, so arbeiðið er ikki nóg væl frágingið við dómaraborðið. Mansdystirnir báðir vóru javnir mest sum allan dystin, meðan serliga kvinnudysturin millum VÍF og Kyndil fekk løgna vend miðskeiðis í seinna hálvleiki.

Síggi í dómaraseðlinum millum VÍF og Kyndil, at eftir fimm minuttir er Kyndil á odda 5-3, men so fær Kyndil einki mál næstan eitt korter, so VÌF leggur er á odda 10-5 seks minuttir fyri hálvleik. Hálvleikstøðan 11-9 til VÍF. Í seinna hálvleiki er VÌF á odda 17-13 eftir fjúrtan minuttir spæl, men so fær VÌF bara eitt mál í tíggju minuttir, so Kyndil kemur upp á javnleik 18-18. Sum eg skilji eg á lagnum, var tað ein mansverja av VÌF spælara, sum gjørdi av dystin í seinasta minutti. Tá eg spurdi um dystin á Hálsi um dystin millum kvinnuliðini hjá Neistanum og VB var sagt, at Neistaliðið var tað betri liðið og hevði uppiborið at vinna dystin.

Tá eg sigi omanfyri, at stigatalvan broyttist lítið og einki, so meini eg við, at VÍF og Kyndil liggja framvegis á odda í mansdeildini, og Neistin og Kyndil liggja framvegis á odda í kvinnudeldini. Tó mistu kvinnurnar hjá VB og VÍF týdningarmikil stig í kappingini at náa FM-finaluplássi. Mansliðiði VÍF heldur beinu kósina í FM-finalurnar, og H71 og KÍF blæsa Kyndil í nakkan. (Geri ikki meira við hondbóltin í kvøld)

VÌF – Kyndil menn 26 – 23 (13-13) Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam

Málskjúttar VÍF: Áki Egilsnes 7, Filip Jojic 6, Julian Olsen 4, Hanus Christophersen 3, Mads Eriksen 2, Sjúrður Olsen 1, Agnar Joensen 1,Teis Rasmussen 1 og Sjúrður Nielsen 1

Málskjúttar Kyndils: Finnur Hansson 7, Rógvi Dal Christiansen 6, David Edvardsen 4, Høgni Klein Olsen 2, Frank Askildsen 2, Julian Johansen 1 og Ludvík Súnason 1

H71 – KÍF 26 – 26 (12-14) Dómarar Heri Petersen og Thomas J. Thomsen

Málskjúttar H71: Halllur Biskopstø 8, Mark Lausen Marcher 6, Djóni Højgaard 6, Rúni Højgaard 2, Pætur Thomsen 1, Hans Kári Hansen 1, Sigmundur Dahl 1 og Jesper Pedersen 1

Málskjúttar KÍF: Hans Eli Sigurbjørnsson 9, Nicklas Selvig 7, Andrias Nielsen 3, Ási Dam 3, Janus Jacobsen 2, Arnbjørn Hansen 1 og Jákup Trygvason 1

Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 VÍF 10 269 220 49 18
2 Kyndil 11 254 229 25 15
3 H71 10 244 213 31 11
4 KÍF 10 258 262 -4 9
5 Neistin 11 252 281 -29 9
6 StÍF 10 240 257 -17 6
7 Team Klaksvík 10 232 287 -55 4

Neistin – VB 28 – 25 (12-9) Dómarar: Uni Wardum og Hannis Wardum

Málskjúttar Neistans: Bára Hansen 6, Milica Rankovic 5, Birita Wardum 5, Jacklin Durhuus 4, Eir Berg 4 og Birita Jacobsen 3 (Har vantar eitt mál í samanteljingini)

Máskjúttar VB: Gintare Butkeviciute 10, Helga Kjærbo 4, Rannvá Johannessen 4, Guðrið Mortensen 3, Una Nolsøe 1, Birita Olsen 1 og Ingrida Kuodyte 1 (Har vantar eisini eitt mál)

VÍF – Kyndil kvinnur 21 – 22 (11-) Dómarar: Gert Hansen og Arnar Dam

Málskjúttar VÍF: Durita C. Jojic 7, Liljan Djurhuus 6, Agnas Olsen 5, Tóra Seloy 2 og Rakul Joensen 1

Málskjúttar Kyndils: Anna Brimnes 9, Bára K. Hansen 5, Marianna Eystberg 3, Turið Arge 3, Guðrun Restorff 1 og Randi Wardum 1

Stjørnan – Søljan: 20 – 6 (12-4) Dómarar: Ragnar Simonsen og Daniel Rapa

Málskjúttar Stjørnan: Ella Petersen 5, Jansy Jacobsen 3, Una Váðklett 3, Jórun Nielsen 2, Simona Florea 2, Edith Hansen 1, Mina Sirdal 1, Judit Hansen 1, Simona Petersen 1 og Anna Jakobsen 1

Málskjúttar Søljan: Nadja Johansen 2, Arnleyg Haraldsen 1, Oddvør Lauritsen 1, Johanna Kjartansdóttir 1 og Jórunn Gudmundssen 1

Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 11 329 226 103 17
2 Kyndil 11 287 221 66 16
3 VB 10 263 205 58 13
4 VÍF 10 273 226 47 12
5 StÍF 10 244 203 41 10
6 Stjørnan 10 171 270 -99 4
7 Søljan 10 93 309 -216 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *