Vit spæla nú seinastu hondbóltsdystirnar í øðrum umfari av fýra í grundspælinum. Nú telja allir dystir ómetaliga nógv, tí skjótt er, at ketan leypur av hjá summum liðum, so tey næstan ikki longur eru við í toppstríðnum um at koma í FM-finalurnar. Javnt er millum fýra lið í kvinnukappingini, meðan mansliðini hjá VÍF og Kyndli liggja væl fyri í løtuni. Sunnudagin eru serliga fýra ómetaliga spennandi dystir. Tveir í kvinnudeildini og tveir í mansdeildini.
Mansliðini hjá VÍF og Kyndli spæla í Vestmanna og H71 og KÍF spæla í Hoyvík. Kvinnuliðini hjá VÍF og Kyndli spæla í Vestmanna og Neistin og VB í Havn. Alt avgerandi dystir fyri stigatalvuna, sum vit alla tíðina hyggja so nógva at. Vit fara fyrst til kvinnudystirnar. Ætla vestmannakvinnur sær heilt upp á tindin eftir slaka byrjan í kappingini, so má dysturin ímóti Kyndli vinnast. Sigursgongdin hjá VÍF byrjaði við sigrinum á Kyndli við einum máli í Havn fyri síðani at vinna á Neistanum í Vestmanna. VÍF hevur higartil tapt seks stig higartil, og Kyndil tapt eisini seks stig.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | Neistin | 10 | 301 | 201 | 100 | 15 |
| 2 | Kyndil | 10 | 265 | 200 | 65 | 14 |
| 3 | VB | 9 | 238 | 177 | 61 | 13 |
| 4 | VÍF | 9 | 252 | 204 | 48 | 12 |
| 5 | StÍF | 10 | 244 | 203 | 41 | 10 |
| 6 | Stjørnan | 9 | 151 | 264 | -113 | 2 |
| 7 | Søljan | 9 | 87 | 289 | -202 | 0 |
VÌF hevur tapt fyri StÍF 24-19 á útivølli, fyri Neistanum á útivølli 34-22 og fyri VB 30-27 á útivølli. Kyndil hevur tapt seks stig. Tveir javnleikir ímótí ávikavest VB og Neistanum í Havn, tapt fyri VÍF í Havn 25-24 og tapt fyri VB í Vági 25-20. Eg rokni við, at VÍF fer at gera alt sunnudagin til tess at koma heilt fram í oddin, har kyndilskvinnur hava trivist væl seinasta kappingarár og higartil í kappingini. Kyndil hevur frálíkt kvinnulið, har tær ungu kvinnurnar gerast betri og betri sum tær eldast og fáa fleiri royndir. Góðan málverja og serlig góða verju. VÍF liðið hevur góða skjúttar í bakketuni, og hava tær góðan dag, so vinnur VÍF dystin, men tað velst sjálvandi um, hvønn taktikk Kyndil leggur fyri dagin sunnudagin.
Í Havn spæla Neistin og VB. Neistin og VB hava tapt hvør síni fimm stig. Neistin spældi ein javnleik ímóti Kyndli, tapti ein dyst fyri Kyndli og tapti fyri VÍF í Vestmanna. VB spældi javnleik ímóti Kyndli í Havn, tapti fyri Neistanum í Vági og tapti fyri StÍF seinasta fríggjadag. Eg rokni við, at Neistin fer at vinna henda dystin, men hetta eru bara gitingar, tí álopsspælið hjá Neistanum kann vera trilvandi og tað sama verjan hjá VB. Óivað koma málverjarnir at gera av henda toppdystin.
| Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
| 1 | VÍF | 9 | 243 | 197 | 46 | 16 |
| 2 | Kyndil | 10 | 231 | 203 | 28 | 15 |
| 3 | H71 | 9 | 218 | 187 | 31 | 10 |
| 4 | KÍF | 9 | 232 | 236 | -4 | 8 |
| 5 | Neistin | 10 | 220 | 258 | -38 | 7 |
| 6 | StÍF | 10 | 240 | 257 | -17 | 6 |
| 7 | Team Klaksvík | 9 | 209 | 255 | -46 | 4 |
Mansliðið hjá VÍF hevur bara tapt tvey stig higartil, og tað var fyrsta dystin 21-20 fyri StÍF á útivølli, Kyndilmenn hava fimm stig. Spælt ein javnleik ímóti Neistanum, tapti fyri H71 við einum máli og tapti fyri VÍF í Havn 27-21. Bæði liðini mugu sigast at vera í góðum stima í løtuni, har serliga frálíki málverjin hjá Kyndli, kyndilsverjan og David Edvardsen halda Kyndli frammi í oddinum. Rokni við, at VÍF vinnur tepurt á Kyndli Sunnudagin, men so skulu vit minnast til, at VÍF vann bara við einum máli á StÍF á heimavølli.
Stóri lagnudysturin í mansdeildini er í Hoyvík, tí tapir KÌF dystin fyri H71, so má KÍF sigast at vera heilt avskrivað at náa FM-finaludystirnar. KÍF hevur higartil mist tíggju stig og H71 átta stig. KÌF er dømi um lið, hvussu nógv bara ein spælari kann siga fyri liðið. Tað er KÍF við og uttan Nicklas Selvig. Vinstri henti danin er lykilin ímóti H71, sum hevur frálíkt verjuspæl, men skjýtur ov fá mál til tess at náa heilt upp á tindin.
Spennandi at síggja, hvussu stigatalvurnar síggja út eftir dystirnar sunnudagin. (Vagnur)
