Jacob er kent hondbóltsnavn í Føroyum, og hevur hann, síðani hann kom til Føroya á ólavsøku 1998, vunnið meistaraheitið í bestu deildini bæði sum venjari og spælari. Jacob hevur altíð strembað eftir at spæla um heiðursmerki, men nú er hann farin at venja kvinnurnar hjá Søljuni, sum higartil hava tapt allar dystirnar við nógvum málum. Eg hava spurt Jacob, hví hann hevur valt júst hesa venjarauppgávuna?
– Sum tú sigur, er rætt, at eg sum hondbóltsspælari og venjari altíð fari eftir ovastu rók, men tá ið eg var spurdur at venja Søljuna, eftir at Mortan Hust blakaði handklæðið í ringin, hugsaði eg, at henda venjarauppgáva ljóðaði spennandi, tí venjarauppgávan er ein heilt onnur, enn tá eg tildømis vandi Neistan, Kyndil og KÍF í besti deildini.
– Leiðslan í Søljuni hevur valt at spæla í bestu deildini við endamálinum at birta lív í aftur hondbóltin í Vágum. Tey kundu valt at byrjað við gentum 10 ár og so bygt upp í nógv ár, men tey velja heldur at fáa hini kvinnuliðini í bestu deildini at koma vestur í Vágar at spæla ímóti Søljuni, so spælarar og vágafólk síggja bestu kvinnurnar í landinum. Ùrslitið av dystunum kemur ikki í fyrstu røð.
– Sjálvandi veit eg og spælararnir, at vit ikki standa mát við hini liðini, og at Søljan ikki kann berjast um gullið. Kvinnurnar, sum eru millum seytjan og tretivu ár, eru óroyndir spælarar í bestu deildini, og teir vanta enn førleikar at klára seg ímóti bestu liðunum..
– Uppgávan hjá mær er fyrst og fremst at læra kvinnurnar tað mest grundleggjandi í hondbóltsspælinum, sum tær ikki hava lært í yngru deildum. Sjálvandi duga tær nøkur ting, men hetta er ikki nóg mikið at vinna á hinum liðunum. Fyrsta uppgávan hjá mær er, at liðið skjýtur fleiri mál, og vit minka um málmunin. Vit skjóta enn ikki fleiri mál, men vit hava minkað um tapini, síðan er kom vestur. Kunnu vit minku um málmunin hvønn dyst við nøkrum málum, so fegnast vit øll.
– Áhugin fyri hondbólti er stórur í Vágum, men hann hevur ligið í dvala í mong ár, tá hugsað verður um bestu deildirnar Tú spyrt, um kvinnurnar tíma at tapa hvønn dyst við so nógvum málum? Her er at siga, at vit eru millum tólv og sekstan spælarar til venjingar, og lagið er gott í spælarahópinum. Kvinnurnar eru positivir og motoveraðar at læra, og hetta er frálíkt fyri venjaran.
– Sjálvandi vita bæði eg og kvinnurnar, at niðurtúrar kann koma á vetrinum. Eg krevji sjálvandi nakað av spælarunum, men krøvini eru ikki størri enn tær megna. Uppgávan hjá mær er alla tíðina at eggja kvinnunum at halda fram at mennast sum hondbóltsspælarar. Og eg má siga, at tær hava positivan vilja at venja og læra. Tú spyrt eisini, hví liðið ikki heldur spælir í 1. deild?

Søljan hevur nógv at læra bæði í verju og álopi til tess at standa seg í bestu deildini. (Mynd Álvur)
– Eg havi nevnt omanfyri, at nevndin í Søljuni valdu henda leistin at menna hondbóltin í Vágum. Tá talan er um 1. deild kvinnur, so skilji eg slett ikki og haldi, at tað er heilt burturvið, at venjarar taka sekstan kvinnur við til dyst, har fleiri spælarar sita á beinkinum enn spæla á vøllinum, og summir spælarar bara fáa fáar minuttir á vøllinum. Tá var betri, at summir spælarar spældu í 1. deild, men tað gera flestu spælarar ikki, tí fleiri lið í bestu deildini hava slett ikki lið í 1. deild. Tú mennist ikki sum hondbóltsspælari við at sita á beinkinum, sigur Jacob at enda.
Nógv við mær hava stóran áhuga í, at kvinnurnar í Søljuni mennast so mikið, at liðið kann standa seg í besti deildini. Vit hava brúk fyri Søljuni í hondbóltsfamiljuni, og eg ynski Søljuni og Jacob Jónsson góða byr víðari í kappingini. (Vagnur)

