Sunneva Sandø var egin, ráðarík og serlig stríðskvinna

Sunneva fekk fleiri heiðursgávur fyri sítt serliga hjállparvirksemið í kvinnufongslinum. (Mynd bókin)

Sunneva fekk fleiri virðislønir fyri sítt serliga hjálpararbeiðið og dirvið í kvinnufongslinum. (Mynd bókin)

Tá eg fekk bókina “Sunneva – dame af sjældent mod” í hondina, gjørdist eg forvitin, tí millumnavnið Sandø var í navninum á hesi serligu kvinnu, sum eftir seinna heimsbardaga fekk fleiri virðislønir, tí hon undir seinna heimsbardaga sýndi serligt dirvi at hjálpa medfangum í týskum kvinnufongsli og týningarlegu. Sunneva var fødd á Sandi og er elsta dóttir sóknarprestin danan Hans Christian Pedersen, sum var prestur á Sandi frá 1896 til 1902.

Tey vóru seks systkin. Sunneva stendur uttast til vinstru. (Mynd bókin)

Tey vóru seks systkin. Sunneva stendur uttast til vinstru. (Mynd bókin)

Longu fyrst í bókini fært tú varhugan av, at her er talan um serliga smágentu, sum skjótt kemur tvørs av pápanum og vildi ganga egnar leiðir. Sunneva var ikki løtt hjá foreldrunum og serliga pápanum at fáast við, tí Sunneva og pápin vóru so ymisk. Pápin var ógvuliga konservativur í síni hugsan, bæði tá talan var at uppala børn og millum kirkjuliðið í bygdini. Hann vildi millum annað hava, at systkini gingu í eins serligum seymaðum klæðum, sum onnur børn í bygdini ikki gingu í. Og sum prestur vildi pápin ikki gifta fólk, har hann visti, at maðurin smakkaði sær ov nógv á. Tá vísti hann unga parinum til prestar í grannabygdunum.

Týskurin bygdu fleiri slíkar legur bæði í Týsklandi og í hertiknum londunum. (Mynd bókin)

Týskurin bygdu fleiri slíkar legur bæði í Týsklandi og í hertiknu londunum. (Mynd bókin)

Gekk ikki væl millum foreldrini og serliga pápan og Sunnevu, so elskaði hon abban og ommuna í Danmark, foreldrini hjá mammuna Claru. Í 1902 flutti presturin og familjan aftur til Danmarkar, men sambandið millum Sunnevu og pápan bara versnaði, tá ið Sunneva gjørdist tannáringur. Sunneva helt, at pápin var dupultmoralskur, tí hann hevði eina føroyska vinkonu í Føroyum, sum hann syrgdi fyri eisini kom til Danmarkar. Ikki varð prógvað, at pápin var meira ein vinmaður við føroysku kvinnuna, men Sunneva hevði sín mistanka.

Nógvir kvinnuligir vaktir fóru illa við fangunum. (Mynd bókin)

Nógvir kvinnuligir vaktir fóru illa við fangunum. (Mynd bókin)

Sunneva tímdi ikki at ganga í skúla, men við neyð og deyð eydnaðist henni kortini at fáa studentsprógvið. Hon var nú blivin so ill inn á pápan, sum hon helt blandaði seg ov nógv í hennara gerandisdag, at hon rýmdi til París, har hon ongan kendi. Ì París virkaði hon sum fimleikalærari og hevði eisini onnur fyrifallandi arbeiði.

Tá seinni heimsbardagi byrjaði, fór Sunneva at arbeiða hjá Reyða Krossi í Fraklandi. Serliga hevði hon áhuga í jødum, sum mátti flytast og goymast fyri týskinum, og serligan alsk hevði hon fyri nógvu børnunum, sum gjørdust foreldraleys orsakað av krígnum. Men so tekur Sunneva eina avgerð, sum kom at mynda hana restina av lívinum. Hon fór inn í mótstøðurøðsluna París og serliga hjálpti hon bretskum njósnarum, sum virkaðu í Fraklandi. Hon bjargaði skinninum meira enn einaferð, tá ið hon kundi vísa týskinum, at hon var fødd í Føroyum og var ikki danskur njósnari. Týskland hevði jú hertikið Danmark.

Sunneva kom serliga at hava samband við tveir njósnarar Yeo-Thomas og Brossolette, men tá ið hesir báðir vórðu handtiknir av týskum, var Sunneva nakað seinni eisini handtikin og flutt í kvinnuleguna í Ravensbrück í Týsklandi. Hvussu skilið var í týsku fongslunum og týningarlegunum, hava vit mangan hoyrt um, og tað, sum Sunneva sigur frá, er dapur lesnaður. At fólk kunnu soleiðis fara við øðrum fólkum, er óskiljandi fyri okkum onnur.

Sunneva vitnaði ímóti leiðarunum í kvinnufongslinum. Leiðarin var dømdur til deyða. (Mynd bókin)

Sunneva vitnaði ímóti leiðarunum í kvinnufongslinum. Leiðarin var dømdur til deyða. (Mynd bókin)

Tað var serliga í kvinnufongslinum, har kvinnur livdu undir ósømiligum korum, at Sunneva vísti serligan stríðsvilja og kenslur fyri øðrum fangum. Hon sigur frá, hvussu óndar serliga nakrir kvinnuligir vaktir vóru ímóti fangunum. Sunneva sá nógvar kvinnur doyggja av sjúku og maktarloysi. Seinast í bókini vera teir norðurlendsku fangarnir leyslætnir í býti við týskar fangar í norðurlondum. Svenskir bussar heintaðu fangarnar og koyrdi teir til Svøríkis. Eftir kríggi var Sunneva verandi í Danmark, har hon undirvísti í týskum og fronskum. Hon ferðaðist eisini víða, har hon helt fyrilestrar um tíðina í týsku legunum. Hon var virkin í felagsskapum, sum hjálptu serliga foreldraleysum børnum eftir seinna heimsbardaga.

Longu sum smágenta varð Sunneva ikki í krithúsinum hjá pápanum. Her síggja vit pápan og mammuna. (Mynd bókin)

Longu sum smágenta varð Sunneva ikki í krithúsinum hjá pápanum. Her síggja vit pápan og mammuna. (Mynd bókin)

Áhugavert at lesa sambandi millum medfangan Ragnu Ficher, sum var hálvur jødi, og Sunneva. Sunneva ákærdi Ragnu at vera njósnara fyri týskar vaktir í kvinnufongslinum. Men Sunneva mátti at enda taka aftur ákærurnar, sjálvt um hon visti, at Ragna ikki hevði reint mjøl í skjáttuni.

Sunneva Sandø doyði 83 ára gomul 18. mai 1981. Bókin, sum kom út í 2013 og skrivað av Anders Otte Stensagar, er ómetaliga góð og rørandi. Meðan eg las bókina, hugsaði eg fleiri ferðir: – Henda kvinnan er jú fødd í Føroyum og hevur traðkað barnaskógvarnar á Sandi. At enda kann nevnast, at eg ongantíð áður hava sæð ein so langan keldulista aftast í eini bók. (Vagnur)

Sunneva fekk eftir seinna heimsbardaga nógvar virðislønir) (Mynd bókin)

Sunneva fekk eftir seinna heimsbardaga nógvar virðislønir. (Mynd bókin)

.

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *