Ábendingarnar í bestu kvinnudeildini gerast enn týðiligari

jkjkjk

VÍF hevur longu mist seks stig av tólv møguligum í fyrsta umfari í grundspælinum.

Tá eg fylgi við hondbólti í bestu deildunum, hyggi eg ómetaliga nógv eftir innanhýsisúrslitum, sum kunnu telja heilt nógv seinastu dystirnar í grundspælinum. Vit plagdu at siga, at skalt tú ovasta á tindin, mást tú í hvørfall vinna heimadystinar og so nakað aftrat. Fyri kappingarbyrjan í bestu kvinnudeildini roknaði eg fyrst og fremst við fýra liðum, sum komu at kappast um at náa FM-finalurnar. Kyndil, VÍF, Neistin og VB. StÍF liðið kom at vera í eini millumstøðu, sum argaði hini, og eg hevði avskrivað Stjørnuna og Søljuna.

Fyrsta umfarið av fýra er um at vera liðugtspælt, og mínar ábendingar halda við nøkrum áhugaverdum undantøkum. Eg visti, at Kyndilsliðið var viknað nakað, tá Simona Petersen og Kristina Griksaite ikki eru við, at VÍF fór at halda tørn, at VB við nýggjum útlendingum og betri málverja veruliga fór at býta seg fast í toppin, og at Neistin við nýggjum útlendingi fór at klára seg betur í vetur enn seinasta vetur.

Longu í fyrsta dystinum kom fyrsta áhugaverda ábendingin, tá Kyndil og VB spældu 22-22 í Havn. Næsta stóra ábendingin kom, tá Kyndil vann 30-26 á Neistanum, men tað kom óvart á meg, at VÍF tapti fyri StÍF á Skála og Neistanum í Havn fyri síðani at vinna 25-24 á Kyndli í Havn.

Nú bíðaði eg so eftir dystinum í dag millum VB og VÍF í Vági, tí fyri bæði liðini var dysturin týdningarmikil. Her hugsaði eg serliga um VB, sum má vinna heimadystirnar, skal liðið gera sær vónina at koma í FM-finalurnar. Seinasta kappingar tapti VB alt ov nógv stig á heimavølli. Tá eg nevni innanhýsisstig, so merkir hetta, at liðini niðanfyri tvey tey ovastu liðini mugu vinna á toppliðunum, um tey skulu fáa tey aftur. Tildømis hevur VB longu tapt fyri Neistanum í Vági, og VÍF tapt fyri Neistanum í Havn.

9. november skal Kyndil til Vágs, og tá er ógvuliga umráðandi fyri VB at vinna júst henda dystin. Neistin skal til Vestmannar 12. november, og tapir VÍF tildømis dystin, so hevur VÍF tapt tveir dystir fyri Neistanum. Tað eru hesir innanhýsis sigrarnir, sum telja so ómetaliga nógv til tess at náa toppin. Eitt umfar er um at verða liðugtspælt, tó vanta StÍF og VB at spæla ein dyst.

Tá eg síggi dómaraseðilin í dystinum í dag millum VB og VÍF, so leggi eg til merkis, at VB letur nógv mál fara inn, sjálvt um dysturin er vunnin. Heili 27 mál ímóti VÍF á heimavølli og heili 31 ímóti Neistanum á heimavølli. Áhugaverd ábending, sum sigur nógv. Eisini síggi eg, at VÍF spælararnir Durita, Agnas og Liljan skjóta øll málini uttan eitt mál. Mær dámdi væl StÍF liðið ímóti Neistanum í Havn, sjálvt um liðið tapti. Helt meg síggja, at fleiri StÍF spælarar ikki orkaðu ímóti dystarenda. Eingin ivi er um, at grundspælið í kvinnukappingini er meira spennandi enn seinasta kappingarár, har Kyndil reyk avstað fyrst í kappingini.

Í løtuni siti eg inni við eini ábending, hvørji tey tvey liðini eru, sum spæla FM-finalurnar komandi vár. Ì fjør hevði eg plettskot longu eftir fyrsta umfar, men nú má eg bíða til 9. november, tá VB og Kyndil spæla í Vági og 12. november, tá VÍF og Neistin spæla í Vestmanna. So kann eg leggja aftrat, at StÍF liðið kann veruliga arga ovastu liðini. Hyggja vit at stigatalvuni, so hevur einki lið fult stigatal eftir eitt umfar. Og hagtøl? Eg havi uppgivið at skrivað málskjúttar og annað, sum annars hevur stóra undirtøku á heimasíðuni, tí tað er vónleyst at fáa allar dómararseðlarnar til tíðina, og summar dómaraseðlar liggja væl goymdir í onkrum skýmaskoti og síggja ongantíð dagsins ljós. Spyr bara Ásbjørn, sum roynir at dagføra málskjúttaralistan. (Vagnur)

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 Neistin 6 190 121 69 10
2 Kyndil 6 166 122 44 9
3 VB 5 134 105 29 7
4 StÍF 5 126 94 32 6
5 VÍF 6 164 142 22 6
6 Stjørnan 6 106 178 -72 2
7 Søljan 6 63 187 -124 0

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *