Jákup Hanusson er farin at venja ungdómslið á Eiði

Jákup arbeiðir hjá Mariu Poulsen. (Mynd Vagnur)

Jákup arbeiðir hjá Mariu Poulsen. (Mynd Vagnur)

Hondbóltur hevur djúpar røtur á Eiði, og tað var tann tíð, tá EB bæði hevði manslið og kvinnulið í bestu deildini. Í 1970-árunum gjørdist hondbóltur innanduraspæl, og tá kundi EB ikki fylgja við, tí tey høvdu onga høll. Nú er snotulig ítróttarhøll á Eiði, men tey vanta nóg góðar venjarar, tí tey nýggju ættarliðini hava ikki lært at spæla hondbólt. Jákup Hanusson er kendur og góður neistavenjari, og hann og Eyðun R. Jensen eru farnir norður til Eiðis at venja teirra ungdómslið. – Eg havi ofta hugsað um, at tað kundi verið stuttligt at roynt seg sum venjari hjá einum lítlum felag, og tá ið møguleikin beyðst, tók eg av, og so fáa vit at síggja, hvussu alt fer at laga seg.

– Tá ið eg 1976 byrjaði at spæla hondbólt í Neistanum, gekk ikki long tíð, so gjørdist eg eisini venjari, sum mær dámdi sera væl. Men so kom steðgur í, tí eg tók við einum festi í Leynum, sum hevur hoyrt til faðirættina, so langt aftur í tíðina, sum vit kunnu lesa. Eg havi altíð tikið tað, sum eg havi fingist við í stórsta álvara, og tí kom garðurin í fyrstu røð, og hondbólturin varð meira ella minni lagdur á hillina.

–  Seinni fekk eg børn sjálvur, sum fóru at spæla hondbólt, og eg vandi og fylgdi børnunum í tíggju ár. Tvey ár í H71, har sonurin spældi og spælir enn, og átta ár í Neistanum, har døturnar valdu at spæla. Onnur er tó givin. Nú eru børnini vaksin, og bæði tey og eg hava tørv á nýggjum avbjóðingum. Tá ið eg so fekk møguleikan at gerast venjari á Eiði, tók eg av. Eg eri fyltir fimti ár og havi framvegis hug at arbeiða sum venjari, men nú er tíðin komin at royna okkurt nýtt.

– Á Eiði eru ómetaliga góðar umstøður at venja hondbólt, tí bygdin hevur snotuliga ítróttarhøll. Trupulleikin á Eiði er, at tey, sum einaferð leiktu í teimum bestu deildunum bæði hjá kvinnum og monnum, nú eru vorðin eldri fólk, tí EB mest sum gavst við hondbóltinum, tí hallirnar komu kring landið. Tey ungu á Eiði hava ikki hondbóltsroyndirnar, og tað er her eg royni at gera mun. Eg havi fingið Eyðun R. Jensen at hjálpa mær. Eyðun og eg kennast væl, og vit arbeiða eisini sera væl saman. Samstundis er tað hugaligari og lættari at hava ein góðan samstarvsfelaga.

EB hevur frálíkar hondbóltsumstøður í nýggju høllini. (Mynd Vagnur)

EB hevur frálíkar hondbóltsumstøður í nýggju høllini. (Mynd Vagnur)

– Á Eiði merki eg stóran áhuga fyri hondbóltinum, og tað er ógvuliga stuttligt og gevandi at hitta nýggj fólk. Nógv er øðrvísi enn í Havn, men eg havi verið nógv úti á bygd og kenni bygdarmentalitetin væl, so eg føli meg onkursvegna á heimavølli kortini. Eg vóni at vit øll fáa nakað burturúr, tí vit læra so leingi vit liva.

Tú spyrt, hvørjar spælarar eg venji, og hvussu hugurin hjá teimum ungu er at spæla    hondbólt ?

– Vit venja á Eiði hvørt mánakvøld, frá kl. fimm til kl. átta. Framyvir fari eg eisini at venja gentur 12 og dreingir 14, annaðhvørt mikukvøld, frá kl. seks til hálvgum nýggju. Tá er Eyðun ikki við, tí hann hevur so nógv annað at takast við. Men vit hava góðar hjálparvenjarar til allar bólkarnar, so teir taka síni tøk, tá ið vit ikki eru til staðar.Vit venja fýra bólkar.      Gentur 10, dreingir 10, gentur 12 og dreingir 12 og 14. ár. Gentur og dreingir 10 venja saman, siðani venja gentur 12 fyri seg sjálvar, meðan dreingir 12 og 14 venja saman.

Sunnvá er forkvinna í Eiðis Bóltfelag. (Mynd Vagnur)

Sunnvá er forkvinna í Eiðis Bóltfelag. (Mynd Vagnur)

Tíverri megna vit ikki at manna lið hjá dreingjum 12 og gentum 14, men soleiðis er tað nú einaferð, tá ið økið er lítið. Nakrir dreingir 12 eru, og teir venja so við dreingjum 14. Liðið hjá dreingjum 14 verður sostatt mannað við bæði dreingjum 12 og dreingjum 14. Verri er við gentum 14. Her eru bert tvær gentur, og hvar skulu tær vera ? Hettar er trupult og ivasamt er, hvussu trupulleikin kann loysast. Eitt lítið felag hevur brúk fyri øllum leikarum.

Sum omanfyri sagt er Jákup kendur neistavenjari við góðum úrslitum at vísa á. At enda spyrji eg hann, hvør munurin er at venja eitt lítið felag sum EB og at venja eitt stórt felag sum Neistan. Og eru nógvir evnaríkir spælarar at hóma á Eiði?

– Heilt øðrvísi trýst er á venjarum í stóru feløgunum. Her skal vinnast ! Hóast tað “bert” snýr seg um ungdómslið, so merkir tú trýstið frá foreldrum og teimum sum eru rundanum felagið. Trýstið er nógv økt hesi seinastu árini, og tað siga fleiri aðrir venjarar. Eisini tey, sum eitt nú leggja hondbóltskappingina til rættis. Tað er alt ov stór ávirkan av fólki, sum í veruleikanum ikki hava annan leiklut enn at stuðla hondbóltinum sum best.

Á Eiði er heilt øðrvísi. Har eru tey takksom fyri, at vit tíma at koma til Eiðis at venja ungdómin. Á Eiði eru nógvir evnaríkir spælarar, og liðini skulu, sum tíðin líður, nokk fara at klára seg væl. Nakrir spælarar av Eiði eru við í talentvenjingunum, sum HSF skipa fyri, sigur Jákup at enda.

Mær dámar væl, at teir báðir Jákup og Eyðun eru farnir til Eiðis at venja ungdómslið, tí djúpar hondbóltsrøtur eru á Eiði og karmarnir eru góðir. Tað hevur ómetaliga stóran týdning fyri føroyskan hondbólt, at Eiði kemur afturíaftur. Og eg vóni inniliga, at hetta er startskotið, at EB liðini eins og í 1960 og 1970-árunum gerast millum bestu ungdómsliðini í landinum. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *