Rógvari umborð Fuglfirðingi mátti rógva í undirbuksum

Rógvarar vóru keddir, at maður gav avboð við so stuttum skotbrái. (Mynd Vagnur)

Rógvarar vóru keddir, at maður gav avboð við so stuttum skotbrái. (Mynd Vagnur)

Eg skilti ikki heilt leygardagin, hvussu bar til, at klaksvíkingar vóru komnir til Havnar við 10-mannafarinum Fuglfirðingi. Eftir ódnartøkini nýttu fleiri bátar dráttin í Álakeri, og tá Fuglfirðingur kom at landi eftir róðrarnar, kom rógvari í land í berum undirbuksum, og serliga gentur og kvinnurnar flenti eitt sindur av hesum. Nú havi eg kannað nærri, hví Fuglfirðingur við klaksvíkingum var í Havn til seinastu ódnartøkini. Havi tosað við klaksvíking og við Steingrím á Vollanum, sum hevur slóðað fyri at varðveitt Fuglfirðing, sum Niclas í Koltri smíðaði í 1963.

Søgan um undirbuksurnar er henda: Klaksvíkingar, sum vanliga rógva við Klaksvíkingi, vildu gera Ólavi Hátún eina tænastu. Synirnir hjá Ólavi hava róð við Klaksvíkingi. Ólavur róði sum ungur við Fuglfirðingi, og hann tvíheldur um, at Fuglfirðingur er eins góðir bátur, sum nýggju bátarnir í flotanum. Hetta skuldi so roynast leygardagin. Klaksvíkingar høvdu leigað sær bil at koyra bátin til Havnar, men klokkan tíggju um morgunin gevur rógvari avboð, tí hann skulidi á fjall.

Tað gjørt skemtiligt, at rógvari kom í land í undirbuskum. (Mynd Vagnur)

Tað gjørdist heilt skemtiligt,tá rógvari kom í land í undirbuskum. (Mynd Vagnur)

Menninir fóru kortini til Havnar við bátinum, og endin var, at maðurin, sum koyrdi bilin, mátti seta seg á toftubekk. Hann róði við Eysturoyingi í summar, men hevur ikki hildið eini ár síðani á ólavsøku. Teir vóru nakað seinir, og tí náddi teir ikki fyrsta ódnartakið. Bilstjórin hevði  eingi venjingarklæði, og arbeiðsbuksurnar vóru ov strammar, so hann kundi rógva í teimum. Hann gjørdi skjótt av, fór úr buksunum og í undirbuksum setti hann seg á toftbekk á Fuglfirðingi.

Hesa løtu vóru bara teir í dráttinum í Álakeri, men tá teir komu aftur at landi, vóru aðrir bátar har og nógv fólk. Fólk flentu, tá bilstjórin undirbuksum gekk úr dráttinum í lastbilin at lata seg í arbeiðsbuksurnar.

Fuglfirðingur er mítt hjartabarn, sigur Streingrím á Vollanum 

Eg havi ringt til Steingrím á Vollanum og spurt hann, hvør søgan er um umvælda 10-mannafari. Í 2007 vóru vit nøkur, sum tóku okkum saman at fáa gongd á aftur kappróðurin í Fuglafirði. Vit byrjaðu við at taka kappróðurin burturúr ÍF samtakinum. Vit útvegaðu okkum 5-mannafar úr Havn, sum bleiv til Silju. Seinni komu 6-mannafarið Rádni og 8-mannafarið Gullbrandur. Vit áttu 10-mannafarið Fuglfirðing frá 1963, og tá pláss ikki var fyri bátinum nakrastaðni, og báturin var í ringum standi, vóru røddir frammi, at felagið skuldi sleppa sær av við bátin. Kanska selja hann til Danmarkar.

Klaksvíkingar í Fuglfirðingi vóru eisini við. (Mynd Vagnur)

Klaksvíkingar í Fuglfirðingi í Álakeri. (Mynd Vagnur)

– Hetta var eg og onnur ímóti, og endin gjørdist, at báturin varð fluttur til Sands, har Jóan Petur Clementsen bátasmiður umvældi bátin, so hann gjørdist sum nýggjur. Báturin vigar eins og bátarnir, Sámal Hansen smíðar, og Sámal máldi upp Fuglfirðing, tá hann byrjaði at smíða 10-mannafør. Til stuttleika kann nevnast, at einaferð áður hava klaksvíkingar roynt Fuglfirðing. Òivað í samráð víð Ólav Hátún, sum á sinni róði við bátinum. Ferðmátarin var í bátinum, sum fylgdi Fuglfirðingi, og klaksvíkingar megnaðu at halda 10,2 míl 1500 metrar. Teir náddu ikki longur enn 9,5 við Klaksvíkingi, og tá vóru teir FM-vinnarar.

– Fuglfirðingur hongur uppi undir loftinum í neystinum. Tað hevði verið ómetaliga áhugavert og stuttligt, um Fuglfirðingur bleiv mannaður við góðari manning, so hann kundi royna seg ímóti nýggju bátunum, sigur Steingrím at enda.

Royndin við Fuglfirðingi skuldi gerast í óndartakinum leygardagin, men ein rógvari gav avboð leygarmorgunin. Fuglfirðingur er vakurt og søguligt 10-mannafar. (Vagnur)

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *