Nær eru myndir sannar, og nær eru tær ikki sannar

Góð mynd, men er hon sonn?

Góð mynd, men er hon sonn?

Á Facebook sært tú nógvar løgnar myndir, har tú ivast, um myndin er sonn ella ikki sonn. Teknikurin er nú so framkomin, at fólk kunnu snikka til ymsar myndir, har tú ivast, um myndin er sonn. Sá herfyri eina stuttliga mynd, har nógvur sjógvur var í Vaglinum í Havn. Fólk róðu í árabátum, og eingir vóru bilarnir. Myndin sýntist verulig og harvið stuttlig. Er myndin sonn, so er hundurin væl vandur, má eg siga.

Myndina omanfyri sá eg herfyri á Facebook. Òmetaliga góð mynd, men eg fór at ivast, um myndin er sonn. Hyggur tú nærri at myndini, síggjast nakrir kantar, sum siga, at hundurin kanska er lagdur aftrat myndina av dreinginum. Labbarnir á hundinum á dýnuni siga kanska frá, at myndin ikki er sonn. Dýnan skuldi verið kroyst meira saman, tí hundurin er tungur. Eg stóð púra býttur, tá eg fyri nú fleiri árum síðani í skúlanum sá, hvussu næmingar dugdu at brúka Power point. Tá eitt u-land fyri meg. Kann onkur siga mær, um myndin omanfyri er sonn? (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *