Gjørdist errin av beiggja mínum, tá hann svam um Nólsoyarfjørð

Leivur svam allan teinin uttan steðg. (Mynd Torbjørn)

Leivur svam allan teinin uttan steðg. (Mynd Torbjørn)

Tá eg seinasta fríggjakvøld hoyrdi, at Leivur yngsti beiggi mín ætlaði at svimja um Nólsoyarfjørð í sambandi við Ovastevnu, helt eg, at nú var maðurin vorðin ørur í høvdinum. Eitt er at svimja “motiónssvimjing “ í Havnar svimjifelag einar tvær ferðir um vikuna, svimja nakrar hundrað metrar á ólavsøku, svimja einar túsund metrar um Trongisvágsfjørð, so er annað at svimja úr Havn til Nólsoyar. – Eg tók ikki avgerðina at vera við fyrr enn fríggjadagin , sigur Leivur.

Svimjararnir er klárir til uppgávuna um Nólsoyarfjørð.

Svimjararnir eru klárir til uppgávuna um Nólsoyarfjørð.

Í sambandi við Ovastevnuna hava tey í seytjan ár skipað fyri kappsvimjing um Nólsoyarfjørð. Eitt navn, sum altíð gongur aftur, er Erlendur Simonsen, sum eisini svam í ár. Tey fara á bláman yviri við Stond, og so er at taka hædd fyri streymi og veðri, sum er stórur viðspælari í kappsvimjingini um fjørðin. Eg havi spurt beiggja mín Leiv, um hann leingi hevur gingið við tonkunum at svimja um Nólsoyarfjørð. Ein veruligur manndómsroynd, haldi eg. Og Leivur sigur.

Svimjararnir klárir at fara á bláman yvir við Strond. (Mynd Torbjørn)

Svimjararnir eru nú klárir at fara á bláman yvir við Strond. Leivur (fremst) hevur ikki tol at bíða.  (Mynd Torbjørn)

– Alla seinastu viku hugdi eg fleiri ferðir út í Nólsoyarfjørð við tankanum um at melda meg til kappingina, og ikki fyrr enn fríggjadagin tók eg avgerðina. Væl visti eg, at eg ongantíð áður havi svomið so langt og so slett ikki á sjónum. Eg havi í nøkur ár svomið á rørsluliði í Havnar svimjifelag, har vit svimja einar tvær ferðir um vikuna. Eg gjørdist mest sum bitin av vælskipaðu svimjingini, sum er frálíkt átak, sum Havnar svimjifelag tók stig til fyri nøkrum árum síðani. Rørslusvimjing er skipað svimjivenjing fyri ikki kappsvimjarar, har flestu fólkini er tilkomin fólk.

Á tólinum í bátinum sæst, hvussu langt suður í fjørðin fyrst mátti farast. (Mynd Torbjørn)

Á tólinum í bátinum sæst, hvussu langt suður í fjørðin fyrst mátti svimjast. (Mynd Torbjørn)

– Eg var ómetaliga spentur og uppsettur, tá avgerðin varð tikin fríggjadagin. Beiggi mín Torbjørn og sonur tín Hanus fylgdi mær í báti um fjørðin. Hanus hevur áður stimað við svimjara um Nólsoyarfjørð. Eftir eina løtu merkti eg, at eg ikki gjørdist troyttari enn eitt vist, og eg svam út í eitt allan teinin til Nólsoyar. Og sjálvandi var eg ómetaliga væl nøgdur. Tað kom eisini óvart á meg, at eg orkaði so væl, tí eg stúrdi eitt sindur fyri uppgávuni, ja, um eg kanska mátti gevast á hálvari leið.

Her nærkast Leivur málinum í Nólsoy. (Mynd Torbjørn)

Her nærkast Leivur málinum í Nólsoy. (Mynd Torbjørn)

– Vit fóru á bláman ein tíma fyri vestfalskyrrindi og svumu nakað suður í fjørðin. Eg síggi nú á tólinum í bátinum, at eg fór longur suður enn vanligt, men tað var harði streymurin, sum gjørdi hetta. Men taktikkurin hjá okkum var góður, tí eg var einasti svimjarin, sum kom beint á bygdina og kundi svimja inn á málið. Hinir komu upp á land so langt frá málinum, at teir máttu renna seinasta strekkið.

Leivur er júst komin á land í Nólsoy og prátar við Eirik Hofgaard. (Mynd Torbjørn)

Leivur er júst komin á land í Nólsoy og prátar við Eirik Hofgaard næstformann í Havnar Svimjifelag. (Mynd Torbjørn)

Teir sóu á tólinum í bátinum, at eg leygardagin svam umleið 6.000 metrar, ja, so kann er iðra meg eitt sindur, tí var eg farin upp á land ístaðin at svimja seinasta strekkið inn í bátahylin, kom eg eitt fet longur upp á tíðartalvuni, sigur ein væl nøgdur Leivur Michelsen, sum leggur aftrat, at tey søgdu í Nólsoy, at hann er elsti svimjari, sum hevur svomið um Nólsoyarfjørð. Leivur fyllir 58 ár 28. august. Sig so tað. Leivur kom á mál við tíðini 1 tíma 43 minuttir.

Danski politistabáturin fylgdi einum av manningini, sum svam um Nólsoyarfjørð. (Mynd Torbjørn)

Danski politistabáturin, sum fylgir Sea Shepherd,  fylgdi einum av manningini, sum svam um Nólsoyarfjørð. (Mynd Torbjørn)

Eg minnist, at miðskeiðis í 1970 árunum skipaði Tórshavnar Froskmannafelag fyri svimjing um Nólsoyarfjørð. Hetta vóru serliga froskmenn og eisini nakrar kvinnur, sum vóru við í kappingini. Eg haldi, at tey tá svimu við svimjifótum. Leivur og teir høvdu ikki loyvi a svimja við svimjifótum.(Vagnur)

jhjhjh

Vinnarin gjørdist Erling Edesgaard (uttast til vinstru).

1. Erling Eidesgaard 1.28.00

2. Evald Rasmussen 1.30.24

3. Eyðun Húsgarð 1.31.55

4. Sofus Foldbo 1.33.06

5. Erlendur Simonsen 1.42.50

6. Leivur Michelsen 1.43.20

7. Jens Bach 1.53.51

8. Randi Holm 1.54.30

Og Elin Olsen svam 1000 m – eingin tíð skrásett.

 

 

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *