562 rógvarar fara at rógva á Havnarvág ólavsøkuaftan

Góð róðrarlíkindi á Havnarvág, og vónandi heldur veðrið sær til mánadagin. (Mynd Vagnur)

Góð róðrarlíkindi á Havnarvág, og vónandi heldur veðrið sær til mánadagin. (Mynd Vagnur)

Spákaði mær leygardagin seinnapart inn um girðingina á Eystaru bryggju til tess at taka mynd av róðraøkinum. Frálík róðrarlíkindi tvey døgn fyri ólavsøkuróðrarnar, tó við eitt sindur av síðualdu inn á Molan. Durdarveður seinnapartin men óslætt á vágni, tí serliga tveir skjóttsiglandi skutarar østu upp sjógvin. Løgið, at tú kanst sigla 100 km/t innan fyri Molan millum kappróðrarbátar og aðrar bátar, og eingin sigur nakað. Men koyrir tú 100 km/t í bygdum øki á landi og verður steðgaður av løgregluni, missir tú koyrikortið á staðnum. Nú stundar til ólavsøkukappróður, og sambært veðurtíðindunum verða góð róðrarlíkindi. Seinnapartin mánadagin fer hann frá landsynningi yvir í sunnan 3-8 m/s. Kanska eitt sindur av mjørka og kanska eisini sól. So er spurningurin, um talan er um Havnina, har vit seinastu dagarnar hava havt mjørka og skýggja veður. Eg eri komin til, at 562 rógvarar skulu rógva á ólavsøku, og hetta er ikki smávegis. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *