Mánakvøldið klokkan 19.00 rógva 6-mannaførini við kvinnum umróður í Miðvági

Her rógva 6-mannafør kvinnur í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Her rógva 6-mannaførini við kvinnum í Miðvági. (Mynd Bjarti)

Av tilvild fekk eg fyrrapartin at vita, at 6-mannafarið Lómur av Argjum við kvinnum fekk viðhald í kæruni um vestanstevnuróðurin. Hugdi inn á heimasíðuna hjá RSF, har stóð einki, og eingin annar fjølmiðil boðar frá hesum. Manningin á Lómi sigur í kæruna, at fyrst í róðrinum á vestanstevnu kemur dómarabátur út eftir. Hann stimar framvið Lómi, sum er nærmast dómarabátinum. Lómur fær aldur frá dómarabátinum, sum órógvar róðurin hjá Lómi. Hetta sæst eisini á myndunum í Kringvarpinum 

Eg havi júst hugt at vestanstevnuróðrinum umaftur, og myndirnar sýna tíðuliga, at eftir eini tjúgu sekund síggja vit dómarabátin koma stimandi fram við Lómi, sum er nærmast dómarabátinum. Vit síggja eisini, at Lómur fær aldur frá dómarabátinum, og at Lómur knappliga missir hálva bátslongd í fáum tøkum, tí aldurnar órógva tøkini. Um hetta mundið eru teir tríggir bátarnir mest sum javnir.

Nú er tað soleiðis, at eg havi fleiri ferðir áður skrivað um júst tað sama. Í hesum førinum eru prógvini so mikið góð, tí livandi myndir eru frá róðrinum á vestanstevnu. Róðrarsambandið gevur Lómi viðhald í kæruni, og umróður verður í Miðvági mánakvøldið 21. juli klokkan 19.00. Frálikt, at RSF tekur hesa avgerð, tí umráðandi er, at kvinnurnar umborð á Lómi frá eitt slagi at uppreisni. Tað er hetta við líkarætti og rættvísi í ítróttinum.

Onkur spyr óivað, hví hesin dómarabátur, sum er eitt slag av hjálparbáti, ikki leggur stilt, til 6-mannaførini eru farin framvið. Ella hví verður ikki bíða, so dómarabáturin nær út á málið. Tað gekk so mikið væl at avgreiða róðrarnar í Miðvági, at fimm minuttir henda dagin gera hvørki frá ella til.(Vagnur)

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *