Hugo Joensen er eygleiðari og hjálpari hjá høvuðsdómaranum

Hugo Joensen í dómarabáti í Vestmanna í 2012. (Mynd Karl Garðalíð)

Hugo Joensen frammi í dómarabáti í Vestmanna í 2012. (Mynd Karl Garðalíð)

Eg havi í eina tíð ætlað fáa orð á 25 ára gamla Hugo Joensen, sum eg veit brennur fyri kappróðri, og sum fekk kappróður inn við “móðurmjólkini”, tí Hannis Joensen pápi Hugo var formaður í Róðrarsambandinum. – Sum smádrongur var eg altíð við pápa mínum bæði, tá hann var í neystinum, tá hann róði við Havnarbátinum old boys, og tá hann var á stevnum. Eg havi óivað verið ein plága fyri pápa mín, tí eg vildi hava alt við. Í 2006 varð eg biðin at koma í toymið í RSF, sum tók sær av FM-róðrunum, sigur Hugo og heldur fram:

Róðurskvinna brúkar krók at fáa fatur í startinum. (Mynd Karl Garðalíð)

Róðurskvinna brúkar krók at fáa fatur í startinum. (Mynd Karl Garðalíð)

– Tá ið pápi mín Hannis Joensen gavst í RSF, ringdi núverandi formaðurin Jan Herman til mín og spurdi, um RSF kundi heita á meg at hjálpa til á FM-stevnunum. Eg takkaði fyri álitið, og fyrstu tíðina var eg vanligur hjálpari, har eg hjálpti at seta upp útgerð. Undir róðrinum var eg umborð á høvuðsdómarabátinum, har vit millum annað kannaðu krókarnar, endar og annað í sambandi við startin. Men við tíðini vaks uppgávan.

Hesin hjálparmaður fór undir kav til tess at hjálpa manning. . (Mynd Karl Garðalíð)

Hesin hjálparmaður fór undir kav til tess at hjálpa manning. . (Mynd Karl Garðalíð)

– RSF var komið til, at uppgávan hjá høvuðsdómaranum var vorðin ov stór, og tí fekk eg mín egna bát, so eg kundi betur hjálpa høvuðsdómaranum, sum fyrst og fremt skuldi halda skil á, at róðrarnir fóru fram sambært lógunum. Mín uppgáva í bátinum var at hjálpa kappróðrarbátum, sum ikki fingu bátin fastan í startin ella kanska fingu enda um róðri. Tá ið startskotið er farið, er mín uppgáva at hyggja, um bátar hanga eftir ella tjóðstarta. Síðani fylgi eg eisini kappróðrarbátunum inneftir og skal fylgja við, um bátarnir halda kósina. Eru ivamál, skal hetta altíð koma rógvarunum til góðar. Vit hava allir sendarar, so vit kunnu tosa saman.

Veðrið er stórur viðspælari í føroyskum kappróðri. (Mynd Karl Garðalíð)

Veðrið er stórur viðspælari í føroyskum kappróðri. Hugo eygleiðir hesa løtuna. (Mynd Karl Garðalíð)

– Her vil eg nevna afturvendandi trupulleika á hvørjum ári. Trúgv mær, summar nýggjar manningar eru so illa fyrireikaðar til fyrsta FM-róðurin á norðoyastevnu, at rógvarar kenna ikki stýriborð ella bakborð, kenna ikki mun á fløggunum, duga ikki at leggja bátin til start og kenni lítið til umrødda krókin. Her haldi eg, at róðrarfeløgini skuldu kunnað rógvar sínar betri. RSF skipaði fyri átaki fyri róðrarárið um júst tað sama, men øll feløgini møttu ikki, sigur Hugo

Undirritaði eri eina av teimum, sum í nógv ár havi funnist at RSF, tí  avgreiðslan av róðrunum er ikki nóg góð. Róðrarnar byrjað ikki til tíðina, og tað tekur ov langa tíð at avgreiða róðrarnar. Eg havi spurt Hugo, um øll ábyrgdin liggur hjá Róðrarsambandinu?

Vestmenningur er við á fjaðrastevnu. (Mynd Karl Garðalíð)

Vestmenningur er við á fjaðrastevnu. (Mynd Karl Garðalíð)

– Eg kann fyrst siga so mikið, at umboð fyri RSF fara longu í kvøld til Vestmannar at fundast um FM-róðurin. Við á ferðini eri høvuðsdómarin, eg og kanska eisini formaðurin í RSF. Vestmanningar skulu leggja ætlanina fyri okkum, so vit eru vísir í, at alt kemur at rigga leygardagin. Her er talan um sjálvan startin, hvussu hann er festur, bátar, sum halda startinum, søkk, og at málið er rætt uppmerkt.

– Men hyggi eg aftur í tíðina, er mangan komið fyri, at alt er so ljósarreytt á fyrireikingarfundunum, men tá vit koma á staðið sjálvan róðrardagin, vantar nógv. Klokkan tíggju fyrrpart leygardag, skal høvuðsdómarin koma á staðið. Hann skal góðtaka róðrarøkið, og høvuðsdómarin kann nú sambært reglunum avlýsa ein kappróður vegna veður og eisini, um róðrarøkið ikki er klárt til FM-róðrarnar. Tað liggur stór ábygrd á høvuðsdómaranum.

Her kannar Hugo okkurt við startinum. (Mynd Karl Garðalíð)

Her kannar Hugo okkurt við startinum. (Mynd Karl Garðalíð)

– Mangan eru atfinningarnar harðar ímóti Róðrarsambandinum, men mangan órættvíst, tí tað eru  so nógvir “faktorar” sum spæla inn í einum FM-róðri. Veðrið, at stevnufyrireikararnir ikki hava útint sítt arbeiði til fulnar í sambandi við startin, og at manningar ikki hava fyrireikað seg til FM-róðrarnar. Eg havi óteljandi ferðir verið noyddir at hjálpa kappróðrarbátum, tí óroyndir rógvarar ikki megna at leggja bátin til startin, duga ikki at krøkja bátin í startin og at halda bátinum beinan.

Blikur liggur við startin í Vestmanna í 2012. (Mynd Karl Garðalíð)

Blikur liggur við startin í Vestmanna í 2012. (Mynd Karl Garðalíð)

– Eisini havi eg ábyrgd av sjálvum startinum. Skal syrgja fyri, at starturin og amboðini verða flutt frá stevnu til stevnu. Millum annað slitnaði annar starturin seinast, og tí mátti eg fáa startin á Vónina í Fuglafirði til umvælingar, og síðani syrgja fyri at fáa startin til Vestmannar. Tú spyrt, um arbeiðið hjá okkum er ólønt arbeiði? Vit fáa fimm hundrað krónur hvør fyri stevnuna, so tímalønin er ikki høg. Tað má vera góði hugurin til kappróður, sum drevur verkið, sigur Hugo Joensen at enda.

So mikið veit eg, at nógv feløg, sum eg kenni, fyrireika ikki tey ungu nóg væl til kappróðrarárið. Kanska hevði alt verið øðrvísi, um feløgini fóru undir átak, har lært var at stýra beint, krøkja krókin úr og at leggja bátin til startin. Myndirnar í greinini tók Karl Garðalíð á fjarðastevnu í 2012. Eg havi fingið loyvi frá Karli at leggja myndirnar at greinini. (Vagnur)

So hava teir skotið í Vestmanna í 2012. (Mynd Karl Garðalíð)

So hava teir skotið í Vestmanna í 2012. (Mynd Karl Garðalíð)

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *