Manningin á Gongurólvi følir seg illa viðfarna av RSF

RSF hevur afturvíst klaguna frá Gongurólvi, og manningin er ónøgd. (Mynd Einar Martin)

RSF hevur afturvíst klaguna frá Gongurólvi, og manningin er ónøgd. (Mynd Einar Martin)

Heimasíðan fekk seinnapartin sendandi niðanfyri skriv frá manningini á Gongurólvi menn. Manningin sendi klagu um róðurin á sundalagsstevnu, sum ikki varð skotin av, sjálvt um báturin hekk fastur. Málið líkist nógv málinum um Havfrúnna á ólavsøku í fjør. Talan er um manning, sum følir seg illa viðfarnar fyrst av høvuðsdómara og síðani nevndini í Róðrarsambandinum. Mín niðurstøða er púra greið eftir ein mansaldur sum eygleiðari í føroyskum kappróðri. Okkurt má vera spinnandi galið í lógarverkinum hjá RSF, tí hendingar sum hesar endurtaka seg ár um ár. Lesið skrivið frá Gongurólvi niðanfyri.

Vísandi til hendingina á sundalagsstevnu í Hósvík, tann 14. juni 2014.

Gongurólvur hekk fastur í startinum so mikið langa tíð, at tað var fullkomiliga órealistiskt at luttaka í kappingini henda dagin. Tað varð ikki skotið av, sum siðvenja annars er á økinum. Manningin hevur verið í samband við fleiri, sum hava dómaraskeið frá RSF, um hendingina. Tey eru øll á einum máli um, at tað skuldi verið skotið av. Her kann nevnast, at so seint sum á norðoyarstevnu varð skotið av tvær ferðir, tí bátur hekk eftir í startinum. Soleiðis er henda siðvenja ikki broytt frá undanfarin árum. Hædd verður millum annað eisini tikið fyri hesi siðvenjuni í viðtøkunum hjá RSF, har bátur kann fáa gult kort fyri at hanga eftir uttan orsøk.  

RSF er ikki komið við nakrar haldgóðari frágreiðing um, hví tað ikki varð skotið av. Vit hava varhugan av, at søgurnar, sum vilja vera við, at orsøkin er hon, at dómarin var dottin niður í bátin, og tí ikki sá hendingina, eru sannar. Eitt svarta óhapp, sum í hesum føri kostar Gongurólvi dýrt. Er ikki talan um hesa hending, tora vit illa at gita um motivið hjá viðkomandi dómara ikki at skjóta av, tí aðrir dómarar hava váttað, at teir høvdu skotið av. 

Til tess at tryggja, at øll eru líka stillaði hvat døming umræður, hevur Gongurólvur kært og ynskt umróður. Annars verður ivi um hesa siðvenju, og dómarar kunna gera, sum teimum listir. RSF hevur svarað, at kæran ikki verður gingin á møti, tí tað er dómarin, sum tekur avgerðina.  

Liggur málið soleiðis, at tað var eitt óhapp, sum gjørdi, at ikki varð skotið av, og at hetta ikki kann rættast á nakran hátt, so eru viðtøkurnar hjá RSF ófullfíggjaðar og muga hesar broytast, so øll vera líka fyri lógini. Fylgirnar eru jú, at ein bátur ongan kjans hevur at luttaka í FM stríðnum, tá slíkt hendir. 

Okkara kappingarár er farið fyri skeytið, og vónandi koma onnur ikki í okkara støðu. Fáa vit ikki RSF at taka málið til sín og gera neyðuga ábøturnar, ella minsta lagi viðganga, at talan er um eitt svarta óhapp, sum hædd verður tikið fyri í framtíðini, tá er bara spurningur um tíð, áðrenn tilvildin vil tað soleiðis, at onkur annar stendur í somu støðu.

Gongurólvur ætlar sær at royna sítt, at RSF tekur hesar margháttligu støðu til eftirtektar við framtíðini í huga. Onnur kappróðrarfólk kunna eisini gera sítt at tryggja, at tey ikki koma í somu støðu. Tey eiga at heita á RSF, um at fella siðvenjuna niður í viðtøkurnar, soleiðis at viðtøkurnar ikki eru so ófullfíggjaðar, sum tær eru. Ófullfíggjaðar viðtøkur elva til tilvildarliga døming, ið aftur merkir ósemjur. Ósemjur, sum vit hava sæð aftur og aftur, ár eftir ár innan kappróðurin.  

Vit ynskja øllum ein framhaldandi gott kappingarár og vóna at onnur ikki verða fyri sama órætti, sum vit.  

Heilsan Gongurólvur menn 2014.

PS. Eg skrivaði til Róðrarsambandið til tess at fáa vita nágrániligu grundgevingina, hví klagan ikki er gingin á møti, men einki svar er komið enn. Ein nágreinlig undirbygd grundgeving, sum vísir til lógarverkið, má sjálvandi fylgja svarinum til manningina umborð á Gongurólvi. Bara at siga, at dómarin hevur dømt, tí er klagan afturvíst, er slett ikki nóg gott. (Vagnur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *