Genturnar umborð á Hvassa úr Sunda Róðrarfelag einasti nýggjur vinnari

Genturnur umborð á Hvassa vóru ovurfegnar um steypini. (Mynd Eirikur)

Somu bátar hava vunnið allar róðrarnar bæði í Klaksvík og Runvík, men í dag hevði eg roknað við, at drekadreingirnir fóru at taka Jallin, men enn vantar eitt sekund í. Hevði ikki roknað við so spennandi 10-mannafarsróðri, tí sjálvt um Vestmenningur hevur ligið fram við, so metti eg Klaksvíking at hava tak á støðuni. Men tá ið avtornaði var Vestmenningur bara hundrðapartar av sekundi at taka Klaksvíking, ella rættari sagt, Vestmenningur tapti á stokkinum, meðan Suðuroyingur hevur ikki sama stev sum í Klaksvík.

Giti mær til, at hetta eru steyp og heiðursmerki hjá Havfúnni við kvinnum. (Mynd Eirikur)

Tað kom óvart á, at genturnar umborð Hvassa fóru avstað við sigrinum seinnapartin, tí Erla Kongsdóttir var tryggur vinnari á seinastu tveimum stevnunum. Tríggjar stevnur eru farnar, og vit hava somu vinnarar á øllum stevnunum uttan 5-mannafør við gentum, har Erla Kongsdóttir vann í Klaksvík og Runavík, og Hvassi vann í dag. Nú rógva allir bátarinr 1000 metrar í Vági. Lít á meg, tað kemur eitt ella tvey óvæntað úrslit í Vági. Eirikur á Kletti, sum stýrir Sílinum mannaður við gentum, tók nakrar myndir seinnapartin, tá ið hann var komin úr bátínum. Øll úrslit og støður eru at síggja á www.drekin.fo Eirikur fekk onga mynd av Havfúnni við kvinnum.

Fjóðri FM-róðrarnir eru í Vági leygardagin, og eg havi hoyrt, at Gongurólvur við monnum er við í Vági, og at Gongurólvur við kvinnum eisini rør nakrar av seinastu róðrunum. Seinastu tríggjar róðrarnar fara old boys og old girls at kappast um FM-heitið. Fleiri myndir longur niðri. (Vagnur)

Lómur vinnur triðja sigurin á rað. Í Vági rógvar bátarnir 1000 metrar. (Mynd Eirikur)

Miðvingur vinnur aftur tryggan sigur. (Mynd Eirikur)

Ótrúliga góð mynd. Klaksvíkingur og Vestmenningur fara mest sum javnir um málið. (Mynd Eirikur)

5-mannafarið Jallurin dreingir vunnu triðja róðurin á rað við Drekanum beint í hølinum. (Mynd Eirikur)

Junkarin úr Kvívík vann barnaróðurin dreingir. (Mynd Eirikur)

6-mannafarið Lómur vann tryggan sigur í Kollafirði. (Mynd Eirikur)

 

Jallurin barnaróður hevur vunnið allar tríggjar FM-róðrarnar. (Mynd Eirikur)

Klaksvíkingur vann tepurt á Vestmenningi, vit síggjast í Vági, segði vestmenningur. (Mynd Eirikur)

Rokni við, at Páll Fangi við kvinnum fær meira kapping seinni i summar. (Mynd Eirkur)

Miðvingur verður óivað ikki tikin í summar, men kanska verður javnari á 1000 metrum í Vági. (Mynd Eirikur)

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *