Nakrir dagar eru farnir síðani fyrsta FM-róðurin á norðoyastevnu, tí serlig eftirmeting. Eg havi spurt meg fyri í Klaksvík, hvussu verður við Klaksvíkingi á sundalagsstevnu leygardagin í næstu viku, og har verður sagt, at tveir rógvarar eru farnir uttanlands í arbeiðsørindum og ein rógvari á skeið. Ikki fekst endaligt svar, um Klaksvíkingur er við á sundalagsstevnu. Nú haldi eg, at tíðin er komin, at vit skrotta antin 5-mannafør við kvinnum ella 6-mannafør við kvinnum, so vit fáa eina góða kapping. Hvat halda tit?
Fyrst í serligu eftirmetingini vil eg finnast at, at vit á norðoyastevnu mistu hálvan tíma, sum er vorðin afturvendandi trupulleiki í føroyskum kappróðri, ja, sjálvt um bátarnir nú “bara” rógva 1000 metrar. Nei, sjálvandi skulu vit ikki góðtaka slíkt. Tveir dreingjabátar hingu eftir í fyrstu royndini, og hetta kann koma fyri, men at fasti starturin ikki liggur, har hann skal, ella okkurt er galið við hanafóti, kann ikki góðtakast. Á tónleikakonserturm kalla tey nakað ljóðroynd, har tónleikararnir royna annleggið, so konsertin kann byrja stundisliga við fullari megi. Soleiðis má eisini gerast í kappróðri.
Bátatalið á norðoystevnu var nakað tað sama sum seinasta ár, tó vóru 8-mannaførini og 10-mannaførini tveir bátar fleiri, meðan 6-mannaførini við monnum fóru frá átta bátum í fjør niður sjey bátar í ár. Millum manna verður hildið, at nú kunnu fleiri 8-mannafør og 10-mannafør melda til, tí tey rógva “bara” túsund metrar. Her skal eg heilsa og siga, at sjálvt um róð verða 1000 metrar ella 2000 metrar, so gerast somu bátarnir nummar eitt og tvey.
10-mannafarsróðurin í Klaksvík staðfesti, at manningin, sum fyrireikaði seg best til róðrarárið, vann róðurin. Tíðin er farin frá, og eg vil siga tíbetur, at ein manning bara kann venja tvær/triggjar vikur og so vinna á norðoyastevnu. Eisini sóu vit, at ungu manningarnar umborð á Eysturoyingi og Havnarbátinum mugu brynja seg við toli til tess at bjóða teimum bestu av. Tað tekur tíð at koma fram í oddin, og hetta vita teir ungu eisini. Ògvuliga óheppið um Klaksvingur ikki er við leygardagin í næstu viku, tí so gerst reyða 10-mannafarið einsamalt frammi í oddinum.
Eg haldi, at tíðin er komin, at vit antin skrotta 5-mannafør við kvinnum ella 6-mannafør við kvinnum. Fýra 5-mannafør og trý 6-mannafør við kvinnum á norðoyastevnu og eingin kapping, hetta er alt ov lítið. 6-mannafarsróðurin við kvinnum hevur verið ein “deyð sild” í nógv ár, tí Jarnbardur er alt ov einaráðandi við Jannie Dam Jacobsen á odda. Umframt, at hon er roynd róðurskvinna, megnar hon hvørt ár at finna røttu rógvararnar til bátin hvørt ár.
Fyri tíggju árum síðani var sett aldursmark á 5-mannaførini við gentum/kvinnum, tí hildið var ikki, at rætt var, at ungar gentur róðu ímóti garvaðum kvinnum í 5-mannaførum. Tí vóru gjørdir tveir bólkar 5-mannafør við gentum við aldursmarki og 5-mannafør kvinnur uttan aldursmark. 5-mannaførini við kvinnum skuldu kanska ikki sæð dagsins ljós, tí so vórðu fleiri 6-mannafør við kvinnum mannað.
Áhugavert, at 5-mannafarið Fípan Fagra vann bæði við dreingjum og gentum. Klaksvíkar Róðrarfelag setti roynda rógvaran Janus Dam Jacobsen at venja tey ungu í felagnum. Og arbeiði bar frukt á norðoyastevnu, má sigast. Dømi um, at tað nyttar einki at lata tey ungu sjálvi finna við vegin í bátarnar, har tey fáa lítla og onga hjálp.
Nú er bara ein FM-róður rógvin, men í Klaksvík fingu vit fyrstu ábendingina. Í fleiri róðrum var óvanliga stórur munur millum bátarnar. Her hugsi eg fyrst um 6-mannaførini og 5-mannaførini við kvinnum. Eingin Klaksvíkingur eingin spenningur í 10-mannaførunum, meðan 6-mannaførini við monnum eru áhugaverd og tað sama 8-mannaførini. Alt kann henda við gentu- og dreingjamanningum. Spennandi, hvussu fer at gangast á sundalagsstevnuni. (Vagnur)
