
Tað verða ikki hesir menninir, sum mannað Eysturoying í summar, men aðrir ungir garpar. (Mynd Christopher)
Tá ið eg hoyrdi, at nú var 10-mannafarið Eysturoyingur mannaður, ringdi eg til forkvinnuna í NSÍ kappróðri Karhild Johansen til tess at fáa váttað tíðindini, og hon sigur. – Tað er rætt, at Eystuoyingur er mannaður, og báturin er við í snarróðrinum leygardagin í Havn. Teir, sum rógva við bátinum, hava ikki áður róð við Eysturoyingi, men við øðrum bátum í felagnum. Møguleiki er eisini, at vit í summar fáa mannað 8-mannafarið Heiðabátin, sigur Karhild í stuttari viðmerking. Klaksvíkingur er við í snarróðrinum leygardagin, og úr Klaksvík verður sagt, at hetta er roynd at fáa eggjað monnum at fáa mannað bátin eisini til FM-róðrarnar í summar. Higartil eru fimm 10-mannafør við í snarróðrinum leygardagin. Eysturoyingur, Ormurin, Hoyvíkingur, Klaksvíkingur og Havnarbáturin. Gott hevði verið, um vit eisini sóu øll fimm 10-mannaførini í fyrsta FM- róðinum á norðoyastevnu. (Vagnur)