Í farnu viku gavst løgreglumaðurin og gamli hondbóltsfelagin Tønnis Wardum sum løgreglumaður, og í hesum sambandi dittaði hann sær at siga í fjølmiðlunum, at konufólk hoyrdu ikki heima í løgregluni og herinum, og tær skuldu heldur ikki viðgera fótbólt, tí tað høvdu tær ikki skil fyri. Vit, sum kenna Tønnis, vita, at hetta bara er ein “provokatión”. Eg kom á ungum árum at kenna Tønnis væl sum viðspælara í Neistanum, sum arbeiðsfelag í Grótbrotinum, og so sum trúgvan vin. Tønnis var góður vinmaður og altíð semjusøkjandi, tí gjørdist óivað hansara lívsstarv í løgregluni.

Familjan Wardum við Varðavegin. St.f.v: Hanus, Jóannis, Tønnis, Heðin, Suni og Janus. Fremst f.v: Rani, Bodil, Hannis og Bogi.
Tønnis er føddur 9. apríl 1949 og sonur Johannes og Bodil Wardum. Tey búðu við Varðagøtu í húsum, sum pápin keypti frá pápa sínum, tá ið pápin bygdi stór hús við síðuna av Skálabúðini í Dr. Jakobsensgøtu. Johannes og Bodil áttu átta dreingir: Heðin, tvíburarnar Hanus og Janus, Suna, Jóannis, Tønnis, Boga og Rana. Tá ið eg kom í heimið hjá Tønnisi og teimum hugsaði eg mangan, hvussu foreldur og átta dreingir kundu rúmast í ikki so stórum húsum, men um hetta mundið vóru allir teir elstu dreingirnir fluttir heiman.
Mamma mín, Ása Michelen, sum býr á Ellisheiminum, kom at kenna Bodil mammu Tønnis, tá ið mamma í 1970 kom aftur úr Danmark eftir sjey ára sjúkralegu. Vinkona fekk mammu at koma í gamla svimjihylin, og svimjukonurnar komu at bjarga framtíðini hjá mammu. Ein av svimjikonunum var Bodil Wardum. Bodil var fødd í 1916 og mamma í 1918. Mamma segði mær einaferð, at Bodil hevði sagt henni, at hon ynskti sær eina gentu, nú hon hevði so nógvar dreingir. ´- Ása, eg haldi eg royni einaferð aftrat at fáa gentuna, segði Bodil við einum smíli. Men gentan kom ongantíð. Longu tá vóru svimjikonurnar vinkonur, tær komu í heimið hvør hjá aðrari eftir svimjingina, og mamma var eisini til drekkamunn í heima hjá Bodil.
Tankarnir leita nú í kamarið hjá Tønnisi í kjallaranum við Varðagøtu. Vit sita og drekka nakrar øl, áðrenn leiðin gongur oman í býin. – Haldi, at eg fari í kjallaran at bjóða pápa tínum eina øl, segði eg við Tønnis. Hannis sat í kjallaranum og málaði málningar, og á vegginum hingu nógvir vakrir málningar, sum Hannis hevði málað. Eg síggi fyri mær málaríið, har brúna dunnan liggur á eggum, eitt sera vakurt málarí, sum onkur í familjuni eigur. Áhugavert at sita í kjallaranum og práta við Hannis.
Tønnis spældi á fyrsta dreingjaliðnum í Neistanum, hetta var í 1963, júst árið, tá ið fyrstu ferð var kappast í dreingjadeildini. Hann var eisini við á tríggjar vikur langari hondbóltsferð í Norra í 1964, men ikki fyrr enn í 1965 kom eg at spæla á sama liði sum Tønnis. Í 1966 vunnu vit FM-heitið í unglingadeildini. Tønnis var kropssterkur spælari, skeyt ógvuliga hart og stóð altíð stinnur í verjuni. Hví Tønnis eftir unglingaárini gavst at spæla hondbólt, minnist eg ikki, og ikki spældu vit seinni saman á besta liðnum.
Minniligt er árið, tá ið eg eftir nýggjár í 1966 kom at arbeiða í Grótbrotinum við Oyggjarvegin, har Tønnis eisini arbeiddi. Eg boraði steinar, sum vóru ov stórir at koyra í størra knúsaran, meðan Tønnis arbeiddi við knúsaran, sum knústi sligna grótið til ymsar støddir av skervi. Í asfaltinum arbeiddi Echardt Persson, sum eisini spældi á okkara liði.
Tíðin í Grótbrótinum situr ógvuliga djúpt í sálini, tí umframt at tað var hart arbeiði, var tíðin ógvuliga gevandi og stuttlig. Edvard Gjóvará, nærmasti granni hjá Tønnisi og teimum, og Johannes Johannessen, pápi sjónleikaran Eyðun Johannessen, ansaðu stóra knúsaran. Stóru gravmaskinurnar koyrdu Hjørleif á Kamarinum og Hassi Justinussen, meðan Tønnis og vinmaðurin Benny Carlsson koyrdu smærri maskinurnar og ansaðu minna knúsaran. John Justinussen var formaður, og millum aðrar arbeiddi pápi Benny á verkstaðnum.
Umframt at spæla hondbólt gjørdu vit eisini fimleik í Havnar Fimleikafelag. Echardt var toppfimleikari, men hvørki Tønnis ella eg vóru góðir fimleikarar. Tønnis kanska nakað stívur í lendunum og eg ov langur og klænur og tá ikki nóg kropssterkur til fimleik. Óteljandi minniligar løtur hesi árini bæði í hondbóltinum, fimleikinum, Grótbrotinum og ikki minst í býnum, har Tønnis og eg plagdu at syngja tvístemtar sangir.
Tankarnir leita nú niðan á fótbóltsvøllin í Gundadali. Pápi mín og beiggjarnir høvdu fæst pláss við vøllin, og nakað skamt frá norðanfyri stóðu Wardum brøðurnir, og teir hoyrdust. Allir høvdu teir harða rødd og ikki skornir fyri tungubandið, og tá ið HB fekk mál, ella teir ikki vóru samdir við avgerðum hjá dómaranum, hoyrdust teir um allan Gundadal. Fittir ungir menn allir samlir, má eg siga. Eg kom at kenna fleiri av beiggjunum hjá Tønnisi, summar meira og summar minni, ja, og nógvar av eftirkomarunum kenni eg eisini. Tú sært beinanvegin á næsta ættarliðnum, at tey eru í familju við Tønnis og tey við Varðagøtu.
Alt broyttist, tá ið Tønnis fyrst fór í skúla í Danmark og síðani í hertænastu, har hann kom í garduna hjá sjálvari drotningini. Eftir hetta fór hann á løgregluskúla. Mær er sagt, at ungir føroyingar plagdu at fara at vitja Tønnis, tá ið hann stóð steyrrættur í vaktartorninum uttan fyri hjá drotningini. Teir søgdu frá góðum søgum úr Føroyum, til tess at fáa vinmannin at flenna, men har stóð føroyingurin steyrrættur og vardi borg.
Nógv áhugavert kann skrivast um Tønnis, sum í míni verð er sjáldsamur persónur. Hetta kom til sjóndar, tá ið vit nógv neistafólk gingu langar túrar sunnumorgnar og høgtíðisdagar, og tá ið vit høvdu manga skemtiliga løtu í tá nýggja neistahúsinum. Ikki kom eg at hava sama samband við Tønnis, eftir at hann kom aftur til Føroya og gjørdist løgreglumaður. Merkiligt at síggja og góðtaka henda skemtiliga vinmann ganga í reinum løgreglubúna og kritahvítum handskum og kolli í Havnargøtum. Hetta var ikki okkara Tønnis, men ein nýggjur Tønnis, sum var til arbeiðis.

Neistin dreingir 1964. Aftast f.v: Niels Símun Johannesen, FinnBjørn Guttesen, Jógvan Martin Mørk, Tummas Joensen og Tønnis Wardum. Húkandi f.v: Kristjan á Neystabø, Echardt Persson, Bjarni Samuelsen, Eyðfinn Lamhauge og Sverri Wang.
Tønnis er HB-ari, so tað stendur eftir á. Eg vil siga fanatiskur HB-ari og havnarmaður, tí ein HB-arí segði mær einaferð, at Tønnis kom í ógvusliga tvístøðu, tá besta mansliðið hjá HB lýsti við Føroya Bjór á búnanum. Í hálvleikinum bjóðaðu stuðlarnir eina Føroya Bjór øl, men Føroya Bjór drakk Tønnis ikki. Tí hevði hann Restorffs øl í lummanum, tá ið hann fór til dyst hesa tíðina. Í ein mansaldur hevur Tønnis eisini staðið við byrsuni í málbilinum á ólavsøku og skotið fyri kappróðrarbátum.

Neistin vinnur fyrsta FM-heitið í mansunglingum í 1966. St.f.v: Sverri Wang, Steinbjørn Slættanes, Haraldur Kjeld og Tønnis Wardum. Húkandi f.v: Vagnur Michelsen, FinnBjørn Guttesen, Kristian Samuelsen og Echardt Persson.
Eg kom at fáa serligt samband við Tønnis, tá ið Neistin skipaði fyri Aftur í 60-árini í tjúgu ár frá 1988 til 2007. Tað var hetta við halgidagslógini og dansiloyvinum, og nær dansurin skuldi enda. Tønnis útskrivaði í nøkur ár dansiloyvini, og eg royndi vinar- og kenningartaktikkin, men einki hjálpti. Tó so, løgreglan var ógvuliga lagalig. Eg minnist eitt árið, at Tønnis og nakrir vinmenn komu í góðum lag til Aftur í 60-árini. Teir høvdu sjálvandi frí frá løgregluni. Millum nógvu fólkini í forhøllini í høllini á Hálsi síggi eg Tønnis rópa, strekkja arm og veittra. – Vagnur, tað eri eg, sum geri av, nær dansurin endar í kvøld, eg sigi tærfrá, segði Tønnis við einum smíli og helt leiðina inn í sjálva høllina. Hetta er bara Tønnis.
Tønnis og teir vóru átta brøður, men Heðin, tvíburarnir Hanus og Janus og Jóannes eru farnir. Sjey av beiggjunum búgva og búðu í Havn, meðan Janus, sum doyði herfyri 74 ára gamal, búði uttanlands í nógv ár. Tønnis er, sum vit onnur, komin til eitt vegmót á lívsleiðini, nú hann herfyri gavst sum løgreglumaður. Hvat kvinnuligu løgreglufólkini siga um áleypandi orðini hjá Tønnisi, sigur søgan einki um. Men tað kann ikki vera heilt galið, tá ið skrivstovukvinnurnar í HB-búna heiðraðu Tønnis á fráfaringarsamkomuni. Annars hevði Tønnis kvinnutekkju, tá vit sum ungir spældu hondbólt og gingu í dans í Sjónleikarhúsinum. (Vagnur)

Henda óklára myndin má við. F.v: Bente Kjær, Rannvá Hanusardóttir, Krsitjan á Neystabø, Marjun Hanusardóttir, Tønnis Wardum og Vagnur Michelsen á gonguferð ein sunnumorgun seinast í 1960-árunum.




