Seinastu tíðina hava vit í fjølmiðlunum hoyrt nógv um tey eldru í Føroyum. Hava hoyrt um eldrasambýli, sum ikki hevur ráð at vaska kømurini hjá búfólkunum, maturin ikki nóg góður, fólk sleppa ov seint upp um morgunin, og ítriv spard burtur. Nú kenni eg nakað til Ellisheim og slíkar stovnar, tí pápabeiggi mín býr á Tjarnargarði og mamma mín á Ellisheiminum í Havn. Tosi mangan við starvsfólkini, og so seint sum í gjár tosaði eg við starvsfólk á Tjarnargarði.
Starvsfólkið kendi einki til slíkar umstøður á Tjarnargarði, sum tey tosa um á sambýli í Suðuroy. Og ikki havi eg varhugan av, at so er á Ellisheiminum, sum er ein perla í høvuðsstaðnum. Men tá ið tað er sagt, siga starvsfólkini, at tey merkja sparingar alla tíðina, sum fara fram í smáum bitum. Ikki er long tíð síðani, at vit hoyrdu í fjølmiðlunum, at nú var ætlanin at spara burtur náttavaktir, men tí betur gjørdu tey avvarandi “uppreistur”, og endin var, at stjórin á Almannastovuni var sendur til hús.
Veikleikin hjá okkara samfelagi er, at vit hyggja alt ov nógv til Danmarkar, har tey á eldraøkinum eru farin at rokna alt út í tímum og minuttum. Tú hevur varhugan av, at tey eldru koma undir eina sokallaða “akkordskipan”, har tað skal taka so og so nógvar minuttir at vaska eitt kamar ella vaska teimum teimum gomlu. Hetta passar slett ikki til føroyska lindið. Eg haldi, at politikarar slett ikki vita, hvussu støðan er á ymsu heimunum kring landið, tí sjálvt løgmaður sigur, at samfelagið hevur ikki ráð til fleiri slíkar stovnar, tí má heimahjálpin mennast.
Hvørki á Ellisheiminum ella Tjarnargarði kann ein einasti av búfólkunum búgva einsamøll heima. Tey 27 búfólkini á Ellisheiminum eru tildømis fleiri enn 90 ára gomul í miðal, og flestu fólkini á bæði á Ellisheiminum og Tjarnargarði eru meira og minni sinnisveik. Eg skilji væl, at kommunurnar stúra at taka yvir eldraøkið, tí enn eru so nógvir leysir endar í málinum. Tað má ikki koma hartil, at tær ríkastu kommunurnar kunnu geva teimum eldru betri røkt og umstøður. Tey eldru mugu vera eins fyri lógini líkamikið, hvar í landinum tú býrt.
Dapurt hjá teimum eldru og avvarandi ferð eftir ferð hoyra í fjølmiðlunum um sparingar og aftur sparingar á eldraøkinum. Hetta er alt so ússaligt í míni verð, samstundis løgmaður og landsstýrisfólk skulu hava meira í lønarposan og frían bil, tey múgvandi fáa skattalætta, og nakrir fáir persónar kunnu ríka seg upp av ókeypis fiskiloyvum. Eg skilji ikki slíka politiska framferð, tí eitt samfelag er ógvuliga fætakt, sum ikki hevur ráð at taka sær av teimum eldru. (Vagnur)
