Oliver Jensen er kent hondbóltsnavn í Danmark. Hann vandi á sinni bestu donsku liðini millum annað Helsingør, Stadion og Ajax, og hann vandi eisini topplið í Polen og Norra. Nú er hann í Føroyum sum venjari hjá H71, men hann arbeiðir eisini í HSF, har hann venur úrvalslið. At føroyingar halda fram at savna úrvalslið og venja spælarar undir kønari hond, er vegurin at menna føroyskan hondbólt, sigur Oliver. Og venjarin heldur fram:
– Stríðsandin hjá føroyskum spælarum er í miðal betri enn hjá donskum spælarum, men tað vantar nógv í “taktiska” spælinum á føroysku liðunum. Føroyingar mugu endiliga halda fram at menna evnagóðar spælarar í miðvísari menningarætlan leidd av góðum útbúnum venjarum. HSF hevur sett eina úrvalsvenjing á skinnaran, har spælarar fáa møguleikan at koma til úrvalsvenjingar. Spælarar við góðum evnum, men sum eisini hava brennandi hug fyri spælinum og vilja gerast betri hondbóltsspælarar.
– Verður hetta gjørt, fer føroyskur hondbóltur heilt vist at mennast skjótt, og her er talan bæði um liðini í landskappingini og ymsu landsliðini, sigur Oliver. Danski venjarin fer at minka um sítt virksemi í Føroyum, tí hann hevur familju konu, børn og abbabørn í Danmark, tí kemur hann í framtíðini at vera einar ellivu dagar um mánaðin í Føroyum, har hann skal taka sær av úrvalsliðum hjá HSF.
Olivar skal venja úrvalsliðini U12, U14 og U16 deingir og gentur. Eisini skal hann venja U18 manslandsliðið og U18 kvinnulandsliðið. Kvinnurnar skulu til “European open”, sum EHF skipar fyri í Gøtuborg í summar. Kappingin er fyri U18 landslið og fer fram innandura, samstundis sum Partille cup verður spælt uttandura. Haraftrat skal Oliver fylgja eitt sindur við virkseminum í H71. Eg havi spurt Olivar, hvørja fatan hann gjørdi sær av føroyskum hondbólti og landi okkara, tá ið hann steig fótin fyrstu ferð á land í Føroyum?

Gott fyri ungfólk at venja ymsar ítróttagreinar til umleið fjúrtan ára aldur. So mugu tey spakuliga velja.
– Eg kendi lítið til Føroyar og hevði ikki áður verið í landinum, tá ið H71 vendi sær til mín um at koma at venja lið í felagnum og annars leggja hondbóltsvenjingina í fasta legu. Eg kendi nakrar føroyingar í Keypmannahavn og visti um føroyskar spælarar, sum høvdu spælt í donskum feløgum, men annars visti eg lítið og einki um føroyskan hondbólt og Føroyar.
– Føroyar er eitt ótrúliga vakurt land við serligari vakrari náttúru. Fólk eru fyrikomandi og blíð og hava sagt mær í vetur, at veðrið hevur verið óvanliga ringt við vindi og regni, men tað haldi eg ikki. Føroyingar tosa nógv meiri um veðrið enn danir, kanska tí, at føroyingar liva so nær náttúruni og serliga havinum.
– Eg legði skjótt til merkis, at nógvir evnagóðir spælarar eru í øllum deildum í føroysku kappingini. Stríðsandin er strálandi, har spælarar spæla av lívsins kreftum. Viljin at vinna lýsir úr spælarum, men á nógvum økjum vantar nógv. Serliga vantar nakað á “taktiska” økinum. Hetta, at hava endamál við álopsspælinum, skifta ferð í spælinum, skipað verjuspæl og samarbeiði millum verju og málverja, bara at nevna nakað av tí, sum veruliga kann mennast.
– Sammeta vit danskan og føroyskan hondbólt, so høvdu kvinnuliðini Kyndil og VÍF klára seg í toppinum í donsku 2. deild, meðan bestu mansliðini høvdu staðið seg í miðjuni í donsku 2. deild.
– Eg haldi, at børn yngri enn fjúrtan ár skulu royna nógvar ítróttagreinar, tí ymsu ítróttagreinarnar stuðla hvør aðrari og mennir einstaka barnið. Um fjúrtan ára aldur, skulu børnini líðandi velja “sína” ítróttagrein og leggja seg eftir at gerast enn betri og eisini brúka meira tíð til júst hesa ítróttagreinina. Verður hetta ikki gjørt, so verður úrslitið hvørki fuglur ella fiskur, har spælarin bara gerst “miðal” í fleiri ítróttagreinum.
– Ògvuliga umráðandi, at føroyingar finna sær reyða tráðin í hondbóltinum. Leggja ætlan, hvat spælarar skulu kunna í ymsu aldrum. Her vísi eg til úrvalsvenjingarnar, sum HSF er farið undir, og har eg havi havt mítt íkast til átakið. Hetta er gongda leiðin, so ungir spælarar síggja eina meingin við menningini, og at teir síggja endan á hondbóltstunlinum. Nú kann tykjast, sum øll venjing kring landið er tilvildarlig alt eftir, hvør venjarin er.

Tá ið spælarar koma í bestu deildina, skulu teir øll ungdómsárini hava fingið køna hondbóltsvenjing. (Mynd Álvur)
– Tá ið eg kom í H71, merkti eg beinanvegin, at her var talan um eitt væl skipað hondbóltsfelag við góðari leiðslu. Í felagnum er veruligur vilji at menna hondbóltsspælið í øllum aldrum. Heldur kósin fram í H71, so kann henda, at felagið yvirhálar nógv av hinum feløgunum, tí fólkagrundarlagið er stórt í Hoyvík. Og tá tosi vit bæði um gentur/kvinnur og dreingir/menn.
– Tú spyrt um framtíðina hjá mær? Nú fari eg aftur til Danmarkar, men eg komi at hava nakað av virksemi í Føroyum, har eg skal taka mær av úrvaldsliðum. Nakað hyggi eg til H71, men eg koma at minka um virksemið í Føroyum, tí familjan er í Danmark, ja, bæði kona, børn og abbabørn. Eg komi at ferðast einar ellivu dagar um mánaðin til Føroya, har eg mest komi at arbeiða við úrvalsliðum í HSF, sigur Olivur Jensen at enda. (Vagnur)


