Í seinasta lagi næsta ár kann aftur spælast fótbóltur á Eiði

Fótbóltsvøllurin kemur at liggja á veðurgóðum staði niðri í Hólma. (Vagnur)

Fótbóltsvøllurin kemur at liggja á veðurgóðum stað niðri í Hólma. (Vagnur)

Tá ið eg var á Eiði fyri viku síðani, tók eg mynd frá vegnum og oman í Hólma, har nýggjur fótbóltsvøllur skal gerast. Nakað av arbeiði skal gerast aftrat, so er klárt at leggja graslíki á økið. Ì fyrsta umfari verður bara vøllurin gjørdur, men við tíðini skal vøllurin lúka krøvini hjá Fótbótlssambandinum, so dystir í bestu deildini aftur kunnu spælast á Eiði. Eg havi altíð havt stóra virðing fyri eiðisfólki. Av Eiði verður sagt, at klárt verður næsta ár at spæla fótbólt á vøllinum.

Á Eiði er frálíka góð og væl hildin ítróttahøll. (Mynd Vagnu)

Á Eiði er frálíka góð og væl hildin ítróttahøll. (Mynd Vagnur)

Nakað serligt er við Eiðis bygd. Tað tykist, sum samanhaldið er gott, serligur stríðsvilji er í bygdini, og soleiðis var eisini, tá ið vit spældu hondbólt og borðtennis í bygdini seinast í 1960 árunum og fyrst í 1970 árunum. Í Eiðis kommunu búgva í løtuni 675 fólk. 608 á Eiði, 27 í Ljósáum og 40 fólk í Svínáum. í bygdini er skúli, ítróttahøll, barnagarður og sambýli til eldri fólk. Nakað av virksemi er í bygdini, men nógv fólk fara av bygdini til arbeiðis í Eysturoynna og til Havnar. Bygdin minkar ikki, men heldur veksur, tí bygdin vaks við níggju fólkum frá desember 2012 til desember 2013.

Vakurt var seinasta leygardag at hyggja oman á Mølina. (Mynd Vagnur)

Vakurt var seinasta leygardag at hyggja oman á Mølina. (Mynd Vagnur)

Tá ið fótbóltsfeløgini EB og Streymur løgdu saman á sinni, vóru fótbóltsdystir spældir bæði í Streymnesi og á Eiði, men Fótbóltssambandið kolldømdi vøllin á Mølini á Eiði, tí vøllurin leyk ikki krøvini, sum vallir skulu hava til dystir í bestu deildunum. Her er talan bæði um sjálvan vøllin, áskoðarapláss og skiftingarrúm. Men nú kunnu eiðisfólk gleða seg at fáa nýggjan fótbóltsvøll. Í seinasta lagi næsta ár, kann aftur spælast fótbóltur í bygdini.

Fótbóltsvøllurin á Eiði liggur á veðurgóðum plássi, og eingin ivi er um, at vit aftur fara at síggja fótbóltsspæl í bestu deildunum á Eiði. Eg haldi, at tað er ótrúliga væl klárað, at bygd við einans 675 fólkum kann byggja umframt skúla, barnagarð og sambýli, eisini kann byggja ítróttahøll og nú fótbóltsvøll. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *