Stuttligt at síggja myndina omanfyri og minnast aftur á hesa tíðina í Gundadali. Myndin er tikin seinast í 1960-árunum, og Gundadalur er í eini broytingartíð. B36 hevur keypt barakk úr Mjørkadali og fekk harvið nógv størri felagshøli. Neistin byggir nýtt felagshús í 1964, og vit síggja stoypta grund til nýggju ítróttahøllina á Hálsi. Ítróttahøllin varð liðug seinast í 1970. Men myndin sigur okkum eisini nógv annað.
Fótbóltsdystur er í Gundadali, og nógvir eru bilarnir. Stuttligt at síggja ymsu bilsniðini. Bilatalið vaks skjótt seinast í 1960 árunum og fyrst í 1970 árunum, tí tá fór vanliga fólkið at keypa sær bil. Áður sluppu bara vinnurekandi og hýrivognskoyrarar at keypa bil, tí landið vildi ikki lata so nógvan pening av landinum. Men hetta varð broytt seinasta í 1960 árunum. Vit síggja eisini áskoðarar til fótbóltsdyst, og í mun til fólkatalið í Havn tá, vóru fleiri áskoðarar til dyst enn teir eru í 2014. Var fótbótlsdystur í Gundadali, fór familjan frá húsum.
So er tað svarta barakkin frá seinna heimsbardaga. Vit dansaðu í Sjónleikarhúsinum, Losjuni og Klubbanum, men tað vantaði stórt dansihøli, sum rúmaði fleiri fólkum. Í 1967 fór kommunan at umvæla svørtu barakkina í Gundadali, so hon kundi brúkast til dansihøli. Á ólavsøku hetta árið var fyrstu ferð dansað í barakkini, og inngongin var grøna hurðin í niðara enda. Barakkin var ikki væl egnað til dans, tí allir veggirnir vóru blikkplátur, og eg minnist, hvussu sveittin rann niður eftir plátunum. Í barakkini var eingin útsúgving, og fólk royktu inni. Dansað varð bara í barakkini í tvey ár.
Í mín tíð er nógv broytt í Gundadali, onkur sigur broytt ov nógv, tí vallir og hallir eru stúvað alt ov nógv saman. Og parkeringsplássini eru alt ov fá til stóra virksemið. Stóra arbeiðið í Gundadali í løtuni er Tórsvøllur, har stóri bygningurin hjá Fótbóltssambandinum verður bygdur. Gundadalur broytist alla tíðina, og broyting fer at halda fram eisini næstu árini. (Vagnur)

