Tá ið eg kom í Gundadalshøllina í morgun, segði hallarvørðurin Fríði Greguriussen, at høllin fylti 30 ár í dag. Ì kjallarunum liggur gomul klokkan, og á klokkuna er fest silvurpláta, og har stendur 31. mars 1984. Klokkan var gáva frá ÌSF í sambandi við hátíðarhald í høllini, sum boðaði frá, at nú hevði Havnin fingið eina ítróttahøll aftrat. Til lukku við føðingardegnum. Mynd av klokkuni niðanfyri.
Ikki er neyðugt at endurtaka, hvussu stóran týdning Gundadalshøllin hevur havt fyri hondbóltin og flogbóltin í høvuðsstaðnum. Tað vóru feløgini Fleyr, Kyndil og Neistin, sum lótu hølliina byggja. Formenninir í felølgunum vóru í 1984: Herman Lindberg, Fleyr, Jóannis Dalsgarð, Kyndil og Hjalmar Petersen, Neistin. Høllin kostaði 11, 5 milliónir at byggja. Tíverri vísti seg skjótt, at sjálvt um høllin fekk 30% í stuðli frá Tórshavnar kommunu og 30% í stuðli frá Føroya Landsstýri, so vóru einar fimm milliónir í skuld ov stór upphædd hjá feløgunum at bera.
Høllin fór av knóranum í 1991, og skuldin var tá komin heilt upp á 8,7 milliónir. Leiðslan í høllini tá rullaði kavabóltin undan sær og lánti pening frá fíggjarstovnum í Føroyum at senda víðari til kredittfelag í Danmark. Hetta bar til í teimum “glade” 80 árunum, men henda gongdin bar sjálvandi ikki til í longdini.
Tað var fongur fyri tey trý feløgini, at Føroya Sparikassi keypti høllina á tvingilssølu frá danskari kredittfyritøku. Føroya Sparikassi seldi síðani høllina aftur til Fleyr, Kyndil og Neistan fyri 3.9 milliónir krónur. Feløgini skuldu binda seg til 300.000 krónur hvørt, og høllin skuldi fíggja tær tríggjar milliónir krónurnar.
Nú vit skriva 31. mars 2014, kunnu vit siga, at høllin hevur góðan hallarvørð í Fríða Gregoriussen, og høllin skyldar einki. Høllin er sum nýggj innan, men klædningurin uttan er farin nakað hesi tretivu árini. Í hallarnevndini eru Bent Jákup Hansen, Kyndil, Vagnur Michelsen, Neistin og Líggjas Høgnesen, Fleyr. Vit tríggir hava verið í nevndini í nógv ár, og sjálvur havi eg verið í nevndini síðani í 1991, tá ið høllin varð keypt aftur frá Føroya Sparikassa.
Tað hoyrist, at nú er ætlanin at byggja upp í høllina, og at Tórshavnar kommuna skal yvirtaka høllina. Hvussu langt ætlanin er komin, og um hon gerst veruleiki, veit eg einki um. Tað eru feløgini, sum samráðast við kommununa um hetta. Men enn eru tað vit tríggir í nevndini, sum hava ábyrgd av høllini við Fríða sum hallarvørði. Høllin verður bara brúkt til ítróttaligt virksemi, og eg má siga á føðingardegnum, at tað hevur verið bæði stuttligt og spennandi at reka Gundadalshøllina síðani 1991. (Vagnur)

