Leygardagin var eg áhugaverda hondbóltsferð á Eiði

Ásbjørn var væl hýrdur og trívist væl á Eiði. (Mynd Vagnur)

Ásbjørn var væl hýrdur og trívist væl á Eiði. (Mynd Vagnur)

Leygardagin  29. mars leitaði eg mær til Eiðis at síggja eina av abbadøtrunum spæla hondbólt í gentum 10 ár b-bólkur. Nógv ár eru liðin, síðani eg vandi ungdómslið, og ikki eru nógvir dystir sæddir seinnu árini. Ferðin á Eiði skuldi gerast stór uppliving. Eg sá frálíkt hondbóltsspæl í vakrari og góðari høll, har nógvir evnaríkir og lívsglaðir hondbóltsspælarar kýttu seg á vøllinum. Okkurt “ruskaði” í mínar gomlu venjarakenslur at síggja hesi fittu børnini spæla hondbólt.

Eg fekk orð á fólk úr EB, sum stóðu fyri kappingini, og so hitti eg Ásbjørn Nielsson Nattestad, sum býr og eigur hús á Eiði. Fyrst til prátið við Sunnvá Vesturdal og Nikkel Nielsen úr EB.

EB er gomul hondbóltsbygd, men tá ið hondbólturin gjørdist innanduraspæl, misti EB stevið við ongari høll. Nú er stásiliga høllin komin, og tað eru mest ommu og abbabørnini hjá gomlu eldsálunum, sum nú royna at fáa gongd á aftur hondbóltin á Eiði. Sunnvá og Nikkel siga soleiðis: – Nógvar hondbóltskappingar í yngru deildum eru avgreiddar á Eiði, óivað tí plásstrot eru í Havn. Eisini venja úrvalslið mangan á Eiði, siga tey bæði. Komin í høllina vóru kaffi og køkur at fáa. Nógvir bilar, og nógv foreldur sótu á áskoðaraplássunum og stuðlaðu spælarunum.

– Vit royna at menna hondbóltin á Eiði, og í løtuni hava vit hesi lið í landskappingini: 2. deild kvinnur, 2. deild menn, gentur og dreingir 14, gentur og dreingir 12 ár, gentur 10 ár og u8 lið. Flestu foreldrini at børnunum hava ikki spælt hondbólt, tí eingin hondbóltur er spældur á Eiði í nógv ár. Børnini hava abbar og ommur, sum á sinni spældu hondbólt. Spælarar koma eisini úr bygdum í Sundalagnum til Eiðis at spæla hondbólt, men høll er eisini í Kollafirði, siga tey bæði Sunnvá og Nikkel í stuttari viðmerking, meðan tey sita við dómaraborðið.

Hugaligt at práta við EB fólkini Nikkel Nielsen og Sunnvá Vesturdal. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at práta við EB fólkini Nikkel Nielsen og Sunnvá Vesturdal. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg kom í høllina, dømdi Ásbjørn Nielsson Nattestad. Ikki hesuferð í grønum búna, tí Ásbjørn er trúgvur kyndilsmaður og hevur stóran áhuga fyri hondbólti. Vit kenna hansara góðu viðmekingar á Hondbóltskjaki, og tað er hann, sum dagførir toppskjúttaralistan í bestu deildunum. Tá ið eg hoyrdi, at Ásbjørn keypti hús á Eiði fyri trimum árum síðani, gjørdist eg ovfarin, tí eg metti Ásbjørn vera so góður við Havnina og Kyndil, at hann búsetti seg ikki uttan fyri Havnina. Ásbjørn mátti eg eisini práta við. Eg fekk hann at vísa mær húsini, og meðan vit gingu frá høllini oman ti húsið, segði Ásbjørn soleiðis:

Ásbjørn ætlar at mála sær húsini í summar. (Mynd Vagnur)

Ásbjørn ætlar at mála sær húsini í summar. (Mynd Vagnur)

– Eg ynskti at fáa mær egið hús, men húsini í Havn kostaði alt ov nógv, at eg kundi fíggja húsið einsamallur. Eg kom í 2007 fram á hetta húsið á Eiði, sum stóð til sølu fyri sámuligan kostna, men eg flutti ikki til Eiðis fyrr enn fyri trimum árum síðani. Hví ikki Eiði, hugsaði eg tá? Valið var gott, tí mær dámar væl húsini og trívist væl á Eiði. Eg havi roynt meg sum venjari hjá EB liði, men eg haldi meg ikki vera egnaðan sum venjari. Heldur vil eg døma dystir hjá EB og annars hjálpa EB á annan hátt. Eg havi stóran áhuga, at EB mennist sum hondbóltsfelag.

ggggg

Neistin gentur 10 ár b-bólkurin. St.f.v: Annika Mørk, Børka Berg Jørgensen, Astrið Breckmann, Lea Mohr, Bjørk F. Joensen, Sára Sigrunardóttir, Maria Pálsdóttir Nólsoy, Birna Eyðunardóttir, Anna Sigrunardóttir og Silja O. Heðinsdóttir. Málverjin fremst eitur Silja Armgrímsdóttir. (Mynd Vagnur)

– Nordfra er mítt arbeiðspláss, og mítt arbeiði er at koyra fiskavørur kring landið. Arbeiðið dámar mær væl, sigur Ásbjørn at enda. Eg helt, at Ásbjørn hevði familju á Eiði, og tí keypti hann sær hús í bygdini, men so er ikki. Hann er sonur Niels og Oddvá Nattestad. Mamman er úr Gøtu og pápin er úr Havn. Ásbjørn er uppkallaður eftir abbanum, sum var úr Hvalba.

Abbadótturin og hinar neistagenturnar vunnu B-bólkin, og fegnar vóru gentur eftir seinasta dyst. Eg sá gentur úr Stjørnuni, Søljuni, VÍF, H71, Kyndil og Neistanum spæla hesa løtuna. Nógv kend venjaraandlit, sum eiga spælarar á liðunum. Eg hitti eisini Erlu Olsen úr Vestmanna mammu Inga og Áka Olsen. Erla segði í skemti við meg, at hon er óivað einasta omman í landinum, sum venur ommubørnini í hondbólti. Eiði er av vakrastu bygdnum í Føroyum. Leygardagin var kølið og klárt í veðrinum, og ómetaliga vakurt var at síggja oman á Mølina og suður í Sundalagið. (Vagnur)

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *