Frálíki hondbóltsspælarin David Edvardsen kom sum tjúgu ára gamal til Føroya 5. oktober í 2007 at spæla hondbólt við STÍF. Síðani spældi hann trý kappingarár við Neistanum, fór síðani aftur til Danmarkar, og nú tvey ár seinni er hann aftur í Føroyum og spælir við Kyndli. David er fyrikomandi maður, og eg havi spurt hann, hvør munur er at spæla hondbólt í Føroyum og í Danmark. – Fyrst og fremst er hart at spæla hondbólt í Føroyum, tí føroysku dómarar loyva harðari spæli enn í Danmark, sigur David.
Í Føroyum liva vit í okkara egnu hondbóltsverð. Sjáldan eru útlendsk hondbóltslið í Føroyum, og fáir landsdystir verða spældir. Tí seti eg mangan spurningin, um vit eru á rættari kós bæði hvat víkur spæli og døming. David kennir væl til føroyska hondbólt og hevur eisini spælt í Danmark, og hann havi eg prátað við. David sigur soleiðis:
– Sum sagt kom eg til Føroya 5. juni 2007 at spæla við StÍF, har Claus Rasmussen var venjari. Vit vóru um at vinna FM-heitið hetta árið, men tað glapp. Síðani spældi eg trý kappingarár við Neistanum, har eg vann tvey FM-heitið og eisini steypakappingar. Tú spyrt meg, hví eg eftir tvey ár í Danmark eri komin aftur til Føroya?
– Mær dámar væl í Føroyum, og mítt lyndi er soleiðis, at mær dámar væl frið, og tað, at alt er so frítt. Ikki er neyðugt at læsa hurðar, tey ungu kunnu ganga frítt úti um náttina og lítið er av kriminaliteti. Alt hetta passar væl til mín, og eg kundi gott hugsað mær at búð fast í Føroyum, sigur David.
Ì Danmark spældi David í fimmtbestu deildini, men seinastu tvey árini hevur hann satsað mest at útbúgva seg sum hondbóltsvenjara, tí er hondbóltsspælið komið í aðru røð. David var knýttur hjálparvenjari at besta kvinnuliðnum í felagnum, sum spælir í 1. deild. Hann og vinmaður vandu eisini eitt U18 gentulið, og honum dámar væl at arbeiða sum venjari. Men hvør er so høvuðsmunurin á føroyskum hondbólti og donskum hondbólti spyrji eg David?
– Støðið er sjálvandi lægri í Føroyum, bæði tá ið talan er um tað tekniska og taktiska. Føroysk manslið høvdu staðið seg í 2. deild í Danmark. Eg haldi meg síggja, at venjingin er ikki nóg góð í yngru deildunum í Føroyum, har nógv fólk við ongari útbúgvin venja ungdómin. Skal føroyskur hondbóltur mennast meira, er uppskriftin einans væl útbúnir ungdómsvenjarar. Tá ið eg arbeiddi sum venjari í Danmark, vóru vit javnan á venjaraskeiði ella til fyrilestur um hondbólt. Ì okkara felag var stórur dentur langdur á at útbúgva og menna venjarar.
– Eg gerist í øðini, tá ið eg komi í hallirnar og síggi fólk venja ungdómin í arbeiðsklæðum. Hetta er ikki at taka venjarastarvið í álvara, er vánaligt “signal” senda ungdóminum og niðurgerðing av spælinum.
– Tá ið tað kemur til sjálvt spælið, so er einki galið við stríðsandanum hjá føroyskum spælarum, sum hava nógv betri stríðsvilja enn danskir spælarar, sum meira leggja dent á tekniska spælið. Føroyingar hugsa álop og gloyma mangan verjuspælið, sum er eins týdningarmikið og álopsspælið. Tú sært nógvan “indianarahondbólt” í Føroyum, har spælt verður við nógvari ferð uttan veruligt taktiskt endamál.
– Eisini haldi eg, at ov nógv ábyrgd verður mangan løgd á herðarnar á útlendingarnar, sum skulu spælast upp og skjóta málini. Hetta er ikki rætt. Ùtlendingar geva góðan íblástur til føroyskan hondbólt, men einki endamál er at fáa útlendingar til Føroya, uttan teir eru betri enn føroyskir spælarar. Annars er jantulógin sterk í Føroyum, tí tú skalt ikki koma til Føroya og halda eg vera nakað, sigur David.
Dømingin er stórur partur av spælinum, og David skuldi verið tann rætti at spurt, um føroyskir dómarar døma øðrvísi teir donsku?
– Tað er kropsliga hart at spæla hondbólt í Føroyum, skiljast á tann hátt, at føroyskir dómarar loyva harðari spæli. Her hugsi eg um eftirtaklingar og at skumpa spælarar. Sært tú útlendskan hondbólt í sjónvarpið, kann tykjast, at spælarar verja hart, men teir venja meira við kroppinum. Eg haldi, at vit áttu at bøtt um hetta í Føroyum, sigur David at enda.
David spælir sum sagt við Kyndli, spælir mest høgri bakkur í álopinum og hevur skotið nógv mál í vetur. Nú havi eg ikki sæð David spælt hesuferð, men tá ið hann spældi høgri vongur í Neistanum í trý ár, var hann toppskjútti í kappingini tvey av árunum. Hann var tá klárt besti høgri vongur í landinum. David hevur júst endurnýggjað sáttmálan við Kyndil og spælir eisini við liðnum næsta kappingarár. (Vagnur)


