6. juni 1966 var Oyggjarvegurin bundin saman, har Hórisgøtan fer oman til Signabø. Sum ungir hondbóltsspælarar upplivdu vit í hvørfall í tvey ár at ganga milum vegin úr Havn og vegin úr Kollfjarðardali, sum ikki var samanbundin. Landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal, sáli, vildi ikki binda vegirnar saman, fyrr enn vegurin úr Havn leyk trygdina við bilverju og øðrum. Longu tá hoyrdu vit um huldustein, sum Landsverkfrøðingurin ikki vildu spreingja burtur. Vegurin skuldi fara tvørtur um steinin, men hetta vildi Mikkjal Helmsdal ikki og gav boð um at broyta vegaføringina.. Um hann ikki tordi at taka íbygda steinin frá huldufólkunum, havi eg ikki fingið uppspurt. Havi tó spurt Svenning Reinert úr Norðadali, hvat hann veit um huldusteinin, trøllasteinin ella Mikkjalssteinin, sum summi rópa steinin. Og Svenning sigur.

Spurningurin er, um huldufólk framvegis búgva í steininum. Vakur serligur steinur, má sigast. (Mynd Vagnur)
– Koyrir tú av Norðadalsskarði til Havnar og nakrar hundrað metrar suður um Skarði, stendur huldusteinurin so vakur við vegjaðaran høgrumegin. Tú sært beinanvegin á vegaføringini, at knekkur er í vegnum. Og eg minnist, at sagt var, at Landsverkfrøðingurin Mikkjal Helmsdal segði við arbeiðsformannin, at vegaføringin má broytast eitt sindur, so steinurin sleppur at standa. Teir stoyptu síðani uppundir steinin og løgd flag á, so steinurin ikki koppaði. Tú spyrt, hvussu staðið eitur, har steinurin stendur. Eg veit ikki um nakað navn júst har, steinurin stendur, men vit siga, at huldusteinurin stendur við Skarvingargil, sum er gil nakað sunnari.
– Tá vit fóru úr Norðadali til Havnar, áðrenn Oyggjarvegurin var liðugur, komu vit ongantíð tann vegin, har huldusteinurin stendur. Tí vistu vit einki um henda íbygda steinin. Uttan iva hava arbeiðsmennirnir fantasera, at steinurin er íbygdur, og gerst tú teg inn á huldufólk, so kann hetta koma tær aftur um brekku. Annars hevur man hoyrt, at fólk, sum hava tikið myndir av huldusteinum, ikki fáa steinin upp á myndina, men hetta man eisini vera eitt slag av fanatasii. Huldusteinurin er vakur steinur og eitt prýði, sigur Svenning at enda.
Svenning sigur mær eisini, at hann hevur hoyrt trý ymist nøvn á steininum: Mikkjalssteinur, huldusteinur og trøllasteinur. Nógvir íbygdir steinar standa ymsastaðni í Føroyum. Huldufólkini og vættrarnir minkaðu í tali, tá ljósperurnar fyrstu ferð fóru at lýsa í Føroyum. (Vagnur)
