H71 – Neistin 24-23 (12-12) Neistamenn spældu frálíkan dyst, men taptu við einum máli í seinasta minutti

Neistamenn 2012. St.f.v: Sjúrður Thomassen, liðleiðari, Herbjørn Lava, Jugoslav Djumic, Beinur Davidsen, Kristjan Dulavík, Torstein Balle, Terji Mørk og Áki Mørk venjari. Húkandi f.v: Teitur Magnusson, Andras Joensen, Mikkjal Hansen, Rói Berg, Bartal Kamban, Guðfinnur Thorleifsson og Grímur Petersen. (Mynd Vagnur)

Eg var ikki sørt spentur at síggja nýggja neistaliðið við heilt ungum spælarum spæla seinnapartin ímóti H71 í Hoyvíkshøllini. Heilt fitt av áskoðarum sóu javna dystin, har eingin munur var á liðunum, og at tilvildin gjørdi í seinasta minutti, at H71 vann dystin við einum máli. Neistamenn spældu frálíkan dyst, har stríðsandin var í topp, og serliga miðverjan er ikki sædd betur í Neistanum í nógv ár. Eg bíðaði alla tíðina eftir einum øðrum “geari” frá H71 spælarum, men hetta “geari” kom ongantíð. (Tøl frá dystunum millum VÍF og StÍF og KÍF og Kyndil eru niðast í greinini)

Neistamenn komu nógv betur frá byrjan, enn eg roknaði við, og tá ið átjan minuttir vóru farnir, vóru neistamenn á odda 10-6. Men tað sýntist, sum neistamenn í fleiri førum vóru ov seinir aftur at verja, tí fekk H71 nøkur góð skjótálop, og munurin tí minkaði. Tað vóru tríggir spælarar hjá H71, sum skutu flestu málini Rúni Højgaard, Hallur Biskupstø og Bogdan Florea. Tað sást týðuliga, at fær H71 ikki skjótálopini at rigga, og Bogdan verður væl vardur, so spælir H71 ein málfátækan dyst. Soleiðis var eisini seinasta kappingarár. H71 fekk ikki skjóta góða spælið at rigga í dag.

Stórt herðaklapp til ungu neistamenninar, sum veruliga góvu alt. Miðverjan við serliga Kristiani Dulavík og Beini Davidsen var óførir, og fyrstu ferð sá eg Jugoslav spæla høgri bakkur, sum hann kláraði avbera væl, ja, so væl, at hann bleiv mansvardur í seinna hálvleiki. Stuttligt at síggja Guðfinn á vinstra bakki, har vóru so nógvir neistaspælarar, sum stríddust.

Tá ið tveir minuttir vóru eftir av dystinum,  høvdu neistamenn bóltin og vóru á odda 23-22, og eg var vísur í, at neistamenn fingu í hvørfall uppibornan javnleik, men so var ikki. Royndirnar og tilvildin vildu tað soleiðis, at neistaálop vóru misbrúkt, og H71 fann úr ermuni tvey skjótálop, og so var dysturin vunnin, og neistamenn slignir á nevið. Hetta er ringasti háttur at tapa ein dyst. Eftirmæli mítt er, at vit sóu frálíkan dyst, men eg haldi, at skal H71 koma heilt fram í oddin og vinna sær FM-finalupláss, so má annað spæl til. Eg var bilsin av neistamonnum, at ungu menninir hava eitt gott lið so tíðliga í kappingini. Eru teir skjótari aftur at verja og halda høvdið kalt í avgerandi løtum, so vinna teir dystir.

Sjálvandi er lætt at vera klókur eftir dystin, tí tilvildin var við H71 seinastu minuttirnar, men Jugoslav var kanska ov leingi úti ímóti dystarenda, men hetta er alt gitingar, tí neistamenn kundu eins og H71 bæði vunnið dystin og fingið javnleik. Eg fari í vetur at royna at fáa myndir av øllum liðunum í bestu deildini á heimasíðuna. Fyri viku síðani var mynd av H71 og Kyndli, nú eiga neistamenn tørn. Fólk kring landið og uttanlands hava áhuga í, hvørjir spælarar manna ymsu liðini. (Vagnur)

Málskjúttar H71: Rúni Højgaard 8, Hallur Biskupstø 6, Bogdan Florea 5, Rógvi Sørensen 2, Sigmundur Dahl 1, Høgni Djurhuus 1 og Sigmundur Nolsøe 1

Málskjúttar Neistin: Beinur Davidsen 6, Jugoslav Djumic 6, Guðfinnur Thorsteinsson 3, Teitur Magnusson 3, Andras Joensen 3, Terji Mørk 1 og Herbjørn Lava 1.

Dómarar: Regin Mittún og Ragnar Simonsen. (Gott avrik) 

 

VÍF dró frá longu frá byrjan í dystinum

VÌF-StÍF 29-23 (15-9)

VÍF vann seinnapartin dystin á StÍF í Vestmanna. StÍF kom á odda 2-0, men so setti VÌF seg á dystin. Tveir málslúkarar vóru í dystinum, og vóru tað Filip úr VÍF og Sveinur úr StÍF. Fólk vóru spent at vita, hvørja styrkju StÍF hevði, og eg roknaði við, at dysturin í Vestmanna fór at gerast javnari, enn hann gjørdi. Leiðslan, sum VÍF hevði í hálvleikinum helt fram allan seinna hálvleik, har VÍF var frammanfyri við fimm ella seks málum. Ein tryggur sigur til VÍF, má man siga.

Málskjúttar VÌF: Filip Josic 8, Andrias Eriksen 5, Agnar Joensen 5, Martin Ritto 4, Sámal Durhuus 3, Joen P. Høgnesen 3, og Bárður Brimvík 1

Málsskjúttar StÍF: Sveinur Justinussen 9, Borgar Danielsen 4, Jørmund Joensen 3, Pætur Joensen 3, Jógvan G. Joensen 1, Allan Norðberg 1, Teitur Nilsson 1 og Signar Prestá 1

Dómarar: Eyðun Samuelsen og Andreas F. Hansen

 

KÍF og Kyndil bíttu stigini í Kollafirði 

KÍF – Kyndil 30-30 (14-12)

KÍF og Kyndil høvdu hvør sínar tvær løtur í fyrra hálvleiki. KÍF kemur á odda 6-2, men eftir lítlari løtu kemur Kyndil afturíaftur og fær javnleik 7-7. Men eftir fimm minuttir leggur KÍF seg á odda 12-8, tá eru tjúgu minuttir farnir av hálvleikinum. KÍF fær bara tvey mál seinastu tíggju minuttirnar í fyrra hálvleiki, meðan Kyndil fær fýra mál. Í seinna hálvleiki gongur javn á allan hálvleikin, har KÍF fyrst hevur munin, men Kyndil spælir seg upp á javnleik 26-26, tá ið tjúgu minuttir eru farnir av hálvleikinum. KÍF er á odda 30-28, tá ið fýra minuttir eru eftir, men Kyndil javnar til 30-30 í næstseinasta minutti.

Málskjúttar KÍF: Niclas Selvig 8, Hans Eli Sigurbjørnsson 7, Andrias Nilsen 5, Ási Dam 4, Rúni Joensen 3, Teitur Joensen 2, og Tony Weyhe 1

Málskjúttar Kyndils: Hørdur Fannar Sigtórsson 7, Birgir Poulsen 5, Høgni Klein Olsen 4, Andrias Sólsker 4, Ludvík Súnason 4, Finnur Hansson 3, Frank Askildsen 2 og Josef Abrahamsen 1

Dómarar: Kári Hansen og Kartin Joensen

Nummar Lið Dystir V.m. T.m. Munur Stig
1 H71 2 51 48 3 4
2 KÍF 2 60 56 4 3
3 StÍF 2 54 42 12 2
4 VÍF 2 55 53 2 2
5 Kyndil 2 55 57 -2 1
6 Neistin 1 23 24 -1 0
7 Team Klaksvík 1 13 31 -18 0

 

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Skriv et svar

Din e-mailadresse vil ikke blive publiceret. Krævede felter er markeret med *