
Havnar Róðrarfelag egtur stórt og gott neyst í Álakeri. Ovara hædd er leigað út til stovn. (Mynd Vagnur)
Havnar Róðrarfelag fylti 80 ár 25. juni í ár, og í annaðkvøld 29. september er 80 ára veitsla í bátahøllini í neystinum. Havnar Róðrarfelag eigur nógvar kappróðrarbátar bæði nýggjar og eldri bátar. Nøvini vit kenna frá FM-róðrunum eru 10- mannafarið Havnarbáturin, 8-mannafarið Ørvur, 6-mannafarið Gongurólvur, 5-mannafarið Sílið, 5-mannafarið Drekin og 5-mannafarið Títlingur, sum bara verður brúktur til barnaróður. Felagið goymir eisini ein bát av hvørjari stødd, sum Niclas í Koltri smíðaði.
Kappróðrarsøgan í Føroyum er drúgv, tí longu í seinast í 1800 talinum varð róð kapp á ólavsøku. Hetta vóru ikki bygdir kappróðararbátar men 10-mannafør og 8-mannafør, sum vóru brúkt til útróður og flutning millum oyggjarnar. 25. juni 1932 byrjaði søgan hjá Havnar Róðrarfelag. Bygt varð neyst í Álakeri, har pláss var fyri 10-mannafari og 8-mannafari. Fyrst í 60 árunum var bygdur skúrur aftrat neystinum, so 5-mannafarið Sílið kundi standa har.

Í gamla neystinum stendur Havnarbáturin, sum Niclas í Koltri smíðaði. Eldri rógvarar eru um bátin. (Mynd Vagnur)
Niels Juul Arge, sum eitt skifti var formaður felagnum, skrivar í broti í bókini Drekin, at í 1935 kom drekahøvdið at gerast frámerkið hjá bátunum í felagnum. Niels Juul sigur soleiðis: “Víkingarnir hildu drekan ræða mótstøðumenninar.Tí høvdu teir hann fremst á stavninum, tá ið teir fóru í hernað. Jógvan í Skálum gjørdi drekan á Havnarbátin, hann bygdi í 1935. Tí hava vit enn drekan fremst á øllum okkara bátum. Tó ikki til at ræða teir, sum vit kappast ímóti, men sum eitt prýði.
Havnar Róðrarfelag kom at halda til í gamla neystinum til 8. novembur 1975, tá ið nýggja stásiliga neystið varð tikið í nýtslu. Seinni fekk núverandi neyst tvær lonir aftrat. Gamla neystið verður framvegis brúkt, tí har stendur stásiliga 10-mannafarið Havnarbáturin, sum Niclas í Koltri, sáli, bygdi felagnum í 1971. Eldri rógvarar hava umvælt bátin og fara væl um hann. Teir hava fleiri ferðir róð uttanlands á ymsum róðrarstevnum.
Felagið goymir ein bát av hvørjari stødd, sum Niclas í Koltri smíðaði felagnum, tí hesir bátar eru partur av søgu felagsins. Niclas í Koltri broytti føroyskan kappróður í 1957, tá ið hann smíðaði 8-mannafarið Miðvingin. Báturin var lættari og gekk skjótari enn aðrir bátar. Niclas gavst at smíða bátar í 1983.
Stór broyting fór aftur fram í føroyskum kappróðri í 1996, tá ið Sámal Hansen úr Runavík fór at smíða bátar, sum vóru enn lættari enn bátarnir hjá Niclasi í Koltri. Nú kundi bátarnir hjá Niclasi ikki brúkast longur, tí teir stóðu seg ikki í kappingini við nýggju bátarnar. Aðrir bátasmiðir hava eisini smíðað kappróðrarbátar.
Havnar Róðrarfelag eigur stórt og stásiligt neyst. Í neystinum stendur 5-mannafarið Títlingur, sum bara verður brúktur til barnaróður, 5-mannaførini Sílið og Drekin, 6-mannafarið Gongurólvur, 8-mannafarið Ørvur og tvey 10-mannafør. Havnarbáturin frá ár 2000 og nýggi Havnarbáturin, sum verður flotaður í næstum.
Eins og kappróður kring landið hevur Havnar Róðrarfelagið verið í lítlum aldudali seinastu trý árini, tí ikki er eydnast at manna Havnarbátin. Fólk í felagnum hava vón um bjarta framtíð, nú felagið fyllir 80 ár við vón um, at tað eydnast at manna nógvar bátar næsta ár. Til lukku við teimum 80 árunum. (Vagnur)



