Hondbóltsfelagið Tjaldur hevur ongan heimavøll í hálvt ár

Her síggja vit báðar hallirnar. Støkkhøllin nærmast og so ítróttahøllina
Her síggja vit báðar hallirnar. Fimleikahøllin nærmast og ítróttahøllina longst burtur.

Byggifyritøkan Búsetur er byrjað at gera nýggju fimleikahøllina í Runavík, sum er ótrúliga spennandi verkætlan. Fimleikahøllin, sum Runavíkar kommuna letur byggja, verður bygd við síðuna av ítróttahøllini. Í hesum sambandi verður ítróttahøllin stongd i hálvt ár, tí høllin skal leingjast suðureftir og aðrar umvælingar gerast. Tá ið øll verkætlanin er liðug, fáa fimaleikarar nýtímans fimleikahøll, og hondbólturin í Runavík fær enn betri umstøður. Eg havi hitt formannin í Tjaldri Andrias Jacobsen, sum sigur, at eingin hondbóltur verður aftur í høllini í Runavík fyrr enn fyrsta januar 2014. Og Andrias heldur fram.

Andreas Jacobsen formaður í Tjaldri.
Andrias Jacobsen formaður í Tjaldri.

– Vit í Tjaldri hava ongar trupulleikar at vera høllina fyri uttan í hálvt ár vitandi um, at vit sleppa aftur í eina nógv betri høll 1. januar 2014. Umframt, at fimleikahøllin verður bygd, skulu ymsar broytingar og umvælingar gerast í ítróttahøllini. Endin suðureftir verður tikin niður, og høllin longd suðureftir. Ljósini í høllini skulu skiftast, og annað gólv leggjast í høllina. Eisini skal betrast um skiftingarumstøðurnar. Høllin er nú tredivu ára gomul og treingir til ábøtur.

– Tá ið tú spyrt meg um hondbóltin í Runavík við ongari ítróttahøll í hálvt ár, so fara vit á Skála at venja og spæla dystir, til høllin í Runavík letur upp aftur. Eisini er møguleiki at venja í høllini á Kambsdali. Vit í Tjaldri síggja nógvar nýggjar møguleikar, at fimleikahøllin mest sum er bygd aftrat ítróttahøllini, tí tey ungu kunnu bæði spæla hondbólt og gera fimleik. Eingin ivi er um, at hetta er frálíkt fyri allar partar, sum vilja teimum ungu væl í ítróttinum.

Samn við Fimi í Havn verður Støkk eina av best útgjørdu fimleikahallunum í ríkinum.
Saman við Fimi í Havn verður fimleikahøllin í Runavík ein av best útgjørdu fimleikahallunum í ríkinum.

– Tú spyrt meg eisini, um samarbeiðið við VÍF fer at halda fram í bestu kvinnudeildini. Tað rokni eg við, og fundur verður millum VÍF og Tjaldur í nærmastu framtíð, sigur Andrias at enda. Vit onnur kunnu seta spurningin, um tað nú var rætt at leggja bestu kvinnuliðini hjá VÍF og Tjaldur saman. Samansetta liðið megnaði næstan at koma í FM-finalurnar, og eg havi skrivað tað áður, at spældi Liljan Djurhuus, Adina Petrea og Heidi Sevdal allar dystirnar, so var VÍF/Tjaldur í FM-finaluni ímóti Neistanum og ikki Kyndil. So einfalt er tað. VÍF/Tjaldur mistu ov nógv stig, tá ið serliga Adina Petrea var skadd fleiri dystir. Eisini vóru Liljan og Heidi sjúkar ella skaddar nakrar dystir.

Nýggja Støkkhøllin kemur at rigga væl á økinum.
Nýggja fimleikahøllin kemur at rigga væl á økinum.

Hondbólturin hevur djúpar røtur í Runavík, og tað var tann tið, tá ið Tjaldur (tá NSÍ) bæði hevði kvinnulið og manslið í bestu deildini. Millum annað vóru Sverri Justinussen og Jens Martin Knudsen úrmælingar á hondbóltsvøllinum. Í Runavík spældu tey hondbólt fyri mína tíð, og eg hava sæð myndir, tá ið tey spældu hondbólt á grúsvølli á bryggjuni í Runavík. Myndirnar eru frá fyrst í 50-árunum. Spennandi, tá ið nýggja fimleikahøllin er liðug, og arbeiðið at umvæla ítróttahøllina eisini er liðugt. Tá kann Tjaldur halda fram við hondbóltsvirkseminum í Runavík. (Vagnur)

Her sæst, hvussu kemur at síggja út inni í hallunum. Ótrúliga spennandi verkætlan
Her sæst, hvussu kemur at síggja út inni í hallunum. Ótrúliga spennandi verkætlan

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply