Tónasmiðurin giftur við kendu songkvinnuni úr Gøtu

Theodor Eli Dam Olsen vígdi Trónda og Eivør. Gøtu kirkja var fullsett. (Mynd Vagnur)

Leygardagin 14. juli vóru vit til stórsligna brúðarvígslu í Gøtu, sum ikki stóð nógv aftan fyri tey kongaligu brúdleypini. Tónasmiðurin Tróndur Bogason Hansen og songkvinnan Eivør Pálsdóttir gingu saman í hjúnalag. Alt tiltakið í Gøtu kirkju, hugnaløtan við ábiti uttan fyri barnaheimið hjá Eivør í Syðrugøtu og veitslan fyri 300 fólkum í Dansifrøi var merkt av nógvum tónleiki. Nógv var gjørt burturúr.

Í Gøtu kirkju var íslensk songkvinna, sangkór, tvørfløtuspælari, trompetspælari og óvæntað tiltak, tá ið kingobólkurin úr Tjørnuvík kom syngjandi inn eftir kirkjugólvinum. Heilt ótrúligt, sum hetta riggaði væl. Tað, sum eisini fekk meg at skriva nøkur orð um brúðarvígsluna, er, at bæði Tróndur og Eivør eru kend tónlistafólk, og at Tróndur einaferð var av allar bestu hondbóltsspælarum í Føroyum.

Tróndur dugdi alt á einum hondbóltsvølli. Hann var stórur og sterkur, hevði ótrúliga gott eyga fyri linjuspælinum, dugdi øll skotini, bæði hart standandi skot, hoppskot og undirhondsskot. Og sjálvt um hann var stórur og tungur, var hann eisini gjøgnumbrotsspælari. Eftir miðnámsskúlan arbeiddi hann eitt ár í Føroyum, men so gekk leiðin til Danmarkar í lestrarørindum. Eitt tíðarskeið vandi hann við Rødovre Håndboldklub, sum spældi í bestu deildini,  har hann beinanvegin kom á besta liðið.

Men tað var tónleikurin, sum vann á hondbóltinum, tí boð vóru alla tíðina eftir honum í sambandi við útgávur av fløgum. Tróndur og Sunleif Rasmussen eru einastu føroyingar, sum hava hægstu útbúgving sum tónasmiðir á tónleikaháskúlanum í Keypmannahavn.

Veitslan í Dansifrøi var eisini stórsligin. Umframt góðar talur, setti tónleikurin eisini sín dám á veitsluna. Tróndur og Eivør eru upptikin tónlistafólk og boð eru eftir teimum allan tíðina. (Vagnur) 

Eivør og Tróndur koma í kirkjuna í Gøtu. Kirkjan var fullsett av fólki. (Mynd Vagnur)

 

 

Viðmerkingar

viðmerkingar

Leave a reply