Tíðirnar broytast, og tær broytast heilt skjótt eisini á Vestaru bryggju

Fiskivinnan í Havn er minkað burtur í lítið og einki, men tað var tann tíð, tá hundraðtals fólk arbeiddu á Bacalao, Saltsøluni, Tunnivirkinum og Fiskasentralinum. (Mynd Vagnur)

Tá eg um dagarnar spákaði niðri á Vestaru bryggju og trein upp trappurnar á Ísvirkinum, reikaðu tankarnir um allar broytingarnar seinnu árini her á leiðini. Einki fiskavirki tó ein landingarmiðstøð, har tey arbeiði ikki er allar dagar í viku. Saltsølan er prýdd, má sigast, men einki vinnuvirksemi, sum í okkara ungum døgum. Tó nógvir bilar hjá næmingum og lærarum, sum hava sína dagligu gongd í bygninginum. Einki flakavirki men nú eitt slag av urtagarði í parti av bygninginum. Einki skip við bryggju henda dagin, men skip koma og fara. Summi taka ís, og onnur landa til landingarmiðstøðina. Hissini útróðrarbátar halda til í egningarskúrunum, men teir eru minkaðir nógv í tali. Nú dríva teir fáu á, tí nógvur fiskur er at fáa.

Komi at hugsa um húsvagnabýin í 1980-árunum, sum var millum Bacalao og Tórshavnar Skipasmiðju. Her búðu mest polakkar, sum arbeiddu á Bacalao. Nú síggi eg, at Mest hevur sett upp bingjur, sum síggjast til vinstru í myndini árakað skrivstovuna hjá Magn. Her búgva útlendskir handverkarar Ja, íslendingar eiga Magn og Vónina, hví lata vit nú íslendingar fara avstað við vinninginum av oljusølu og trolvinnuni? Áhugavert hesa løtuna at minnast aftur nógva virkseminum á Vestaru bryggju. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Myndin frá 1977 boðar frá slóðbrótandi vegagerðum í Havn

Leivur beiggi mín mitt í myndini. Vit síggja eisini, hvussu bilarnir eru parkeraðir tá í tíðini. Tórsgøta er ikki enn kvett av.

Um jólini fekk eg sendandi áhugaverdu myndina omanfyri tikin summarið 1977. Slóðbrótandi arbeiði fer fram í Havn til tess at binda betur saman eystur – og vesturbýin. Gomlu smalu vegirnir vóru á sinni gjørdir frá gomlu Havnini út til innløgdu traðirnar, áðrenn fyrsti bilurin kom í 1922. Bilatalið vaks við fúkandi ferð seinast i 1960-árunum og í 1970 talinum, og bilarnir gjørdust tríggjar til fýra ferðir fleiri í fram til 1980, tá bilatalið fór upp um 11.000 bilar. Í 1970 var bilatalið í Føroyum 3270 bilar. Men aftur til myndina. Læs resten

Júst Christian Sivertsen var radiomekanikari og radioamatørur – hann hevði ikki koyrikort

Júst Sivertsen, yngri, var radiomekanikar og radioamatørur. (Mynd: Lossingarmen í Havn)

Tá eg sum smádrongur búði við Landavegin, var nærmasti granni út ímóti Rættará trøðin hjá Tullu og Júst Sivertsen. Á trøðni høvdu tey nakrar seyðir, og har stóð eisini vakurt laðað fjós. Minnist, at Tulla og Júst ynsktu at byggja á trøðni, men hetta var teimum noktað, og seinni bleiv trøðin friðað í sambandi við, at Vesturkirkjan skuldi byggjast nærhendis.

Júst var kendur maður í Havn, og tað var jú hann, sum í 1922 ognaði sær fyrsta bilin í Føroyum. Hann og seinni sonurin Sjúrður áttu nógvar lastbilar og høvdu harvið nógv fólk í arbeiði. Júst og Tulla áttu fýra børn, og í hesum sambandi komi eg serliga at hugsa um Júst yngra, sum var egin persónur, og sum var eitt slagi av eini havnarmynd.

Júst Christian Sivertsen, sum æt eins og pápin, var føddur 6. oktober 1937 og deyður 4. september 2003. Hann búðí húsum á trøð Yvir við Strond, har hann hevði bæði dunnur, hønur og seyð. Hann sást oftast í havnargøtum til gongu, á súkklu, og seinnu árini altíð við hundinum við sína lið.    Læs resten

Stigatalvan farin í jólafrí – Kvinnukappingin spennandi, meðan manskapping fyribils avgjørd

Mansliðið sum vinnur grundspælið, skal velja sær lið at spæla ímóti í hálvfinalunum.

Kappingarárið í bestu mans – og kvinnudeild 2018/2019 er heilt serligt, tí meðan tey seks kvinnuliðini spæla eftir gomlu skipanini, har ovastu tvey liðini í grundspælinum spæla FM-finalur í apríl mánað komandi, so er manskappingin nýggj, har fýra lið fyrst spæla hálvfinalur. Altíð áhugavert at fylgja við, hvussu skipanin eydnast. Læs resten

FH av Hafnafirði hevur størsta savnið av útklippum

Ørn Hallsteinsson við trimum tjúkkum bókum við útklippum.

Ørn Hallsteinsson spældi landsdyst í Føroyum í 1964 og 1968 og var kendur hondbóltspælari í Íslandi. Hann er beiggi kenda hondbóltsúrmælingin Geir Hallsteinsson, sum spældi landsdyst í Føroyum í 1968. Undirritaði hevur seinastu tvey árini leitað eftir gomlum hondbóltsmyndum á Landsbókasavninum og bløðum, men úrtøkan er ikki góð, tí bløðini hava vánaligt myndasavn. Myndir av nøkrum landsliðum finnast slett ikki. Í FH av Hafnafirði er støðan ein heilt onnur, tí fólk hava savnað tilfar úr bløðum síðani 1930. Ørn Hallsteinsson hevur í meira enn 40 ár havt ítriv at klipt úr bløðum alt tilfar skrivað um FH. Læs resten

Stigatalvan er góð mynd av støðuni í løtuni, sigur Per Klarup venjari í Stjørnuni

Per Klarup er í holt við triðja kappingarárið í Klaksvík. Olivur Joensen tók frálíku myndina av venjaranum.

Kvinnuliðini í bestu deildini spæla fýra dystir hvør ímóti øðrum. Tjúgu dystir íalt í grundspælinum. H71 gjørdi bart í fyrsta umfarið og vann allar fimm dystirnar, men nú spældir eru tíggju dystir, hevur H71 bert vunnið sær trý stig av tíggju møguligum í øðrum umfari. Veruligur spenningur er komin í kappingina, tí serliga Kyndil er á veg fram. Eg havi spurt Per Klarup, sum venur Stjørnuna, hví Stjørnan knappliga vann á H71, og hvat hann heldur um, at stigatalvan sær út, sum hon ger. Men fyrst nøkur orð um Stjørnuna. Læs resten

“Fossurin” eftir Jákup Dahl próst er av allar bestu stuttsøgum

Fossurin var ikki so stórur í góðveðrinum henda dagin. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg í vikuni spákaði á sandinum í Sandagerði og sá fossin, kom eg at hugsa um árini á Føroya læraraskúla. Vit høvdu Jeffrei Henriksen, sála, í føroyskum, og til próvtøkuna í fyrsta flokki í 1975 kom eg upp í stuttsøguni “Fossurin” eftir Jákup Dahl próst. Nú meira enn fjøruti ár seinni rennur fossurin har framvegis, og søgan er eins góð og viðkomandi, sum tá Jákup Dahl skrivaði søguna, og tá vit lósu hana á Læraraskúlanum. “Fossurin” nemur við nakað í sálini, er av allar bestu stuttsøgum, og sum tú kanst lesa niðanfyri. Læs resten

Hagtølini siga, at umleið 10% av hondbóltsspælarunum eru lámar

Íslendingurin Ólafur Stefánsson er besti høgribakkur, sum eg nakrantíð havi sæð. Hann kundi alt við einum hondbólti.

Um tú spyrt inni á Google, hvussu stórur partur av fólkatalinum í einum landi eru lámar, so siga hagtølini 8-13% ella eini 10% í miðal. Hondbóltsspælið er soleiðis bygt upp, at málteigurin hevur tvær eins stórar hálvur eina høgru og eina vinstru síðu. Tí  hevur tú brúk fyri lámum, skalt tú hava breidd í spælið og skótstyrki bæði í høgru – og vinstru síðu. Aðrastaðni eru tað tey stóru feløgini, sum dustsúgva smáu feløgini fyri lámar spælarar, men hvussu er støðan í Føroyum? Læs resten

Nýggi hondbóltsvøllurin í Gundadali varð gjørdur í 1945

Neistakvinnur vinna FM-heitið á nýggja vøllinum í 1946. Frá vinstru: Jacobina Jacobsen, Rúna Kamban, Sára Hansen, Elisabeth Johansen, Mikela Andreassen, Elsa Hansen og Helena Dal-Christiansen. (Myndaeigari Elsa Horn)

Herfyri skrivaði eg um eitt skjal fingið frá Tórshavnar kommunu, sum segði, at útbjóðingarlýsing varð sett í bløðini í 1944 at gera nýggjan hondbóltsvøll í Gundadali. Hetta var vøllurin, sum vit sum ung spældu á, og sum mátti lúta fyri nýggja svimjihylinum. Tilboðini frá fyritøkum skuldu sendast kommununi í seinasta lagi 9. oktobur sama árið. Nú steðgar søgan fyribils her. Spurningur er, hvør gjørdi vøllin, og nær spældu neistaspælarar fyrsta dystin á vøllinum? Læs resten

Grundspælið komið í helvt, og Neistin, VÍF, H71 og Kyndil eru ávegis í endaspælið

Finnur Hansson í dysti seinasta kappingarár. Team Klaksvík kemur ikki í endaspælið.

Tað var Finnur Hansson, sum slóðaði fyri nýggja kappingarleistinum, har fýra lið nú koma víðari í endaspælið. – Eg havi ikki uppfunnið tann djúpa talerkin, men bara hugt út um landoddarnar og funnið leist, sum hóskar í Føroyum, sigur Finnur. Tí verri nær Finnur Hansson og Team Klaksvík ikki endaspælinum. – Vit mistu ov nógvar spælarar, og tá so fleiri av hinum liðunum eru ment, hava vit ov lítla breidd, sigur Finnur. Tíggju av átjan dystum eru spældir í grundspælinum, og tað sýnist eisini torført hjá StÍF og KÍF at náa endaspælinum. Veikleikin við føroysku kappingini er, at einki niðurflytingarstríð er í botninum, tí har eru eingi lið at flyta upp. Læs resten