
Minnist væl leivdirnar av svimjihylinum í Gundadali. Tá var hesin hylur stórt svimjiframbort í Havn. (Mynd Havnin – fólk og yrki.)
Sum uppískoytið til greinina um svimjukonurnar kann upplýsast, at Havnini fekk fyrsta skipaða svimjihylin í Gundadali í 1930. Fyri 1930 lærdu fólk seg at svimja í áum, á sjónum ella í Sandagerði. Sjálvur lærdi eg at svimja í Sandá við Spinnaríið. Ì bókini Havnin – fólk og yrki er at lesa, at Óli Jacob Hansen, Niels Arge og Jacob Hansen laðaðu byrgingina til nýggja hylin fyri 3.185 krónur. Í 1931 vórðu skiftirúmini og trappan niður í hylin gjørd. Hylurin var úr tveimum og upp í seks metrar djúpur. Hylurin var á leið har, sum tennisvallirnir nú eru við ovara fótbóltsvøll. Læs resten








