
Bragd og Bragd? Teir umborð á Orminum eru nógv best fyri, og tað, sum teir mistu í startinum, vunnu teir aftur í endanum. (Mynd Hvannrók)
Tá eg leygardag hugdi at kappróðrunum í Kringvarpinum, legði meg allar fyrst eftir at fylgja við, hvussu ymist bátarnir startaðu. Og her er himmalvíður munur. Summir bátar koma slett ikki avstað, meðan aðrir leggja seg klárt á odda við upp til hálva bátslongd eftir fáum tøkum fyri síðani at halda leiðsluna ella missa flogið eftir stuttari tíð. Trý dømi fari eg at nevna hesaferð. Torført at taka myndirnar á eystanstevnu, tí fjarstøðan er so lang frá myndatólinum út til bátarnar. Læs resten








