162 heiðursmerki eru higartil hongd um hálsin á rógvarum.

10-mannaførini á vestanstevnu, har Ormurin vann. (Mynd Jan Herman Hansen)

Meðan summar manningar fegnast um bæði silvur og bronsu heiðursmerkini, so eru aðrar manningar, sum halda seg hava tapt so dyggiliga, sjálvt um tær fáa silvur ella bronsuheiðursmerki um hálsin. 27 gullheiðursmerki eru handað rógvarum higartil.

Serliga eru tað summar yngri manningarnar, sum strála, tá tey vinna sær silvur ella bronsu heiðursmerki, tí tær rógva mangan ímóti eldri rógvarum, ja, eru kanska komin frá barnaróðri og rógva nú í dreingja-og genturóðrunum. Ólavsøkuaftan endar róðrarárið 2018, og vit gleða okkum.  Læs resten →

Bestu tíðirnar á ólavsøku síðani 1997 – Fimm manningar eru longu meistarar í 2018

Vøkur mynd av gentubátunum eftir róðurin í Sandavági. Vit síggja frá vinstu Sílið, Báruna, Drekin, Tambar, Falk, Blik og Frúnna.(Mynd Hvannrók)

Ikki øll fólk fylgja so væl við, hvørjir bátar longu vunnið meistaraheitið, og hvørjir bátar  hava møguleikan at vinna meistaraheitið á ólavsøku. Við vissu vita vit, at Sølmundur við kvinnum, Páll Fangi við monnum, Erla Kongsdóttir við kvinnum, Firvaldur við gentum barnaróður hava vunnið allar róðrarnar, og tí longu eru meistarar. Argjabáturin er eisini meistari, tí hann hevur vunnið fimm róðrar, og 8-mannaførini er bara tríggir bátar. Niðanfyri bestu tíðirnar á ólavsøku aftur til 1997. Læs resten →

Nakrar hugleiðingar um stigatalvuna og meistaraheiti í kappróðri.

Dreingjabátarnir Sílið, Jallurin og Drekin í Sandavági leygardagin.  Ein av hesum vinnur meistaraheitið á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Á myndini síggja vit 5-mannaførini Sílið, Jallin og Drekan við sandin í Sandavági. Róðurin er júst rógvin, og endin var, at báturin, sum vinnur á ólavsøku er meistari, tí Sílið hevur 36, Jallurin 35 og Drekin 35 stig.

Havi skrivað á Hvannrok.fo, at ikki minnist meg at hava upplivað hetta áður, at tríggir bátar kunnu sjálvur gera av, um teir vinna meistaraheitið ella ikki. Fýra fólk hava vent sær til mín um slík onnur dømi, men í øllum fýra dømunum kundu bara tveir bátar gerast meistari uttan hjálp, meðan triði báturin mátti fáa hjálp frá øðrum bátum. Læs resten →

Dreingjabátarnir Sílið, Jallurin og Drekin skrivaðu róðrarsøgu í Sandavági.

Vinkulin nakað skeivur og kringvarpsbáturin ov langt frammi. Sílið við VER merkinum er á odda, Drekin nr 10 mummar tvey og Jallurin nr 8 nummar trý. Síðani síggja við Royndina Fríðu, Tjaldrið og Ørnina. (Mynd Hvannrók)

Mær vitandi er ongantíð komið fyri áður, at tríggir bátar í sama róðri kunnu vinna meistaraheitið á ólavsøku. Sílið hevur 36, Jallurin 35 og Drekin 35, og báturin, sum vinnur ólavsøkuróðurin er føroyameistari í 2018. Áhugavert. Annars gekk væl at avgreiða róðrarnar í Sandavági, sjálvt um óslætt var í sjónum. Frásøgnin og viðmerkingarnar úr Sortudíki vóru frálíkar, men kringvarpsbáturin lág fleiri ferðir ov langt frammi, og so hava myndirnar aðrar tíðir verið betri. Men umstøðurnar at framleiða alt tilfarið var uttan iva ikki av teimum bestu leygardagin. Tøkk til tey ungu í HR, sum tóku myndirnar.  Læs resten →

V.U.Hammershaimb – faðirin at skriftmálinum

Hugaligt at standa eina løtu og minnast aftur á góðar hondbóltsløtur í Sandavági. (Mynd Vagnur)

Hugaligt at standa eina løtu og minnast aftur á góðar hondbóltsløtur í Sandavági. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg var í Vágum seinasta leygardag, steðgaði eg eitt bil við minnisvarðan til minnis um V.U. Hammershaimb faðirinum at føroyska skriftmálinum. Hesa løtuna leitaðu tankarnir aftur í 60-árini og 70-árini, tá ið vit spældu hondbólt á grúsvøllinum í Sandavági. Vit vórðu altíð botnir heim til spælararnar til drekkamunn bæði fyri dystin og eftir dystin. Eg koma altíð niðan á Steig, har sonur í húsinum spældi hondbólt. Húsfólkini vóru altíð blíð, fyrikomandi og bóðu okkum koma skjótt aftur. Hetta eru góðar hendingar at minnast aftur á. Men aftur til V.U. Hammershaimb Læs resten →

Bátarnir á fjarðastevnu í Vestmanna dugdu ikki eins væl at rógva í rennisjógvi

Genturnar umborð á Tambar dugdu best at gera sær dælt av rennisjógvinum. Falkur var annars fremst stóran part av teininum.  

Tað gekk bara heilt væl at avgreiða róðrarnar á fjarðastevnu í Vestmanna, sjálvt um tað tók sína tíð at fáa avgreitt genturóðurin, har bátur hekk fastur, og róðurin skotin av. Og so kom dagurin, tá Klaksvíkingur vann, meðan Ormurin fór aftur tá triðja plássið. Áhugavert at síggja, hvat manningarnar fingu burturúr teimum tveimum vikunum millum FM-róðrarnar Men fyrst til dreingjaróðurin. Læs resten →

Svimjikonurnar hjálptu mammu úr sálarligu trongstøðuni

Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Inga Haraldsen, Ingibjørg Mikkelsen, Frida Holm Petersen, ?, ?

Svimjikonurnar tóku væl ímóti mammu í uttandura svimjihylinum. Frá vinstru: Ása Michelsen, Bodil Wardum, Inga Haraldsen, Frida Holm Petersen, Ingibjørg Mikkelsen, Hilda Norðfoss og Josefina av Reyni.

Mangt áhugavert kemur undan kavi, tá eg práti við mammu okkara, sum býr á Ellisheiminum. Mamma hevur frá ungum árum svomið nógv, og nú ein dagin fall prátið á tíðina, tá hon gjørdist ein av svimjikonunum í gamla svimjihyli. Uttandura svimjihylurin, sum varð bygdur í 1959. Stór broyting gjørdist í okkara familju, tá mamma í 1963 mátti til Danmarkar at fáa sálarliga hjálp, tí eingin slík hjálp var tá at fáa í Føroyum. Hon var burturi frá 1963 til 1970. Afturkomin til Føroya gjørdist hon við tíðini frísk, og eg taki ikki munnin ov fullan, tá eg sigi, at svimjikonurnar gjørdust ein sálartryggleiki hjá mammu. Og mamma sigur, at hon hevur nógv at takka svimjikonunum fyri. Læs resten →

Úr myndasavninum – Nýtt flakavirki kemur uttan iva ongantíð aftur í Havn

Nógv arbeiði var á Vestaru bryggju í mínum ungdómsárum. Teir landa trolaran Mýling. 

Mest sum hvønn dag gongur leiðin oman á Vestaru bryggju, og har er altíð okkurt áhugavert at síggja. Vit búðu uppi við Landavegin, men spæliplássið hjá okkum var heilt oman til sjóvarmálan. Nógv virksemið var á Vestaru bryggju, og hundraðtals fólk arbeiddu á Tórshavnar Skipasmiðju, Bacalao, Fiskasentralinum, Saltsøluni, Tunnuvirkinum og hjá báðum oljufeløgunum. Nú er mest sum øll fiskivinnnan burtur av økinum, tó er landingarmiðstøð í gomlum bygningi hjá Bacalao. Og Saltsølan er vorðin skúli hjá næmingum, sum ganga á Fróðskaparsetrinum. Søgan um fiskivinnuna í Havn er áhugaverd men eisini dapur.  Læs resten →

Hvussu leingi heldur núverandi gulltíð fram í Føroyum?

Tey bróta niður húsini hjá Fótbóltssambandinum. FIFA gjaldir part av arbeiðinum, men kommunan skal eisini av við nógvar milliónir krónur. (Mynd Vagnur)

Prátar tú við føroyingar, sum eru heima summarfrí, hava fleiri á máli, hvussu alt í løtuni blómar serliga í Havn. Stórar maskinur standa á hvørjum gøtuhorni í høvuðsstaðnum. Glasir, skúlin á Fløtum, Musikkskúlin, nýggja havnarlagið, Tórsvøllur, og størri og smærri útstykkingar bara at nevna nøkur øki úr skjáttuni. Ja, nógvir privatbilar eru nú vorðnir so stórir og kostnaðarmiklir, at teir rúma ikki í parkeringbásarnar. Kom fram við Tórsvølli fyrrapartin, har tey bróta niður húsið hjá Fótbóltssambandinum. Hugsaði eina løtu um hundraðtals milliónirnar, ja, milliardirnar sum í løtuni fossa niður í høvuðsstaðin.

Hugsaði eisini, hví tíðirnar í Føroyum eru so góðar, at sjálvt um Havnin mest sum onga útflutningsvinnu hevur, so letur seg alt gera í høvuðsstaðnum. Hundaðtals útlendskir arbeiðsmenn/handverkarar arbeiða í Havn. Hevur laksaalingin, uppsjóvarvinnan og fiskivinnan annars so mikið stórar ringvirkningar, at høvuðsstaðurin fær so stóran ágóða av øllum hesum. Søgan sigur okkum, at gulltíðin endar einaferð. Brennievnið kostar meir og meir, og inntøkurnar minka eitt sindur bæði hjá uppsjóvarvinnuni og alivinnuni. Rentan er framvegis lág. Spennandi, nær fer at venda, tí núverandi gulltíð heldur ikki fram í allar ævir. Hvussu telva vit so. (Vagnur)

 

Svanur vitjar í Føroyum um várið ávegis til Íslands at reiðrast

Myndin er tikin á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)

Myndin er tikin á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. (Mynd Vagnur)

Eg kom fram á myndir av nøkrum svanum, sum eg tók fyri nøkrum árum síðani á Mjáuvøtnum í Kollfjarðardali. Fjúrtan svanir svumu og leitaðu eftir føði á vøtnunum henda dagin. Tað, sum vit kenna til svan í Havn, eru veingjaskerdu svanirnir á sinni í Plantajuni. Arbeiddi fyri nú nógvum árum síðani í farloyvi júst í Plantajuni, og tá søgdu tey mær, at torført var at fáa svan at reiðrast í Føroyum, tó so, hetta árið var par, sum fekk ungar. Til tess at verja parið og ungarnir vóru teir fluttir niðan á tjørn í Hoydølum. Og næstu árini komu fleiri ungar undan, sum millum annað óskerdir vórðu sleptir í Mjáuvøtnini. Læs resten →