Fekk forvitnisliga mynd sendandi av Knúti Petersen róptur Lítlí Knút úr Havn, sum var egin, og sum vit øll kendu. Hann gekk altíð í vælvaskaðum og reinum gummistyvlum, keppi og mynsturbundnari troyggju. Prátaði av og á við Knút, sum fyrst og fremst snúði seg um fótbólt, tí hann var HB-ari við stóra H. Hann fylgdi eisini væl við í samfelagsviðurskiftum. Knút er uttan iva hugskotið til sangin Kalla Katt hjá Kára P, sum hann yrkti og syngur so væl. Havi spurt systurson Knút og kagað eitt sindur í lívsleiðina hjá kendu havnarmyndini og HB-aranum, sum í 1987 doyði ov ungur bert 49 ára gamal.
Fyri okkum ungu við Landavegin var Bringsnagøta serlig, tí húsini Arnesminde var politistøð, har politibilarnir stóðu uttanfyri, og fongslið var jú úti í Tinganesi. So alt hetta hugtók okkum ungu.
Í Bringsnagøtu byrjaði Havnar Keypssamtøka í 1952, og hinumegin stóðu smá hús, har Knút skómakari hevði skósmiðju, og har vart tú nakrar ferðir inni við pápa, sum skuldi forsóla skógvar, sum tað tá æt. Læs resten









