
LOYSING er vorðið slitið og kámt. Onkur átti at málað tað aftur., (Mynd Jóhann Mortensen)
Tá tú sum smádrongur við Landavegin gjørdist eldri, víðkaðist sjónarringurin. Vit lærdu at svimja í Sandá og Sandagerði, og tá vit dugdu at svimja, sluppu vit oman í Vágsbotn og Vestaru bryggju, sum bleiv okkara spælipláss. Sum tólv ára gamal komst tú oman í Álaker, har systkinabarnið Lill stýrdi á 8-mannafarinum Ørvi. Kundi rógvari ikki rógva eitt kvøldi, so róði Lill, og tú stýrdi. Tá komst tú í róðrarhøpi at kenna ávís staðarnøvn fram við Argjalandi, og eitt var LOYSING, sum var málað á hamara millum Gulan og Argjaboða. har aliringarnir nú liggja. Tá gavst tú tær ikki far um, hví orðið LOYSING var hvítmálið á hamara har suðurin.
Sum smádrongur komst tú í Álakeri í róðrarhøpi at kenna nøvnini Sandagerð, Sandagerðsnes, Argjahøvda, suðuri á Gulanum, Úti í Buð, LOYSING, Glyvursgjógv og Glyvursnes. Tað kom eisini fyri, at størri kappróðrarbátarnir fóru suður um Glyvursnes fram við Borá og út á Kirkjubønes, men hetta var sjáldan, tí steymhart er um nesini. Tá manningar róðu málið inn í Vágsbotn, var hita upp út á LOYSING ella har um leiðir. Læs resten →