Úr myndasavninum – Kappríðing var eitt av hæddarpunktunum á ólavsøku

Seks Lützen systkin avmyndað úti á Krossinum í 1960. Frá vinstru Ellen, Astrid, Gertrud, Øyvind, Randi og Lütje. (Mynd Havnin - fólk og yrki)

Seks Lützen systkin avmyndað úti á Krossinum í 1960. Frá vinstru Ellen, Astrid, Gertrud, Øyvind, Randi og Lütje úr Norðadali. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Tá eg kom fram á myndina omanfyri í bókini Havnin – fólk og yrki, leita tankarnir til nógvu kappríðingarnar, sum vit ungu sóu úti á Velbastaðvegnum. Kappríðing var eitt av hæddarpunktunum hjá okkum á ólavsøku. Og tá rossini fóru av Vaglinum og framvið hjá okkum við Landavegin, var tíð at leita sær út á Velbastaðvegin ella rættari sagt út á Krossin, sum vit róptu staðið. Vit ungu hildu, at tað var langt at ganga so langt út um Havnina at hyggja at kappríðing. Tey riðu fyri seinastu ferð kapp á Velbastaðvegnum í 1970, og síðani var ríðingarbreyt gjørd í Marknagili, har tey framvegis ríða kapp. Myndin omanfyri er av teim seks Lützen systkjunum úr Norðadali tikin úti á Krossinum á ólavsøku 1960. Minnist øll systkini ríða kapp, og tá í tíðini var tað Poul Mohr við sínum skemtingarsama hátti, sum segði frá kappingini. Tá tosaðu vit um rossafamiljur, tí tað vóru ávísar familjur, sum høvdu ross og riðu kapp. Tó so, eg síggi á listanum frá 1960, at reyðfólk komu til Havnar at ríða kapp úr Kirkjubø, Velbastað, Hvalvík, Norðadali, Kollafirði, Streymnesi og Kalbak. 34 ross vóru við í kappríðingi á ólavsøku í 1960. (Vagnur)

Gerandisdagurin hjá Brynju Høj er arbeiði og hondbóltur

Brynja Høj er vorðin ein av lyklaspælarunum á neistaliðnum. (Mynd Vagnur)

Brynja Høj er vorðin ein av lyklaspælarunum á neistaliðnum. (Mynd Vagnur)

20 ára gamla neistakvinnan Brynja Høj hevur veruliga víst í landskappingini, at hon er av allar bestu linjuspælarum og verjuspælarum í landinum. Brynja er serlig í hondbóltshøpi, tí hon fór úr Føroyum í skúla á Ouri á Fjóni at ganga í 10. flokki, har hon valdi ítrótt sum linjulestur. Henni dámdi so mikið væl í Danmark, at hon fór á HF skúla í Viborg og kom at venja hondbólt í felagnum Viborg, sum er eitt at toppliðunum í Danmark. At Brynja í tvey ár vandi hondbólt mest sum hvønn dag og spældi nógvar dystir í U18 deildini, hevur uttan iva ført til, at hon nú er vorðin ein 20 ára gamal hondbóltsspælari, sum setir sína fingrmerki á føroysku kappingina. Eg havi hitt Brynju. sum skuldi gera ógvuliga áhugavert hondbóltsprát. Læs resten

Politiska hornið – Nakrar hugleiðingar um orrustuna í Havn

Sær út, sum vit fáa nýggja samgongu í gróthúsið. (Mynd Vagnur)

Sær út, sum vit fáa nýggja samgongu í gróthúsið. (Mynd Vagnur)

Áðrenn eg skrivi hesa reglur, skal eg siga, at eg ongantíð havi valt Fólkaflokkin. Nú havi eg á míni lívsleið upplivað so nógv bæði í býarpolitikki og landspolikki, at eg eri ikki ein av teimum, sum kundi funnið uppá at blakað “runu” eftir Anniku Olsen. Eg kenni alt hetta taktistka spælið í politikki, sum til tíðir kann vera bæði skitið og órættvíst. Jú, Annika hevur gjørt nógv býtt, serliga um tað mundið, tá hon fór úr Folkaflokkinum og endaði aftur í flokkinum, men her er talan um eina vælútbúna kvinnu við nógum politiskum royndum. Fari eina løtu at hugleiða um politisku støðuna í Havn. Læs resten

Áhugavert at síggja forarbeiðið til Eysturoyartunnilin

Løgið at hugsa sær, at ferðslan ska fyrst fara ímóti Brennistøðini fyri síðani at fara undir um Tangafjørð. (Mynd Vagnur)

Løgið at hugsa sær, at ferðslan fyrst fer í rættning ímóti Brennistøðini fyri síðani at snara og fara undir  Tangafjørð. (Mynd Vagnur)

Heilt løgin kensla at standa á breiða vegnum við Hvítanes og hyggja at breiða atkomuvegnum til Eysturoyartunnilin, sum gongur oman til tunnilsmunnan. Allar maskinurnar eru farnar av økinum, tí fyrireikingarnar eru lidnar, og nú bíða fólk eftir, at fyrsta skotið smellir. Havi ongantíð sæð so breiðar vegir, men her skulu vera tvær koyribreytir pluss uttan iva súkklubreytir. Ì mínu amatørverð vendir tunnilsmunnin skeivt, tí hann peikar mest sum vestureftir árakað Brennistøðini. Men so skal vera, tí fyrst ferð tunnilsvegurin tann vegin fyri síðani at snara og halda leiðina um Tangafjørð. Læs resten

Nakrar hugleiðingar um reytt og blátt kort og harvið leikbann

Her hevur ein útlendskur dómari bláa kortið á lofti.

Her hevur útlendskur dómari bláa kortið á lofti.

Nógvir hondbóltsspælarar, venjarar og áskoðarar eru ørg inn á nýggju hondbóltsreglurnar, sum komu í gildið í hesum kappingarárinum. Sumt er so ógreitt í reglunum, at sjálvt dómararnir hava torført at fylgja við. Nú er so eitt blátt kort komið upp í leikin, tá spælari verður vístur av vølli, men hava fólk veruliga skilt, hvat hetta kortið inniber? Men fyrst til tvær áhugaverdar hendingar, sum fóru fram í kvinnudystunum millum Neistan og VÍF og StÍF og VÍF, har spælari órættvíst fær reytt kort fyri síðani leikbann ein dyst, tí spælari skal hava skotið bóltin í andlitið á verjuspælara og málverja. Læs resten

Gerast aftur sum spelknir unglingar, tá teir rógva vetrarrógving

Havnarbáturin á Havnarvág leygardagin. Róðursmaðurin eitur Tórður Gunnarsson Højsted. Á lærbekki sita í bakborð Jens Kristian Dam og í stýriborð Ingi á Tórgarði. Á eystrúmsbekki sita Jógvan Jacobsen í stýriborð og Magni Brøðraberg í bakborð. Á rúmbekki sita Páll Olaf Jacobsen í stýriborð og Djóni í Geil Johansen í bakborð. Á bógbekki sita Skarpheðin Njálsson í stýriborð og Gunnar Gregoriussen í bakborð og á toftubekki í stýriborð sita Toni Dam í stýriborð og í bakborð Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

Havnarbáturin á Havnarvág leygardagin. Róðursmaðurin eitur Tórður Gunnarsson Højsted. Á lærbekki sita í bakborð Jens Kristian Dam og í stýriborð Ingi á Tórgarði. Á eystrúmsbekki sita Jógvan Jacobsen í stýriborð og Magni Brøðraberg í bakborð. Á rúmbekki sita Páll Olaf Jacobsen í stýriborð og Djóni í Geil Johansen í bakborð. Á bógbekki sita Skarpheðin Njálsson í stýriborð og Gunnar Gregoriussen í bakborð og á toftubekki í stýriborð sita Toni Dam í stýriborð og í bakborð Olaf Vesturgarð. (Mynd Vagnur)

Ikki er vanligt at síggja kappróðrarbátar á floti hesa ársins tíð. Tó so, tí í fleiri ár hava “eldri” kvinnur umborð á Jarnbardi róð alt árið, og hissini ferðir havi eg sæð Kongin bláa 10-mannafarið hjá Róðrarfelaganum á vágni. Hetta eru alt eldri rógvarar, sum elska at rógva, og sum er teirra máti at varðveita samanhaldið, halda seg í venjing og fáa fríska luft. Onnur vilja heldur renna, súkkla ella vitja ymisk venjingarhøli í býnum. Leygardagin var eg á “Ískaini”, og har kom hvítt 10-mannafar framvið. Onkur heldur kanska, at nú fyrireika menn seg longu til FM-róðrarnar næsta ár, men so er ikki. Umborð sótu “eldri” rógvarar, sum eg kenni, og nú gjørdist eg forvitin. Eg tók eina mynd og seinni ringdi eg til Gunnar Gregoriussen, sum er ein av manningini: Læs resten

Nær veittrar Dannebrog fyri seinastu ferð í Føroyum?

Allahalgannadag veittraðu tey so vakurt í grannalagnum. (Mynd Vagnur)

Allahalgannadag veittraðu fløggini so vakurt í grannalagnum. (Mynd Vagnur)

Vit í grannalagnum eru nærmasti granni til MRCC Tórshavn, Brunaeftirlitið og “Artisk kommando Færøerne. Stovnarnir halda til í Telegrafstøðini við Tinghúsvegin. Virksemið hjá Færøernes komando í Føroyum er tódnað burtur í næstan einki. Eingin Natostøð í Mjørkadali og Marinustøðin við Hoyvíksvegin bleiv til Tjarnagarð. Verjuskipið er tó enn í Føroyum, og tað er stovnurin við Tinghúsvegin, sum umsitir Verjuskipið. Eg síggi báðar flaggstengurnar hvønn dag. Onkuntíð veittrar bara Dannebrog, onkuntíð bara føroyska merkið, og Allahalgannadag 1. november veittraðu bæði fløggini so vakurt í fríska lotinum. Ikki so nógv ár síðani, at Dannebrog veitraði ymsastaðni í býnum ávísar dagar. Millum annað í bispagarðinum, hjá ríkisumboðnum, á Marinustøðin og í húsum yviri við Strond, sum Færøernes kommando átti. Nær Dannebrog veittrar fyri seinastu ferð í Føroyum á donskum stovnum, er torført at spáa um, tí tá føroyingar ikki ein gang klára at byggja sær eina løgreglustøð í høvuðsstaðnum, so verður seinur dag, at danska merki hvørvur úr Føroyum. Myndin omanfyri er tikin Allahalgannadag. (Vagnur)

Sjálvandi skal Sankta Frans skúli hava framhaldsdeild

Sankt Frans skúle er vælhildin skúli, sum hevur góður umstøður til framhaldsdeild. (Mynd Vagnur)

Sankta Frans skúli er vælhildin skúli, sum hevur góður umstøður til framhaldsdeild. (Mynd Vagnur)

Eg haldi, at tað er heilt langt úti av forkvinnuni í mentanarnevndini í Tórshavnar kommunu at nokta Sankta Frans skúla at hava framhaldsdeild. Skúlin stendur í veðurgóðum umhvørvi, har stutt er inn í Plantasjuna og niðan í Gundadal til vallir, hallir og svimjihyl. Umstøðurnar “perfektar”.  Nú var eg lærari í mansaldur, og eg dugi ikki at síggja, hví næmingar í 7. flokki í Sankta Frans skúla ikki sleppa at ganga í 8. og 9. flokki eisini í Sankta Frans skúla. Í míni skúlaverð er 8. og 9. flokkur bara framhald av 7. flokki. Tá næmingar skulu í 10. flokk,  kunnu tey fara yvir í Eysturskúlan, har allir 10. flokkarnir eru savnaðir. Slíkur skúlapolitikkur, sum býráðslimurin borðreiður við, er betongpolitikkur. Tit skulu gera, sum eg sigi. Annað er eisini, hví býurin skal tømast fyri skúlaungdóm og allur flytast út á Fløtur, har veðrið mangan er harðbalt, tí eingin ætt lívir. Mær hevur ongantíð dámað heilt stórar skúlaeindir, tí nógvir næmingar og serliga teir veika hava her størri møguleika at gerast eftirbátur ella rættari sagt detta niðurímillum. So mín áheita til forkvinnuna í mentarnarnevndini er: – Broyt meining og læt Sankta Frans skúla fáa framhaldsdeild, sum foreldur, lærarar og næmingar ynskja. Kanska loysir málið seg sjálvt eftir býráðsvalið. Hvør veit? (Vagnur)

 

41% av samlaða fólkatalinum býr í Tórshavnar kommunu

1. januar 2013 búðu 12.222 fólk í Havn. (Mynd Vagnur)

1. januar 2013 búðu 12.222 fólk í Havn. (Mynd Vagnur)

Í faldaranum “Kommunan í tølum”, sum Tórshavnar kommunu gav út í 2013, eru nógv áhugaverd hagtøl. Millum annað sæst, hvussu nógv fólkatalið er vaksið í Tórshavnar kommuni heilt aftur til 1801, og hvussu nógv fólkatalið er vaksið í %-um av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Vit fingu altíð at vita sum ung, at í ár 1901 búði 10% av samlaða fólkatalinum í Føroyum í høvuðsstaðnum, men hesi %-ini er fleirfaldað. Størsta tilflytingin til høvuðsstaðin fór fram frá 1950 til 1975, tá ið fólkatalið í Tórshavnar kommunu vaks frá 17,6% til 28% av samlaða fólkatalinum í Føroyum. Læs resten

Havnarløgini á Sundi og í Kollafirði eru ikki nøkur prýði (e)

Havnarlagið í Kollafirði er ikki nakað prýði fyri umhvørvið har á leiðini. (Mynd Vagnur)

Havnarlagið í Kollafirði er ikki nakað prýði fyri umhvørvið har á leiðini. (Mynd Vagnur)

Seinasta summar koyrdi eg ein túr norðeftir, og myndatólið var eisini í bilinum. Tá eg kom fram við havnarlagnum á Sundi, reikaðu tankarnar aftur til árini 1988/1989, tá eg sá í sjónvarpinum bóndakonuna á Sundi siga, at hon fór ongan veg, sjálvt um teir boraðu og sprongdu í túninum fyri nýggjum havnarlagi. Bóndakonan er farin, og havnarlagið, sum tá kostaði hálvthundrað milliónir krónur, kundi ongantíð brúkast. Nú liggur tað í órøkt meira ella minni. Í Kollafirði er sama skili. Eitt fjall av bingjum havnarøkinum, sum er ljótt og órudduligt. Lív ella deyð fyri Havnina, um nýggja havnarlagið í Havn ikki verður útbygt, sigur borgarstjórin.  Læs resten