Úr myndasavninum  – Hugleiðingar um Havnará úr Gundadali oman á Kongabrúnna

Kenni øll andlitini men bara nøkur nøvn. Frá vinstru Leon Andreassen (1945-2001), Dánjal Niclas Niclasen (1929-2010), nummar fimm Luddi Dam Jacobsen (1938-1986) og næst uttast Hans Petur Brekkstein (1926-2009) Teir leggja betongdekk á Havnará. Myndin frá umleið 1960, og onkur kann siga okkum, hvørjir hini menninir eru.

Tá tú fekst forvitisligu myndina sendandi frá Annfinni Brekkstein, reikaðu tankarnar um persónarnar á myndini og ikki minst, tá partar av Havnará vóru fjaldar við betongi. Á myndini eru kend andlit millum annað Hans Petur Brekkstein pápi Annfinn, sum tú kendi væl. Menninir eru í holt við at fjala Havnará við betongi allar helst frá leiðini frá Ebenezer fram við Tinghúsinum og oman á Vaglið. Myndin frá um leið 1960.. Trupulleikan eru nú við slíkum eldri myndum, at eingin er at spyrja, tí menninir eru farnir. Kenni øll andlitini men ikki øll nøvnini, men tað kann onkur siga okkum. Læs resten

Sørvágs Róðrarfelag meldar seg inn aftur í føroysku róðrarfamiljuna

Neystið er frá 1970-árunum. Pláss til fýra bátum, frálíkur dráttur og tvær rúmligar hæddir. (Mynd Vagnur)

Seinstu viku í dýrdarveðri gekk leiðin til Sørvágs eftir nakað av laksi. Vit koyrdu báðar vegir eftir oyggj, og komin í Vágarnar reikaðu tankarnar um kappróðurin í oynni. Nógv avbera góð róðrarminni og nógv fyrikomandi róðrarfólk. Ja, Sørvágur, hesin vakri fjørður og ikki minst sandur, sum skiftir skap alt eftir um tað er flóð ella fjøra.

Tá tú stóðst og eygleiddi stóra neystið hjá Sørvágs Róðrarfelag, kom tær til hugs grein, tú við sorgblídni skrivaði í 2013 við yvirskriftina: Sørvágs Róðrarfelag eigur stórt neyst men ongar rógvarar. Nú sjey ár seinni er lagið betri í Sørvági, og djúpu róðrarkenslurnar í bygdini eru vaknaðar úr dvala, tí felagið hevur í summar havt besta róðrarár í nógv, nógv ár. Forkvinnan í felagnum eitur Anja Magnussen, og hon sigur. Læs resten

Róðrarfelagið Knørrur fer at byggja stásiligt nútíðar neyst í Álakeri

Allan Mouritsen er formaður í Róðrarfelagnum Knørri, og her stendur hann á grundøkinum í Álakeri, har nýggja neystið skal standa. Spennandi ætlan, og neystið kemur at hava góðan drátt oman á sjógv.. (Mynd Vagnur)

Tá tú herfyri sást Allan Mouritsen formann í Róðrarfelagnum Knørri siga, at felagið ætlar at byggja nýtt neyst í Álakeri, gjørdist tú forvitin. Kenni alla søguna um felagið, og Allan er fjórði formaður í róðrarfelagnum, tú samskiftir við um grein um róðarumstøður hjá  Róðrarfelagnum Knørri. Felagið hevur síðani á sumri 2010 húsast í friðaðum neysti ”Evensens pakkhús” við Müllers brúgv. Gott pláss til bátar, men eingir aðrir hentleikar sum skiftingarrúm, brúsur, vs-ir og venjingarrúm.

– Vit ynskja at savna alt virksemið hjá felagnum á einum stað, og nú bátahavn skal gerast í Álakeri, gerst eisini møguleiki hjá okkum at byggja nýtt neyst. Ætlanin er ung, og allar tekningar eru ikki lidnar, og fíggingin ikki enn komin á pláss. Neystið verður 630 fermetrar í tveimum hæddum og kanska eisini við lofti, sigur Allan. Læs resten

Hetta kanst tú ikki bjóða borgarum í framkomnum samfelag

Seinnu árini

Maksina hevur mest sum staðið í stað og brekka harða hellu, sum sjálvandi átti at verið sprongd. (Mynd Vagnur)

Seinnu árini havi vit lisið og hoyrt um óljóð frá skipum, hvørs avleiðingar eru, at fólk ikki fáa náttarsvøvn, sum sjálvandi er fólkarættur. Men onnur óljóð órógva so mikið nógv og eru so tyngjandi, at fólk mugu rýma úr húsunum. Vanliga heldur borgarin seg aftur at mótmæla og grenja, tí slík arbeiði vara vanliga stutt tíðarskeið. Men í einstøkum førum er óljóðið so langt úti, at tað fer út um øll mørk. Talan er um brekka harða hellu millum hús. Her eitt dømi. Læs resten

Úr myndasavninum – Í 1946 flutti stór familja úr Sumba til Havnar

Tey níggju systkini. Standandi frá vinstru: Regin, Bogi, Hugin, Heðin, Hjalti og Bjarni. Fremst frá vinstru: Magnhild, Helga og Ása. Myndin tikin fyri umleið tíggju árum síðani. (Myndaeigari Hjalti)

Stór miðsavnan byrjaði eftir seinna heimsbardaga í Føroyum eins og í øðrum norðanlondum. Løgið at hugsa sær, at fyrst í 1900 – talinum búðu 10% av fólkatalinum í Føroyum í Havn, og nú í 2020 fleiri enn 40%. Fólk flyta har, tey fáa arbeiði og harvið betri umstøður. Í 1946 flutti stór familja úr Sumba til Havnar, familja, sum vóru faðir, móðir og níggju børn. Hetta var sjómansskúlalærarin Johan Samuelsen og konan Sofía, sum bæði vóru úr Sumba.

Eftir at hava búð við Hoydalar og aðrastaðni í býnum, komu tey í 1957 á búgva við Landavegin í grannalagnum hjá okkum, og hetta vóru siðulig, fyrikomandi og rólig fólk. Maður, kona, tríggjar gentur/kvinnur og seks menn/dreingir, sum tú komst at kenna øll meira og minni. Nøkur orð um familjuna. Læs resten

Úr myndasavninum – Petur Reinert var undangongumaður

Petur var mettur sum "kongurin" á Eiði. Hann brendi fyri ítróttinum í bygdini.

Petur var mettur sum “kongurin” á Eiði. Hann brendi fyri ítróttinum í bygdini.

Nógv er at tríva í av góðum hondbóltsminnum, og hesuferð steðgi eg eitt bil við Peturi Reinert læknan av Eiði, sum einaferð bjargaði mær skotarminum í einum hálvleiki í høllini á Hálsi. Hetta var fyrst í 1970-árunum. – Petur Reinert var eitt slagi av kongi á Eiði, tí hann var í fremstu røð alla staðni, tað veri seg í hondbólti, fótbólti, slóðaði fyri flakavirkinum og keypti skip, sigur vinmaðurin Knút Vesturdal. Læs resten

Róðrarsambandið ynskir at strika Sandavág, Hósvík og Hvalvík sum róðrarøki

Sandvágur má fyri alt í verðini ikki strikast sum róðrarøki. Kappróður hevur djúpar røtur í bygdini. (Mynd Vagnur)

Herfyri var eftirmetingarfundur í Róðrarsambandinum, fundur, sum er á hvørjum ári. Millum annað kastaði forkvinnan í RSF vandamiklið mál út til feløgini at hugsa um og at taka støðu til. RSF ynskir møguliga at strika sum róðrarøki Hósvík, Hvalvík og Sandavág, tí har er ov nógv havalda, verður sagt. Illa umhugsað ballón at senda út til feløgini, og umboðið fyri kappróðurin í Sandavági gjørdist so kløkkur og illur, at hann rýmdi av fundinum. Púra vitleyst av RSF senda út slíka ballón út í luftina, tí sjálvandi skal hvørki Sandavágur, Hósvík ella Hvalvík strikast sum róðrarøki. Havi spurt meg fyri. Læs resten

Úr myndasavninum – Nøkur minni um Stella Argus og minnisvarðan í Kvívík

Stella Argus av Havnini ávegis til fiskiskap. Havi bara sæð hesa myndina av trolaranum.

Óli Olsen hevur givið út nógvar áhugaverdar og forvitnisligar bøkur, og í fjør kom bókin Glottar úr trolarasøguni. Longu á síðu 33 í bókini stúrsar tú við, og tankarnir at reika. Mynd av havnartrolaranum Stella Argus, sum p/f Kimbil átti. Hugdi leingi at myndini, tí sum sjey ára gamal minnist tú væl syrgiligu vanlukkuna í 1957, tá trolarin hvarv við allari manningini ávegis av fiskileið til Havnar. Í 2007 fimmti ár eftir hendingina var minnisvarði avdúkaður í Kvívík, og leygardagin gekk leiðin til Kvívíkar at hyggja at minnisvarðanum, sjálvt um tú hevði sæð mynd av listarverkinum, sum listamaðurin Hans Pauli Olsen evnaði. Læs resten

Hugflogið hjá Edwardi Fuglø hevur ongar greinsur

Sjaldsama listarverkið í SMS. (Mynd Vagnur)

Sjaldsama listarverkið í SMS. (Mynd Vagnur)

Tá eg fyri fimm árum síðani skuldi í SMS at keypa, mátti eg venda til húsa aftur eftir myndatólinum. Tí serliga listarverkið á Torginum mátti eg taka mynd av. Nógv fólk eygleiddu snildisliga listarverkið. Alskyns føroyskir fuglar. Edvard hevði gjørt eina kúlu, sum hann hevur spent høsnanet um. Síðani eru fuglarnir festir í netið. Tað serliga við listarverkinum er, at myndin broytist, so hvørt sum tú gongur um listarverkið, tí fuglarnir eru so ymiskir í stødd og liti. Læs resten

Steinarnir eru íbygdir, tí tordu menn ikki at spreingja steinarnar

Tey settu búgv í Saltangará í 1846. (Mynd Vagnur)

Tey settu búgv í Saltangará í 1846. (Mynd Vagnur)

Tá ið eg skrivaði um Símun á Høgabóli og tók myndir av staðnum, síggi eg tveir stórar steinar skamt frá. Á øðrum steininum var ritað nøvnini á hjúninum Nielsi Joensen og Anne Kathrina Petersdatter, sum vóru fyrstu fólkini, sum í 1846 búsettu seg í Saltangará. Torført er hjá okkum í Havn at skilja ímillum, hvør býr í Runavík, Saltangará, Saltnesi, Søldafirði ella á Glyvrum, tí í okkara eygum er alt talan um Runavík. Og vónleyst er at síggja, hvar mørkini eru. Eg havi hitt Símun Mittún abbason Símun á Høgabóli og spurt hann um báðar stóru steinarnar. (Skrivað í 2015) Læs resten