Viðmerkingar til Albert Isfelt um Tjóðpall á Skálatrøð

Albert sigur, at bilarnir skulu undir jørð. Vakurt er plantað fram við “berginum”, og tú sært nógv søgulig hús við Konradsbrekku. Sjálvandi skal alt hetta søguliga varðveitast. (Mynd Vagnur)

Stúrsaði við at hoyra í Kringvaprinum samrøðu við Albert Isfelt arkitekt, har hann umrøddi framtíðar Tjóðpallin, har staðsetingarnar vera kunngjørdar um fáar dagar. Helt, at nú var Tjóðpallur á Skálatrøð farin í gloymibókina, tí núverandi býráðssamgonga hevur givið til kennar, at Skálatrøð og Vágsbotnur skulu liva sítt egna lív. Har skal einki broytast.

Skjótt í samrøðuni gjørdist mær greitt, at nógv av tí, Albert heldur, hongur slett ikki saman. Millum annað skuldi Tjóðpallurin binda saman eystur – og vestubýin, og øll parkering skuldi vera undir jørð. Læs resten

Vøkur standmynd til minnis um undangongumannin Símun á Høgabóli

Tað er gjørt vakurt á økinum um standmyndina. (Mynd Vagnur)

Tað er ikki á hvørjum degi, at eg ferðist á Skálafjørðinum, men næst seinasta leygardag var eg í Rituvík. Ávegis til Havnar steðgaði eg við vakurt pláss á Høgabóli, har maður við røttum ryggi starti út í luftini. Fór úr bilinum og spákaði nærri standmyndini. Símun á Høgabóli føddur 8. desember 1877 og deyður 25. apríl 1947 stóð á plátu undir standmyndini.- Ein undangongumaður, sum fólk her leiðin vil minnast við vakrari standmynd og vøkrum urtagarði. Hetta má eg kanna nærri, tá ið eg komi til Havnar, hugsaði eg á veg suðureftir. (Skrivað 9. juli 2015) Læs resten

Tórshavnar kommuna má seta treytir til lastbilarnar, sum koyra grót til Runavíkar

Ikki vøkur sjón bæði á vegi og gongubreyt. Tá aftur fer at tiðna, so gerst støðan enn verri. (Mynd Vagnur)

Tá eg fíggjamorgunin koyrdi eftir Marknagilsvegnum og møtti fleiri skitnum lastbilum við gróti, sum uttan iva koyra grót frá Sandoyartunlinum til Runavíkar, kom mær mangt til hugs. –  Hví setir Tórshavnar kommuna ikki treytir, hvørjir lastbilar lúka treytirnar at koyra grót frá Sandoyartunlinum gjøgnum havnargøtur til Runavíkar? Minsta kravið má vera, at lastbilarnar eru reinir og eingin óhumskan rennur úr lastunum á vegirnar. Nakrir lastbilar lúka hesar treytir men langt frá allir Læs resten

Úr myndasavinum – Alfred Dahl “Beiggin” var arbeiðssom eldsál

Neistakvinnur meistarar í 1959. Aftast frá vinstru: Malan Joensen, Alfred Dahl (Beiggin) og Martha Hansen. Miðjan f.v: Herborg Davidsen, Hilda Lamba og Turið Holm. Fremst f.v: Oluffa Bjørgvin, Malvina á Dunga og Katrin Koue. (Myndaeigari Malvina á Dunga)

Kaga vit í søgu Neistans, so stendur vágbingurin Alfred Dahl róptur “Beiggin” sum ein av teimum heilt stóru eldsálinum í felagnum. Í 50 árunum, tá ið Beiggin kom í Neistan, legði hann serliga orku í at fáa ment manshondbóltin, tí kvinnurnar vóru virknar og í góðu hondum um hetta mundið. Alfred Dahl fór ungur til Danmarkar at læra til bakara ella rættari sagt “kondittara” og Finnur Johansen, sáli, sum eisini var uppvaksin í Vági, segði í 2015 soleiðis um Beiggjan. Læs resten

Úr myndasavninum – Hvør var dansidrotningin Marna Nielsen úr Havn

Mynd frá 1961. Ungar gentur á dansiskeiði hjá Marnu Nielsen. Marna var stjørna og fyrimynd.

Í myndabók hjá Vagn Erik pápabeiggja síggjast vakrar myndir av smágentum, sum eru á dansiskeiði hjá Marnu Nielsen. Vælumtókt útbúgvin dansilærari, sum dró ungdómin og vaksin til sín, sum vildu læra at dansa tango, vals, foxtrot, lancier og aðrar dansir.

Gjørdist forvitin at vita, hvat bleiv av Marnu Nielsen, sum longu seinst í 1950-árunum og seinni bergtók ungfólk og eldri á dansigólvinum. Marna var framman fyri sína tíð. Havi tosað við systkinabarnið Elina Michelsen, sum byrjaði at dansa hjá Marnu sum fimm seks ára gomul. Havi eisini hitt Kristu Nielsen systir Marnu. Og Krista sigur soleiðis: Læs resten

Úr myndasavninum – Fuglfirðingar spæla hondbólt á Strondum

StÍF og ÌF í 1958. Fuglfirðingarnir í reyðum st.v: Petur Jacob Eliasen, Petur Sigurd Rasmussen, Eilif Samuelsen og Poul Leiti. Húkandi f.v: Jógvan Òlason, Thorleif Samuelsen og Birgir Hansen. StÍF í hvítum st.f.v: Odmar Klein Olsen, Sandur Davidsen, Elisar Høj. Húkandi f.v: Petur Magnusson, Poul Johannus Johansen og Hildibjartur Johansen.

Í myndasavninum hjá Lassa Borðoy kom eg fram á myndina omanfyri, sum er ótrúliga áhugaverd, tá ið talan er um hondbóltssøgu. Felagsmynd av mansliði hjá ÍF úr Fuglafirði og StíF av Stondum avmyndað á grúsvøllinum á Strondum í 1958. Eg kendi beinanvegin fleiri spælarar, millum annað Eilif Samuelsen, sum eg ringdi til um dystin. Har eru eisini Petur Sigurd Rasmussen, sum tá var lærari í Fuglafirði, Hildibjartur Johansen og Poul Johannus Johansen av Strondum, sum seinni spældu við Neistanum. Eilif Samuelsen segði mær, at teir spældu niðri á bryggjuøkinum í Fuglafirði, og at hann spældi bara hondbólt í nøkur fá ár, tí tá flutti hann úr Fuglafirði. Á myndini stendur, at øll nøvnini eru ikki funnin, men tað eru tey nú við hjálp frá Eilifi Samuelsen og Richardi Johansen. Greinin skrivað í 2015. (Vagnur)

Úr myndasavninum – Tær funnu sær allar útlendskan mann

Mynd frá 1967 av børnunum hjá Andreu og Ingvardi Vang. Aftast frá vinstru Hallgerð, Andrew, Kristvør og Herluf. Fremst frá vinstru Annvør og Svanbjørg.

Tilvildin er mangan viðspælari á lívsleið okkara, og serliga tá vit finna okkum maka at liva saman við. Sum smádrongur við Landavegin komu vit mangan niðan í Grønland, har vit keyptu í handlunum hjá Johannesi Andreasen og Sigurdi Danielsen. Vit vistu, hvørji fólkini vóru, sum búðu í ymsu húsunum, men kendu sjálvandi ikki øll. Húsini við Grønlandsvegin, Torfinsgøtu, Jákup Nolsøesgøtu, Leivsgøtu og Eiriksgøtu vóru flest bygd um 1950.

Eitt kvøldið herfyri skuldi eg fylgja eini abbadóttur til Ommu lang, sum smærru børnini kalla ommuna í húsunum í Eiriksgøtu. 91 ára gamla Andrea Vang er omma verdóttur mína, sum er dóttir Svanbjørg og Mouldi Manai. Á bróstinum í gongini hongur áhugaverd svørt/hvít mynd av seks unglingum, sum 91 ára gamla Andrea Vang og maðurin Ingvard Vang, sáli, eiga. Læs resten

Úr myndasavninum – Myndin úr Kollafirði vekir nógv góð ungdómsminni.

Mynd frá 1960. Frá vinstru fiskahúsið á Langasandi, húsini hjá Guttormi og teimum, skúlin, Hotellið og bóndagarðurin á Oyrareingjum, Bilin átti Olaf á Posthúsinum í Vestmanna. (Mynd: Christian Holm Jacobsen myndasavn)

Christian Holm Jacobsen, sáli (1939-1987), sum var uppvaksin í Kollafirði, gekk mangan við myndatóli upp á sær. Myndirnar eru nógvar savnaðar í myndasavni, og nú ein dagin steðgaði eg við mynd, sum vakti serlig ungdómsminni, tí vit komu nógv til Kollafjarðar. Myndin hevur eisini tilknýti til Havnina. Jógvan Christiansen mammubeiggi var giftur í Kollafirði, og tað sama Guttorm Christiansen systkinabarn Jógvan og mammu. Teir stovnaðu saman fyritøku og bygdu fiskihús við sjóvarmálan á Langasandi, har tey saltaðu fisk og keyptu sild at lakasalta í tunnur bæði frá føroyskum og útlendskum sildabátum.

Myndin er frá 1960, og tá var Oyggjarvegurin ikki bundin saman, so koyrandi var úr Havn til Kollafjarðar. Hetta hendi 6. juni 1966. Sum ungur minnist eg Bergtóru rópt Begga arbeiðssom ung genta/ kvinna, sum arbeiddi í handlinum hjá Menning Geyta, sum var pápi hennara. Begga, sum er 74 ár ára gomul, havi eg ringt til og spurt um Hotellið í Kollafirði, sum sæst á myndini omanfyri. Læs resten

Hugleiðingar og viðmerkingar um Velbastað, Fossdal og matstovuna Koks

Við Fossdalsgjógv, sum er landbúnaðarøki, er ætlanin at skipa økið til matstovuvirksemi, gisting og tílíkt. (Mynd Vagnur)

Stúrsaði við fyri nýggjár at síggja lýsing frá Tórshavnar kommunu í Dimmalætting, har kommunan vil broyta byggisamtykt fyri Fossdalsgjógv, so matstovuvirksemi, gisting og tílíkt kann byggjast har. Rokni ikki við, at vanligi borgarin rættiliga veit, hvat ætlanin snýr seg um, og hvørjar avleiðingar slík byggisamtykt hevur fyri hetta vakra, friðarliga og serstaka øki. Heilt burturvið at oyðileggja vakrastu náttúruperlu í Suðurstreymoy, tí hevur tú fyrst broytt byggisamtyktina og slept stórkapitalinum framat økinum, so vendist ikki aftur. Staðbundna nevndin er ímóti, at nýggj serstøk byggisamtykt verður fyri Fossdalsgjógv. Her nøkur orð, hví eg havi hesa meining. Læs resten

Úr myndasavninum – Hugleiðingar um mynd av fyrrverandi starvsfeløgum hjá Vilhelmi Nielsen.

Frá vinstru: John Vilhelm, Einar Michelsen, Niels Midjord, Elias Simonsen, Sámal Bláhamar, Pauli Jacobsen, Heðin Mortensen, Hans Simonsen, Bjarni Eliasen, Karlo Petersen, Karl Johan Hansen, Karl Wolles, Harald Haraldsen, Poula Johannesen, Tórhalla Bláhamar, Thorolf Bjørklund, Sverri Mortensen, Jóannis Nielsen, Martin Mouritsen, Herluf Müller, Vilhelm Nielsen, Vagnur Michelsen, Elisabeth Bjørklund og Hákun Poulsen. Eldra Mantabilin eigur Martin Mouritsen og eldra Kadet bilin eigur Eirik Lindenskov. (Myndaeigari: Sámal Bláhamar)

Tá eg hoyrdi í Kringvarpinum, at Sverri Mortensen av Argjum var farin 98 ára gamal, kom mær til hugs mynd frá 2013, tá fyrrverandi starvsfelagir hjá Vilhelmi Nielsen hittust í bygninginum í Jónas Bronsks gøtu, har vit í mong ár arbeiddu. Sámal Bláhamar tók stig til átakið, tí henda dagin 12. august 2013 vóru júst hálvhundrað ár liðin, síðani Sámal kom í læru sum bilsmiður hjá Vilhelmi Nielsen. Sverri Mortensen, sum í 2013 var farin um tey níti árini, arbeiddi eisini lagt lív hjá Vilhelmi Nielsen, og Sverri er á myndini. Her nøkur orð um fyritøkuna Vilhelm Nielsen og Sverra Mortensen. Læs resten