Í morgun kom eg at ivast, um tað var eina likku ella ein svartbak, eg sá skimast á steini í Álakeri. Eg kom til tað niðurstøðu, at tað var ein svartbakur, tí beinini á likku eru gul, meðan beinini á svartbaki eru ljósareyð. Fuglurin var tamur, men kanska eisini troyttur, og tí fleyg hann ikki avstað, tá eg nærkaðist honum. Onga likku havi eg enn sæð í Plantasjuni, men tær munnu fara at koma í næstum ella um nakrar vikur. Likkustovnurin í Føroyum er ikki so stórur, sum hann einaferð var, tí likkurnar fáa ikki longur so nógv til matna, tí alt frá fiskavirkjum er innhegnað ella goymt í bingjum.
Likka, sum vit síggja á myndini vinstrumegin, hoyrir til másasløgini, er reinligur fuglur, og ofta eiga tær í flokki á lítlum øki. Likka er eins og svartbakur flytifuglur og kemur higar í mars/apríl mánað, og seinasta partin í mai fer hon á reiðrast. Seinast í mai og fyrst í juni mánað verpur likkan trý egg. Eftir 27 døgum koma ungarnir út bleikt morgráir á liti.
Á mínum ungum døgum var nógv likkan í Havn, og hundraðtals likkur vóru fastir gestir við flakavirkið á Vestaru bryggju og við onnur flakavirki kring landið. Men síðani Heilsufrøðiliga starvsstovan kravdi alt slógv innilokað á flakavirkjum og laksavirkjum, er likkan nógva minkað í Føroyum. Hon fær rætt og slætt ov lítið at eta.
Annars er likka grammur fuglur. Hon er serfrøðingur at nápa egg frá smáfuglum eisini høsnaregg, men finnur hon ikki føði í hagarnum, so leitar hon inn í bygd og bý. Likkan hevur serliga fráboðanarskipan, og hetta hava vit manga roynt, tá ið vit eru á floti. Tú sært onga likku nakrastaðni, men byrjar tú at kryvja, og vit kasta garnar fyri borð, ganga ikki nógv sekund, so er likka í hópatali um bátin.
Í Plantajuni í Havn eru likkur, men hetta er geldfuglur, og tú sært ongan skura. Likkan liggur framvið, tá ið familjur geva dunnunum, og hon er so nask, at hon kann tøma grønu ruskíløtuni til tess at finna okkurt til matna. Mót vetri rýmir likkan suðureftir. Í Fuglabókini eftir Mikkjal á Ryggi stendur, at merkt likka í Føroyum er skotin við Frankaríkis og Portugals strendur. (Vagnur) PS. Eg síggi á Facebook, at summi fólk halda, at forsíðumyndin er hvørki likka ella svartbakur, men ein fiskimási.

